Gamli bankabygningurin skal umvælast fyri 54 milliónir

Tað verður mett at kosta 54 milliónir krónur at umvæla gamla bankabygningin, sum Tórshavnar kommuna eigur

Vánalig inniluft í bygninginum í Steinatúni, sum Tórshavnar kommuna brúka til umsiting, hevur verið ein trupulleiki. Seinastu 2-4 árini er trupulleikin versnaður, tí tað er farið at leka inn ígjøgnum bæði tekju og fasadur. Starvsfólk hava gjørt vart við seg fleiri ferð.

 

Tí verður farið undir at høvuðsumvæla bygnignin. Málið var fyri á býráðsfundi í gjár.

 

Tað var í 2013, at Tórshavnar Kommuna keypti bygningin í Niels Finsens gøtu 15, frá táverandi BankNordik. Bygningurin, nú vanliga róptur “Steinatún”, var innrættaður av nýggjum til skrivstovur til kommunala fyrisiting á trimum hæddum. Í dag heldur Tekniska fyrisiting til á fjórðu og triðju hædd, og KT- og Fíggjardeildin á aðru hædd. Fyrsta hædd var í 2016 og 2017 innrættað til trý leigumál, og innandura torg.

 

Upprunaligi bygningurin stóð liðugur í 1958, tá P/F Føroya Banki flutti inn. Bygningurin hevur øll árini, verið nýttur sum banka- og skrivstovubygningur.

 

Í tilfarinum frá býráðsfundinum sæst, at høvuðskonstruktiónin í bygninginum er jarnbetong við faststoyptum betongflísum á útsíðunum. Bygningurin hevur onga bjálving í útveggjunum. Á innsíðuni á útveggjunum er “skinnið” einans ein tunnur forsatsveggur t.e. pláta á timburskelett.

 

Trappur eru í báðum endum av bygninginum, og nøkta tí minsta kravið til rýmingarleiðir. Gamla lyftan lýkur hinvegin ikki nútíðar krøv (BK 17) um felags atkomuveg.

 

Bygningurin hevur ikki mekaniska luftskiftisskipan, og upprunaliga hitaskipanin er ótíðarhóskandi.

 

Trupulleiki av ringari inniluft er staðfestur í fleiri kanningum av luftgóðsku og arbeiðsumhvørvi annars. Í fleiri ár hava trupulleikar verið av lekum. Kanningar av ávísum bygningslutum staðfesta, at álvarsamir fylgiskaðar kunnu standast av lekunum. Vætan millum skinn og hold elvir til soppavøkstur og harvið er inniluftin ótolandi fyri starvsfólk, sum arbeiða nærhendis har tað lekur ella hevur likið inn.

 

Virksemið á fyrstu hædd gevur nógvan hita frá sær, og tí hevur serliga onnur hædd havt trupulleikar av alt ov høgum hita. Á triðju hædd er vætan í luftini alt ov høg, og á fjórðu hædd (loftshæddin) er trupult at regulera hita og kulda, alt eftir um tað er summar ella vetur. Samanumtikið er luftgóðskan ring, ikki minst tí at bygningurin er ov trongur til talið av starvsfólkum.

 

Í fleiri umførum eru smærri umvælingar gjørdar. Í 2022 vórðu fimm stór vindeygu skift á fyrstu hædd. Í 2024 og 2025 varð hol sett á forsatsveggir á triðju hædd. Staðfest var, at rennistokkar og sjálv kopartakrennan lekur í støðum. Blikksmiðurin, sum umvældi takrennuna, gjørdi hetta við tjøru, tí ikki bar til at lodda í verandi kopar, tí hetta er tunt og slitið við microholum í.

 

Teknologisk Institutt hevur kannað bygningin í summar, sum millum annað staðfestir, at tað generelt er funnið “vækst af skimmelsvampe”.

 

Kanningin mælir til at tryggja klimaskermin og síðani at útføra eina “skimmelrenovering” Eisini verður mælt til “en grundig gennemgang af varmeanlægget, da der er tegn på at der er problemer med høje temperaturer i bygningen”

 

Í juli 2025 sendi Trygdarnevndin fyri fyrisitingina út spurnarblað um sjúkueyðkenni. Spurnarblaðið varð sent til starvsfólk á aðru, triðju og fjórðu hædd. Umleið 80% av starvsfólkunum svaraðu spurnarblaðnum. Deildin fyri almanna heilsu fer at greina tølini nærri.

 

Útsíður og tekjan eru í so mikið ringum standi, at neyðugt er at høvuðsumvæla “klimaskermin” t.e. alt uttara skalið. Væntandi skal kopartekjan skiftast og rennistokkar staðsetast uttaná fasaduna. Vindeygu og úthurðar við inndekningum mugu skiftast og gerast av nýggjum. Støða má takast til um flísafasadan skal varðveitast og umvælast í verandi ella broyttum líki.

 

Í mun til innrætting, atkomuviðurskifti og tekniskar installatiónir eigur hetta at lagast til eina ávísa nýtslu, soleiðis at hóskandi loysnir verða valdar. Nýggj lyfta eigur at verða gjørd, sum í minsta lagið lýkur krøvini til felags atkomuveg, umhugsast skal um lyftan eisini eigur at rúma eini ambulansubøru.

 

Tað er umráðandi at fyrireika høvuðsumvælingina væl og virðiliga.

 

Mælt verður til at gera skipanaruppskot, sum tekur støðu til framtíðar nýtslu og innrætting í bygninginum. Uppskotið eigur at taka útgangsstøði í “Urtagarðsbýnum”, sum er heildarætlan, ið Býarskipanardeildin læt gera í 2022.

 

Samstundis kann nýggi klimaskermurin detailprosjekterast. Høvuðsumvæling av klima-skerminum kann møguliga bjóðast út fyri seg.

 

Í tilfarinum frá býráðsfundinum sæst, at ein leyslig meting er gjørd, sum sigur, at tað kostar 54 milliónir krónur at umvæla bygningin, men at stór óvissa er tengd at verkætlanini, tí enn er ógreitt, hvat bygningurin fer at verða nýttur til.

 

Býráðið samtykti í fyrstu atløgu at játta 4 milliónir krónur til at gera eitt skipanaruppskot, sum tekur støðu til framtíðar nýtslu av bygninginum og fara undir detailprosjektering av klimaskerminum.