Løgmaður skeyt aftur langt við síðuna av

Skuldsetingin um skipaðan ágang og undirgravandi virksemi ímóti tiltakinum Hesuferð er, sum so ofta í føroyskum politikki, eitt skot langt við síðuna av.

 

Alt ov ofta kemur fyri, at politikarar okkara trilva og fiktast í blindum. Kenna teir seg nærgingnar, eru teir skjótir at snúgva kjakinum so tað fær eitt annað innihald. Brádliga verður kjakast um okkurt heilt annað, okkurt sum helst einki hevur upp á seg. Tá frøast teir, hesir gomlu, løtu og sjálvgóðu politikarar, sum bara sita har fyri lønina, ella eru valdir av gomlum, gjarvaksnum óvana.

 

Tiltakið Hesuferð kom í lag eina mest fyri at bera kjakið um framtíðar støðu Føroya út um tað flokspolitiska keglið, út millum fólk, tvørtur um flokspolitisku mørkini. Hvussu hetta hevur eydnast, ber altíð til at kjakast um. Okkurt gott er gjørt, okkurt kundi verið betri.

 

Ongantíð í hesum arbeiði, tey tvey árini Hesuferð hevur verið virkið, hava vit mett tað sum ágang ella undirgravandi virksemi at upplýsa fólk um tær politisku rembingar, ið standa fyri framman. Tá broytingar henda í politisku skipanini á tilætlaðan og neyðugan hátt, er umráðandi at allir áhugaðir partar eru við. Og tá tað flokspolitiska lokkanetið kann tykjast mongum okkara ovboðið, hildu vit tað vera vert at royna eina tvørpolitiska upplýsingarleið í fullveldismálinum.

 

Spurningurin um framtíðar politisku skipan okkara er alt ov týdningarmikil til at enda sum flokspolitisk kastibløka, har flokkar og menn siga seg vilja eitt, men meina og gera okkurt heilt annað. Hetta er sera ørkymlandi og tænir ongum endamáli.

 

Tað er framvegis ein gáta, hví løgmaður sá seg noyddan at bakka fyri donsku stjórnini, og tók ásettu fólkaatkvøðuna av skránni.

 

Tað er framvegis ein gáta, hví løgmaður ikki avgreiðir málið, sum staðfestir Føroyar sum serstaka tjóð í altjóða samfelagnum, soleiðis sum tingið hevur samtykt.

 

Eisini er tað undranarvert, at løgmaður tvíheldur um at útgjaldsreglurnar fyri búskapargrunnin skulu vera gjørdar áðrenn eitt oyra er komið í grunnin, og tað hóast eini 6-8 ár ganga áðrenn nakað verður goldið úr grunninum. Hetta minnir mest um eina bestilta blokkering.

 

Eitt, sum er upp aftur meira undranarvert, er tann turkatrúgv, sum løgmaður hevur upp á, at tað ber til at samráðast við danir um føroyskt sjálvstýri/fullveldi. Hetta letur seg snøgt sagt ikki gera, og tað eru allar tær miseydnaðu samráðingarnar besta prógv um.

 

Hví vil løgmaður ikki sjálvur taka róður í hond, og royna at greiða sínum veljarum frá, at tað ber til at stýra Føroyum í Føroyum? Tað mátti verið torført at verið politikari og ikki hava álit á tí politikki, sum ein setir út í kortið. Hann hevur heldur ikki álit á sínum veljarum, ið tekur so ørkymlandi avgerðir.

 

Í ólavsøkurøðu síni nevndi løgmaður, at Føroyar vóru avskornar frá millumtjóða samvinnu, tí vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land. Vit sleppa rætt og slætt ikki at vera limur í millumtjóða felagsskapum, sum gera samstarvsavtalur sínámillum. Tí liggja vit mitt ímillum, sum kastibløka í ongamannalandi. Eftir mínum tykki er hetta kjarnin í fullveldismálinum saman við teirri sannroynd at eitt komandi fullveldi fer at menna ábyrgdarkensluna millum føroyingar, eisini føroyskar politikarar.

 

Tí er tað av størsta týdningi, at fullveldistilgongdin heldur fram til rokkið er á mál. Og tí er umráðandi hjá hesi samgongu og løgmanni at finna stevið aftur. Ella endar tað við at mótparturin, sum er danska stjórnin, vinnur alt spælið. Vit hava lítlan møguleika at vinna á mál við aðrari flokkasamanseting í landsstýrinum soleiðis sum teir ymsu flokkarnir hava givið seg til kennar í fullveldismálinum.

 

Tá danir siga fýra ár, so meina teir fýra ár og ikki tólv ár, sum løgmaður gongur og trýr. Hetta er ein veruleiki, sum allir sjálvstýrissinnaðir føroyingar eiga at viðurkenna. At halda nakað annað er vánaligur politikkur.

 

Tá løgmaður sigur fullveldi, so kunnu vit av røttum ivast í, um hann meinar fullveldi, ella um hann meinar okkurt annað. Gott hevði verið um løgmaður kundi staðið við síni orð.

 

 

 

 

 

John Dalsgarð,

 

Hesuferð