Fjarðarsvimjing
Tíðliga leygarmorgunin hittust níggju svimjarar í húsunum hjá radioamatørunum yviri við Strond. Tvær kvinnur og sjey mans ætlaðu sær í ár at bjóða Nólsoyarfirði av í kappingini at svimja teir fýra kilometrarnar út til Nólsoyar.
Væl var fyriskipað og beint fyri klokkan hálvgum tíggju var alt klárt. Eftir at myndutøkurnar vórðu lidnar, løgdu svimjararnir so til brots oman fjøruna.
Hjálparbátarnir lógu longu til reiðar og fólk savnaðist uppi á vegnum at hyggja at. Formansbáturin skeyt startin og svimjararnir lupu á bláman. Skjótt var at finna fram til egnan bát og so hildu tey avstað.
Veðrið var hampiligt, og tó at svimjararnir kanska høvdu ynskt sær heldur slættari sjógv so var skjótt at meginparturin var á hálvum fjørðinum.
Seks svimjarar vunnu fram á heiðursportrið í Nólsoy, og fyrstur á land var Dia Jacobsen við nýggjum meti. Gunnar Dahl Olsen var heldur norðaliga á oynni har ov torført var at sleppa á land, og fór hann tískil í bátin.
Dia Jacobsen, 1.20.27
Bogi Lenvig, 1.35.16
Erlendur Simonsen, 1.47.17
Kári Simonsen, 1.50.10
Gunnar Waagstein, 1.58.06
Rannvá Jacobsen, 2.13.24
Tommy Andreasen, -
Katrin Sørensen, -
Gunnar Dahl Olsen, -
Sigast kann at svimjingin um Nólsoyarfjørð nú er vorðin føst kapping í sambandi við Ovastevnuna. Hetta er ógvuliga náttúrligt, tá ið hugsað verður um at stevnan verður fyriskipað, at fáa til vega svimjihylin, ið Ove Joensen lovaði nólsoyingum.
Stuðulsfelagið ynskir at takka Suðuroyar Sparikassa, Føroya Bjór, MBM og Fotobúðini fyri teirra stuðul í svimjingini 2001. Somuleiðis verður takka svimjarunum og hjálparfólkunum fyri teirra leiklut og at enda øllum ið hjálptu svimjarunum væl upp á land.