ODDAGREIN: Gongur ikki í sjálvdrátti

Løg­ting­ið skal taka støðu til, hvussu stórt veið­i­trýst vit skulu hava á til­feing­i í okkara sjóøki. Trupult er at fáa semju, tí hugsanirnar eru so yms­­ar mill­um ser­frøð­ina inn­an fiski­­frøð­ina og serfrøðina millum fisk­imenn.

Politikarin má velja sær síni fyr­i­­lit. Skal hann velja leiðina hjá fiski­­monn­um, har talan er um løtu­vinn­ing, ella skal hann velja leiðina hjá fisk­i­­frøð­ing­u­num, sum í øllum førum verð­ur eitt »løtutap«. Verð­ur trýst­ið skert so nógv, sum fiski­frøð­ing­ar­nir mæla til, ja so fer at svíða fyrstu tíðina, men sam­bært hesi ser­frøði, so fer tað at løna seg aftur í rík­i­­ligt mát, tá stovn­arnir koma fyri seg aftur, og vit við einum minni flota kunnu fiska meira og betri fisk.
Tað tykist heldur løgið, at so ym­­isk sjón­ar­mið skulu vera um hetta til­­feingi okkara. Bera vit sam­an við al­i­­­­vinn­­­una ella olju­­vinn­­una, so hava vit dugað so avbera væl at skipa hesi viðurskifti. Or­søkin til at fisk­i­vinn­an ikki kann skipast eftir sama leisti er helst, at her er talan um eina næst­­an hálvt­annað­hundr­að ára gamla vinnu.

Um fiski­vinnan var íkomin í okk­ara tíð, so hevði hon utt­an iva ver­ið skip­að øðrvísi.

Men tað er ikki gott nokk bara at stað­festa hetta, og so lata alt koyra víð­ari. Men tað tykist, sum um hetta er leiðin, sum politikarar vilja ganga. Summir tykjast hella til fiski­frøð­ing­ar­nar, men tá til stykk­is kem­ur, so er tað leið­in hjá fisk­i­mann­i­num, sum vinnur.

Tað er væl skilligt, at fiski­mað­ur­in ikki vil skerj­ast, tí einhvør er sær sjálv­um næst­ur. Men tað sigur seg sjálvt, at tá vit troyta stovn­ar­nar so hart, sum vit hava gjørt við toska­stovn­in, so merkist tað. Tað idé­ella er sjál­vandi, at vit skulu liva av tí, sum stovn­­ur­in gev­ur - av rentuni og rentu av rentu, ella av tí av­kasti, sum stovns­fæið gevur. Um vit troyta alla rent­una og part av stovns­fænum við, so verður galin endi, tað kann ein og hvør rokna út.

Tað ber ikki til, at vit sláa øll til­mæli frá fisk­i­frøð­ing­um upp í glens, bæði okk­ara heim­ligu og tey frá ICES og øðrum. Tað er altso ov tápu­ligt.

Troyta vit stovnsfæið rætt, so fáa vit meira burt­ur úr stovn­u­num. Og ja, flotin mink­ar, verður bíligari at reka, fisk­ar meira upp á seg, fær meira fyri fisk­in, tí hann verður størri og betri fyri, hýrurnar verða hægri, ja, sam­felags­inn­tøk­an í heila tikið verður hægri.

Í øllum førum er tað vist, at okk­ara fel­ags til­feingi - fólks­ins ogn - má um­sit­ast av tí al­menna. Her má sýnast fyrilit, her gongur tað ikki, at hvør er sær sjálvum næstur.