H. Palli Jacobsen
????????????????
Síðan eitt álit um økismenning var framlagt í VB-húsinum fyrr í ár, hevur nakað av orðaskifti verið um eina menning av Suðuroy.
Eitt mál, sum kemur at viðkoma Suðuroy sera nógv, er ein nýggjur Smyril! Hetta ovurstóra mál fyri Suðuroy hevur fingið lítla ella onga viðgerð í bløðunum. Støðan í dag er tann, at nevndin, sum Strandferðslan setti til at finna fram til eitt suðuroyarskip, er komið við sínum uppleggi og er hetta »pressað« politiskt ígjøgnum í landsstýrinum. Soleiðis úttalar landsstýrismaðurin í samferðslumálum um avgerðina at byggja ein so stóran nýggjan Smyril!
Um hesin Smyril verður bygdur og kemur at kosta uml. 300 mill., skal ein nýggj stór samferðsluhavn eisini byggjast. Hon er mett at kosta 70 mill. Henda er neyðug fyri at hesin nýggi Smyril kann leggja til bryggju í Suðuroy.
Tá so landsstýrið hevur sett eitt íløguloft fyri komandi ár, sum omanfyri nevnda íløga sprongir, hava vit í Suðuroy fingið ein trupulleika!
Sjálvt um eitt nýtt suðuroyarskip ikki beinleiðis er ein íløga í Suðuroy, so verða vit straffað av hesi stóru upphædd. Tey mál, sum fyri Suðuroy hava alstóran týdning, verða løgd á hillina.
Kunnu vit liva við hesum?
Eiga suðuroyingar ikki at prioritera eitt berghol millum Hov og Øravík fremst?
Eitt berghol, sum er altavgerandi fyri menning av einari felags Suðuroy?
Í sambandi við stóra menning innan fiskiídnað í Vági vísa vinnulívsmenn somuleiðis á, at ein havnarútbygging í Vági má gerast nú!
Eiga hesar ætlanir ikki at liggja framman fyri bygging av einum nýggjum Smyrli?
Hetta eru íløgur, sum hava sera stóran týdning fyri suðuroyingar og menning av oynni.
Teir pengar, sum vóru avsettir til forkanning av einum bergholi, mugu fyri alt í verðini ikki fara til »jólagávur« og politiskt stemmufiskarí upp undir komandi løgtingsval. Hetta má Bjarni Djurholm fyri alt í verðini fyribyrgja. Lat játtanina endiliga falla til tað hon var ætlað.
Ein víðkan av bergholinum til Hvalba eigur heldur ikki at verða gloymd!
Í slíkum politiskum spæli má oftast keypast og seljast. Soleiðis eigur eisini at verða gjørt í hesum máli! Eitt berghol Hov-Øravík kemur eftir ætlan at kosta umleið 100 mill. yvir eitt 2 til 3 ára skeið, meðan havnarbygging í Vági verður mett at kosta kanska 20 mill.
Um oman fyri nevnda smyrlaætlan verður framd, eru ongir pengar til hesar ætlanir. Hetta liggur rimmarfast frá Føroya landsstýri! Hvat er so at gera, hava vit nakað at selja ístaðin? Jú, tað hava vit heilt avgjørt! Hetta eigur at verða gjørt nú, áðrenn smyrlaætlanin er komin so langt, at ikki vendist aftur!
Undir viðgerðini í landsstýrinum varð sagt, at tað kundi byggjast ein Smyril, sum var nógv bíligari enn tann, sum nú fyriliggur og kortini lúkar tey krøv, ið ferðafólk seta til eitt slíkt skip! Eitt nógv bíligari skip má geva pláss fyri, at verkætlanir í oynni kunnu halda fram?
Verður hildið fast við verandi ætlan, er prísurin ómetaliga stórur fyri vanliga borgaran í Suðuroy. Øll útbygging og menning annars av Suðuroy verður steðgað. At fáa eitt ferðamannaskip, sum lúkar tey krøv, ferðafólk seta til eitt slíkt skip, og útbygging av Suðuroy (berghol og havnarbygging) kann fara í gongd, eigur tað ikki at prioriterast sum nr. 1??? Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita frá Bjarna Djurholm, um hetta var ein møguleiki!
Sum vanlig ferðafólk eru vit góð við Smyril og ynskj vit eitt nýtt skip, sum er nakað størri enn hesin og gevur góðar umstøður til tey ferðandi og teirra bilar. Hetta verið seg vanlig ferðandi, sjúk ella brekað! Um túrurin varar 2 tímar ella eitt korter minni, hevur ikki tann stóra týdningin, bert ferðatíðin kann halda.
Hetta ger hon ikki í dag. Hví???
Er orsøkin ikki tann, at núverandi Smyril eisini verður brúktur til fiskaflutning??? Tí vanliga fraktflutninginum skal sjálvandi vera pláss fyri!
Mín spurningur er sostatt (vildi fegin at fólk komu í bløðini og søgdu sína meining) eiga vit at byggja eitt skip, sum eisini skal føra nógvan fiskafarm millum Suðuroy og Havnina, umframt at vera eitt ferðamannaskip??? Fer hesin flutningur, sum hann ger í dag, at verða orsøkin til, at tú ongantíð veit nær Smyril siglur? Er hetta tað vit vilja við einum nýggjum Smyrli?
Vinnulívsmenn í Suðuroy kunnu heldur ikki vera so stuttskygdir, at teir framhaldandi ætla at føra sína framleiðslu um keikantin í Havn?
Er tað yvirhøvur uppgávan hjá Strandferðsluni at átaka sær tann stóra fiskaútflutning, sum vónandi fer at koma úr Suðuroy? Hesin eigur sjálvandi at verða útfluttur beinleiðis úr Suðuroy!
Vinnulívsmenn siga, at hetta saktans kann lata seg gera. Ein slíkur flutningur eigur møguliga at samskipast við útflutning norðanfjørðs.
Við einari djúphavn í Vági verður ikki tørvur á einum stórum Smyrli at flyta fiskin til Havnar at venda.
Hugsa vit okkum, at ein Smyril, sum er 121 (135?) metrar langur, verður bygdur, skal hesin sum sagt hava eina nýggja ferjulegu! Hendan verður allarhelst bygd á Drelnesi. Men verður hugsað um teir trupulleikar sum núverandi Smyril hevur vetrarhálvárið við bryggjuna á Drelnesi, stúri eg fyri, at ein nýggj ferjulega til eitt so stórt skip verður ein endurtøka av Skopun, sum aldrin fær ein enda! Hetta hevur ein av manningini (PDN) so staðiliga mint á í bløðunum.
Fiskaútflutningurin, sum í dag fer eftir Hovsegg, er langt oman fyri tað, sum er forsvarligt. Hvussu verður støðan um eggina, tá kanska 30 til 70.000 tons skulu sama veg til nýggja Smyril? Koyrast skal eftir einum samferðslukervi, sum er ómetaliga lítið útbygt, síðan vegurin millum Vág og Tvøroyri varð bund in saman í 1956. Eiga vit ikki nú ? áðrenn tað er ov seint ? at taka í egnan barm og viðgera støðuna annarleiðis, nú vit vita hvørji fíggjarlig kort, Føroya landsstýrið hevur spælt út?
Tað ganga vónandi ikki nógvir mánaðir til útflutningurin úr Vági er fleirfaldaður!
Man hesin útflutningur ikki vera komin í eina fasta legu, áðrenn nakar nýggjur Smyril kemur at sigla?
Hvat skulu vit tá gera við ein Smyril, sum er alt ov stórur til vanligan ferðafólkaflutning?
Út frá hesum vil eg heita á Føroya landsstýri um at byggja ein Smyril av hóskandi stødd og sum er vælegnaður til ferðafólkaflutning millum Havnina og Suðuroy!
Fraktflutningurin er ein akuttur trupulleiki, sum má loysast NÚ!
Møguliga kann Strandferðslan loysa henda flutning fyri fyrst, men verður neyðugt við einum serligum skipi til endamálið!
Út frá hesum verður mítt uppskot: Lat okkum fáa ein bíligari Smyril, men sum lúkar tørvin, ferðafólk og bilførarar seta til eitt slíkt skip og byrjið upp á tær uppbyggingar, sum eru lívsneyðugar fyri at suðuroyingar framhaldandi kunnu búleikast í Suðuroy. Stuðlið eini havnarútbygging í Vági NÚ! Og byrjið upp á bergholið millum Hov og Øravík eftir summarsteðgin!
Vónandi kann henda grein verða upplegg til eitt orðaskifti um tann stóra leiklut, ein nýggjur Smyril hevur í framtíðar Suðuroy, bæði so og so!










