Emmy S. Joensen,
næstformaður í Føroya Lærarafelag
Um nakrar dagar byrja skúlarnir aftur, og skúlaárið 2001/2002 fer av bakkastokki. Rokið um tímajáttanina til hetta skúlaárið er av á hesum sinni og burtursæð frá, at vit hava fingið nýggjan landstýrismann í skúlamálum, nýggjur deildarstjóri er settur á fólkaskúladeildini, tey nýggju skúlastýrini hava tikið við, og at í løgmansrøðuni var boðað frá, at fólkaskúlin skuldi raðfestast hægri, so kann tað tykjast, sum um øll viðurskifti eru komin í rættlag og friður og sæla aftur valdar á fólkaskúlaøkinum. Lærarar og skúlaleiðarar koma aftur úr summarfrí við hugsanini um, at alt lagar seg nokk, alt man fara at ganga kortini.
Men so einfaldur er veruleikin neyvan.
Óivað eru allir skúlaleiðar liðnir at leggja tímatalvurnar, øll størv eru sett osfr., so einki skuldi verið til hindurs fyri, at skúlagongdin kann byrja sum vanligt.
Men kortini eru fleiri øki í skúlunum merkt av ruðuleika og ráðaloysi. Tað eru nógv viðurskifti, sum vit eiga at tosa um og viðgera. Viðurskifti, ið hava samband við arbeiðsumstøðurnar hjá lærararum og leiðarum.
Hvussu gongur t. d. við hesum nýggju uppgávunum og nýggju krøvunum, sum eru sett skúlunum? Hvussu klára lærarar og leiðarar hetta arbeiðið?
Alt gott um ársætlanir, verkætlanaruppgávur, toymisarbeiði, felags ráðlegging o. a. Hetta eru sera spennandi avbjóðingar, og eru hesar uttan iva við til at menna fólkaskúlan. At lærarar eru farnir so miðvíst og eldhugaðir í holt við hesar uppgávur, vísir bara, hvussu dugnaligar og ábyrgdarfullar lærarar vit hava í Føroyum.
Men eitt tað týdningarmesta, tá ið farið verður undir nakað nýtt er at gera upp, taka saman um og meta, hvussu arbeiðið royndist. Hvat var gott og hvat var minni gott. Hvat eydnaðist og hvat miseydnaðist osfr.
Hesin parturin er dottin burtur ímillum eftir mínum tykki. Skúlarnir hava óivað hvør í sínum lagi mett um tær royndir, teir hava gjørt við hesum nýggju uppgávunum. Og alt gott um tað.
Men er tað nóg mikið í hesum sambandi?
Hevði tað ikki havt týdning fyri skúlamyndugleikan at kanna eftir, hvussu tað higartil hevur gingist við at fremja lógini í verki. Týdningarmikið átti at verið at fingið áskoðanir og eftirmetingar hjá teimum lærararum, sum hava verið við í hesum slóðbrótandi arbeiði fram í ljósið og samskipa og brúkt tær miðvíst til víðari menning av fólkaskúlanum!
Tað tekur tíð at gera so kollveltandi broytingar, sum skúlalógin frá 1997 leggur upp til. Men tey, sum dagliga starvast í skúlanum merkja ikki, at tað hevur áhugað frá myndugleikanum at vita, hvussu arbeiðið nú royndist. Lítil og eingin áhugi tykist vera fyri royndunum, sum skúlarnir hava gjørt hesi árini, nýggja lógin hevur virkað.
Í staðin fyri koma nýggj og onnur krøv, sum skulu gerast og setast í verk. Eingin tíð verður sett til at viðgera arbeiðið, ið er gjørt, sett í verk ella er í gongd, og tí er stórur vandi fyri, at nóg verður gjørt uttan mið og mál. Henda gongdin kann ikki halda fram. Lærarar og leiðarar mugu fáa tíð til at konsentrera seg um nøkur evni ella nakrar uppgávur og ikki kenna seg noyddar til at gapa um alt í senn. Fylgjan av verandi mannagongd er, at lærarar og leiðarar fáa kensluna av at vera hálvir allastaðni og fáa ikki fylgt nøkrum nóg væl upp.
Trivnaðurin hjá lærararum
Í samband við at teir donsku skúlarnir byrjaðu aftur í síðstu viku varð almannakunngjørt ein kanning, hvussu danskir lærarar trívast í sínum starvi.
Kanningin vísir heilt greitt, at stórur ruðuleiki valdar í tí danska fólkaskúlanum. Lærarar trívast illa, og annarhvør lærari hugsar um at gevast ella skifta starvsøki, tí teir ikki halda seg kunna fylgja við teimum øktu krøvunum í lærarayrkinum.
Fleiri við mær øtaðust óivað av hesum tíðindum og hugsaðu, um støðan hjá okkum er stórt mætari.
Lyklapersónarnir í fólkaskúlanum eru lærararnir, og tað eru teir, sum hava størstu ávirkanina á, hvussu skúlagongdin hjá okkara børnum kemur at verða. Tí er tað av alstórum týdningi, at teir trívast í sínum arbeiðið. Uttan at nøkur kanning er gjørd av okkara skúlaviðurskiftum, so fari eg at pástanda, at vit hava viðurskifti, sum vísa, at tað uttan iva er so sum so við trivnaðinum hjá lærarum í okkara skúlum.
Her eru nøkur dømi:
- hækkandi næmingatali í flokkunum ger, at lærarar hava ov lítla tíð til hvør einstakt barn
- tann uppalingarliga uppgávan fyllir meir og meir
- foreldur gerast meira og meira krevjandi
- fleiri og fleiri tosa um at royna okkurt annað
- læraratrotið ger, at fleiri og fleiri ófaklærd arbeiða í skúlunum
- kynsbýti er við at fara av lagi, tí færri mannfólk velja at verða lærarar
- skúlin skal verða fyri øll, men játtanin til børn, sum hava serligan tørv, er langt frá nøktandi
- eingi alternativ tilboð eru til tey børnini, sum hava atferðartrupuleikar
- eingin møguleiki fyri eftirútbúgving
Hesi viðurskifti mugu takast í størsta álvara og gerast nakað við, so skúlin ikki missir dugnarligar lærarar og harvið verður enn meira afturútsilgdur.
Men á hesum økinum síggjast eingi tekin um, at mynduleikin er greiður yvir støðuna og enn minni at ætlanir eru um at gera nakað fyri at venda hesi gongd.
Nei heldur tvørturímóti. Nakað, sum almennir stovnar og onnur arbeiðspláss lýsa við, tá ið tey lýsa eftir starvsfólki, er møguleiki fyri persónligari menning og eftirútbúgving. Hetta fyri at fáa fólk at støðast og trívast. Í fólkaskúlanum verður farið hin vegin. Tí her var øll eftirútbúgving spard burtur fyri, at fíggjarjáttanin kann halda. Tí er ring at fáa eyga á nakran bata í bræði. Og tað sum er stungið út í korti í løgmansrøðuni, at fólkaskúlin skal raðfestast fremri tykist bert sum uppafturtøka og tóm orð.
Vónirnar um, at politikkarar fara at skapa betri umstøður og karmar fyri lærarar, leiðarar, børn og foreldur í fólkaskúlanum eru sera smáar.
Fortreytirnar fyri at, at lærarar kunna skapa góðar umstøður og trivnað fyri tað uppvaksandi ættarliðið eru, at teir hava góðar karmar at virka undir.
Hvat vilja vit við okkara skúla?
Tey seinastu nógvu árini hevur tjakið um skúlaviðurskifti í Føroyum bert snúð seg um sparingar, frymlar, lønartrætur, bygdastríð, ársverk, o. a. Greinar sum hava havt við námsfrøði og skúlamenning at gera hava verið sera sjáldsamar, í teimum føroyskum fjølmiðlunum øll 90?árini. Og tað er kanska ikki so løgið, um vit hugsa um støðuna, samfelagið var í hesi árini. Men einaferð mugu vit byrja aftur at hyggja frameftir skúlanum viðvíkjandi. Einaferð mugu vit aftur seta hol á tjakið um, hvussu vit best skipa okkara skúla og hvussu vit kundu hugsað okkum, at framtíðarskúlin skal síggja út.
Tjak og orðaskifti um skúlaviðurskifti eru alneyðug og trygd fyri, at skúlin er í støðugari menning og ikki stirðnar.
Men her mugu politikarnir slóða fyri.
Hvat nyttar at taka alt grundarlagið undar eftirútbúgving av fólkaskúlalærarum í mai mánaða og á ólavsøku sama ár lova hægri raðfesting av fólkaskúlanum og aðalorðaskifti um hesi viðurskifti? Nei hetta skapar ikki álit. Heldur vísir tað, hvussu tilvildarliga farið verður fram, og hvussu lágt hetta øki verður raðfest.
Politikarnir mugu seta ítøkilig tiltøk í verk, sum muna. Skapa karmar og játtanir, sum kunnu verða við til at venda tí skeivu gongd, sum hevur valdað í fólkaskúlanum hesi seinastu árini.
Kanska ov daprir og fløktir tankar beint áðrenn skúlaárbyrjan, men kanska kann hetta verða við til at seta hol á eitt tjak. Og kanska tá ið fíggjarlógin er samtykt, aðalorðaskifti um skúlaviðurskifti eru farin afturum bak, fer at hómast ein vilji til at vísa í verki, at fólkaskúlin verður raðfestur hægri.
Annars fari eg at ynskja øllum sum varða av fólkaskúlanum eitt gott skúlaár, við vón um, at í skúlaárið 2001/2002 fer gongdin at bera á ein meiri positivan bógv so glaðari og fleiri námsfrøðiligir tónar aftur fara at ljóða frá okkara starvsøki.