Tað er Beinir Johannsen, løgtingsmaður og formaður Fólkafloksins, sum hevur sett Ruth Vant, fíggjarmálaráðfrú, ein grein 52a fyrispurning um ALS og AMEG á fíggjarlógini.
Ítøkiliga spyr hann soleiðis:
1. Hvør er orsøkin til, at ALS og AMEG eru komnir á Løgtingsins fíggjarlóg?
2. Ætlar landsstýrið at broyta lógirnar viðvíkjandi ALS og AMEG, so tær loyva grunnunum at vera á fíggjarlógini?
3. Um ikki, ætlar landsstýrið at grunnarnir skulu av aftur fíggjarlógini?
Í viðmerking til spurningarnar sigur Beinir Johannesen, at í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg sæst, at bæði ALS og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (AMEG) eru komnir á løgtingsfíggjarlógina.
– Hetta hóast, at í lógargrundarlagnum fyri báðar grunnarnar er ásett, at inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.
Tí er vert at vita, um landsstýrið ætlar at broyta lógargrundarlagið fyri grunnarnar, so heimild er fyri at hava teir á fíggjarlógini.
– Um ætlanin ikki er so, so er vert at vita, um landsstýrið ætlar, at grunnarnir skulu av
aftur fíggjarlógini, sigur Beinir Johannesen.
Hann heldur, at málið eisini er áhugavert á tann hátt, at siðvenja hevur verið, at broytingar viðvíkjandi ALS verða framdar í samstarvi við stýrið, men í hesum førinum gongur mann beint ímóti tí, ið stýrið sigur.
– Fyri at fáa greiðu á hesum og hví grunnarnir eru komnir á fíggjarlógina, verður hesin fyrispurningur settur, sigur Beinir Johannesen.











