fer á flog, tá eftirspurningurin aftur økist eftir kreppuna í Evropa. Stórveldi sum Kina og India økja eisini eftirspurningin – og tá tað altíð bara ein spurningur um pengar sum ger av, [...] nøkta allan orkutørvin, sum vit hava til upphiting av húsum og til el-framleiðslu – sum sjálvandi eisini skal kunna nýtast í flutningstólum, fyrst og fremst bilum. Sambært Magna Laksafoss
ferðafólkum, vit eiga at fáa fatur á. Vit hava tvey tjóðarflutningsfeløg, sum á onkran hátt síggja størri forrætning í at flyta føroyingar til fremmand ferðamál, heldur enn at fáa útlendingar at [...] áhugi kann skapast fyri einum ávísum øki er tað, sum fór fram í Koltri í síðstu viku, tá endurbyggingin av býlinginum Heima í Húsi var liðug og endaliga handað Koltursgrunninum, sum hevur staðið [...] hava livað heilt frá landnámstíð upp í okkara dagar. Eitt sjáldsamt fyribrigdi, sum allir føroyingar eiga at kenna. Tí, sum umboðið fyri Mærskgrunnin segði á hátíðarhaldinum, tá hann skuldi
isk bølmenni«, sum leggja sektin á mannarættindi og fólkaræði, tað hevur ongan týdning – um føroyingar kunnu selja kinverjum laks, og danir kunnu selja teimum hitapumpur og termostatar [...] Tíðindafundur var eingin, har donsku miðlarnir sluppu at seta viðkomandi spurningar, sum til dømis um Hu Jintao heldur tað vera í fínasta ordan, at øll politisk mótstøða brutalt verður bard [...] for óbehagilgt fyri Helle Thorning-Schimidt og øll hini, um pressan fór at seta naskar spurningar. So er lættari als ongar spurningar at seta. Helle Thorning-Schmidt segði eftir fundin, at hon
har talan er um løtuvinning, ella skal hann velja leiðina hjá fiskifrøðingunum, sum í øllum førum verður eitt »løtutap«. Verður trýstið skert so nógv, sum fiskifrøðingarnir mæla til, ja so [...] tað tykist, sum um hetta er leiðin, sum politikarar vilja ganga. Summir tykjast hella til fiskifrøðingarnar, men tá til stykkis kemur, so er tað leiðin hjá fiskimanninum, sum vinnur. Tað er væl [...] galin endi, tað kann ein og hvør rokna út. Tað ber ikki til, at vit sláa øll tilmæli frá fiskifrøðingum upp í glens, bæði okkara heimligu og tey frá ICES og øðrum. Tað er altso ov tápuligt. Troyta
Skaale, segði í sjónvarpinum, at tað hevur stóran týdning at hava umboð á fólkatingi, sum hevur beinleiðis samband við Helle Thorning-Schimdt, sum eftir øllum at døma verður nýggjur for [...] lantsbólkinum hevur uttan iva skapt honum – saman við grønlendingunum, eitt gott útgangspunkt og ein góða umsiting, sum Fókatingið rindar fyri. Edmund Joensen hevur verið partur av Vinstra [...] ES á nýggjárinum. Spurningurin er sjálvandi, um hesir sessir í heila tikið hava nakran týdning. Sjálvstýrisflokkurin, ið sum kunnugt ongan kjans hevur at fáa umboðan á Fólkatingi, plagar
ikki er tað. Her er neyðugt við eini rættleiðing. Av teimum fýra fólkunum, sum vóru knýtt at verkætlanini við Marknagil, eru framvegis helmingurin í starvi. Áðrenn byggileiðarin fór frá, [...] við myndugleikagóðkenning, fyrr enn í fyrsta lagi við endan av august 2013. Sum natúrlig avleiðing av hesum útgreinandi arbeiði, bar ikki til at fara undir bygging, fyrr enn seint á heysti 2013 [...] eini innanhýsis gransking, so ivasom viðurskifti kunnu rættast. Ein partur av hesum er endalig góðskutrygging, sum sostatt í góðari tíð er komin í rættlag, áðrenn sjálv byggingin byrjar. Nakað, sum
læringin verður merkt av tvingsligi og er ónattúrlig, samanborið við at læra av. Í vár setti løgtingskvinnan, Gunvør Balle, Bjørn Kalsø, landstýrismanni í mentamálum, ein fyrispurning um forskúlar [...] sigur landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø: “Kunngerðin er einans ein staðfesting av praksis”. Men staðfesting av hvørjum praksis? Forskúlin hevur í november 2010 verið virkin í góðar tríggjar [...] støddfrøði, rokning, fysikk o.s.fr. Sosiali arvurin og vit – vitan kveistrað til viks Pisakanningarnar høvdu ta avleiðing fyri børnini alment og skúlanum, at øgiligur dentur varð lagdur á lesing, umframt
og krevur broytingar í førda politikkinum – sum eru so stórar, at tær eru utopiskar at fáa framdar. Jenis av Rana sigur, at hetta er eitt neyðarróp frá honum og ein ávaring til samgonguna [...] vit hava havt í mong ár. Men tað gav eisini at bíta hjá Miðflokkinum undir samgongusamráðingunum, tí hin tingmaðurin gjørdi tá púra greitt, at hann fór í øllum førum við í hesa samgongu [...] triðji kristiligi flokkurin í røðini, so statistiskt sæð, so kann hann saktans fara í tvíningar av stríði um politikk. Men tá tað er sagt, so eru tað áhugaverd sjónarmið, sum Jenis av Rana
krónunum, skal niður. Vit hava eina politiska skipan, sum hevur verið alt ov sein í vendingini at gera broytingar soleiðis, at landsins borgarar eru so nøkulunda líka fyri lógini. Politiska [...] spara. Tað blívur ofta til oyðsl og tápuligar um raðfestingar. Her kann landið læra av vinnulívinum, sum hevur gjørt so nógvar umleggingar og rationaliseringar fyri at spara útreiðslur [...] einum ímyndaðum trælkara. Og tað er at brúka góðar kreftir skeivt! Politikkur er at fremja broytingar, og tí er tað tann fornemmasta uppgávan hjá teimum fólkum, vit velja á ting, at taka hetta
Fríggjadagin kom nýggja listabókin Livandi list eftir Inger Smærup Sørensen, listfrøðing, í bókabúðirnar. Bókin er í nógvar mátar ein fongur fyri listaáhugaðar føroyingar og onnur, ið hava saknað eitt [...] tey mongu listafólkini leita í so nógvar ymsar ættir. Hesin ymiskleikin er eisini útgangsstøðið hjá Inger S. Sørensen, og verður bókin tí í sær sjálvum ein afturvísing av vanliga páhaldinum um, at føroysk [...] tríggjar við myndum av verkum. Hóast bókin í so máta ikki tykist gera mun á fólki, merkir tað ikki, at Inger Smærup Sørensen meinar, at list er demokratiskt. Tvørturímóti aftrar hon seg tíbetur ikki við at vísa