ODDAGREIN: Ja til grønar Føroyar

Tað er ein sera áhugaverd verkælan, sum VitOrka við Magna Laksafoss og øðr­um arbeiðir við: At flyta allar Før­oyar frá oljuni til grøna orku.

Endamálið er at seta upp nakrar vind­myll­u­park­ir – ein­ar hundr­að ella gott og væl tað – sum skulu nøkta all­an orku­tørv­in­, sum vit hava til upp­hit­ing av hús­um og til el­-fram­leiðslu – sum sjálv­andi eis­ini skal kunna nýt­ast í flutn­ings­tól­um, fyrst og fremst bilum.
Sambært Magna Laksafoss, so hava tey gjørt sáttmála við stóra týska fyritøku, sum fegin vil fíggja eina slíka verkætlan, sum kostar ein­ar fýra til fimm milliardir krónur. End­a­máli hjá týsku – enn ókendu – ­fyr­i­tøku­ni er at kunna nýta Føroyar sum eitt prógv fyri, at tað ber til at leggja um eitt heilt samfelag, sum brúk­ar 95 prosent olju – heilt til at leggja um til vindorku.
Bara hendan visjónin er sera á­hug­a­verd. At hugsa sær, at Føroyar kunnu loysa seg heilt frá oljuni til hita og el innan stutta tíð – bara við at leggja okkurt um eina hálva mill­i­ard á borðið! Ein slík verkæltan hevði eisini skapt nógv arbeiði í land­i­num, bæði meðan hon var í gerð – men eisini aftaná, tí ein slík vind­myll­u­park og net skal sjálvandi røkj­ast. Og tað er samfelagsliga nógv gagnligari, at pengar verða brúkt­ir upp á tað heldur enn at inn­flyta dýra olju, sum bara verður dýr­ari og dýrari – tí hon verð­ur brúkt sum vápn hjá heimsins peng­a­kreft­um at halda ávísum pørtum av heim­i­num niðri.
Hóast oljuprísurin nú liggur um tær 90 dollarar fyri tunn­una, so er vænt­andi, at hann fer á flog, tá eft­ir­spurn­ing­ur­in aft­ur øk­ist eftir krepp­una í Ev­ropa. Stórveldi sum Kina og India økja eis­ini eft­ir­spurn­ing­in – og tá tað al­tíð bara ein spurn­ing­ur um peng­ar sum ger av, hvussu høg­ur olju­prís­ur­in verð­ur, so er vandi fyri – so sum Magni Laksa­foss og onn­ur hava spátt, at prís­ur­in rýk­ur upp á 250 doll­ar­ar fyri tunn­una. Tá hevði ver­ið gott, at Før­oy­ar vórðu rikn­ar við alt­er­n­a­tiv­ari orku.
At framtíðin er vindorka ? og helst sjóv­ar­fals­orka – er eing­in ivi. At Før­oyar skulu verða í fremstu røð er sjálv­sagt. Vit hava alt tað, ið skal til – utt­an kanska peng­ar­nar. Men kunnu vit brúk­ast sum dømi at vísa heims­ins londum, hvussu vit kunnu fara frá olju til varandi grøna orku, so er nógv vunnið – ikki bara fyri Før­oyar men fyri heimin allan.
Før­oyingar siga sjálvandi »ja« til grøna orku!