Tí tá hava fleiri fólk høvi at velja, dagurin kann gerast ein hátíðardagur, nógv hava frí, og skúlar verða ikki órógvaðir.
Stóra avbjóðingin er búskaparpolitikkurin og vantandi fólkavøksturin. Vit krevja tí av okkara fólkavaldu, at nakað veruliga munadygt verður gjørt við hendan trupulleikan. Vit mugu skapa eitt bíligari samfelag at liva í, eitt samfelag, har vit øll trívast. Vit hava brúkt alt ov nógva orku upp á at stríðast eitt tjóðskaparligt stríð, sum í veruleikanum hevur skeivt innihald, tí tørvurin hjá landi og fólki als ikki er málið – men frælsi frá einum ímyndaðum trælkara. Og tað er at brúka góðar kreftir skeivt!
Politikkur er at fremja broytingar, og tí er tað tann fornemmasta uppgávan hjá teimum fólkum, vit velja á ting, at taka hetta í størstan álvara. Tey eiga eitt nú at broyta skattalógina soleiðis, at tað verður liviligt hjá fólki at búleikast her. Tað skal sjálvandi bera til at uppihalda eini familju við tveimum vanligum inntøkum. Tí má til dømis inntøkuskatturin niður – marginalskatturin, sum er skatturin av seinast tjentu krónunum, skal niður.
Vit hava eina politiska skipan, sum hevur verið alt ov sein í vendingini at gera broytingar soleiðis, at landsins borgarar eru so nøkulunda líka fyri lógini. Politiska skipanin hevur hildið tað verið í lagi at leska tey ríkastu í samfelagnum. Allir flokkar hava verið við til at hildið uppi einum systemi, har allar ríkastu føroyingarnir kunnu ríka seg uppaftur meira við til dømis at selja skip – í veruleikanum fiskiloyvi – og partafeløg fyri hundraðtals milliónir, uttan at rinda skatt. Vit høvdu ein íslendskan banka her í nøkur ár, sum hevði sum spesiali at lokka fólk at selja – og onnur at keypa fyri ørandi upphæddir. Men hvussu nógv av hesum endaði í landskassanum?
Í blaðnum í dag prenta vit tíðargrein hjá Henry Mellemgaard í Klaksvík, sum lýsir henda himmalrópandi ørskapin sera væl. Hetta eiga øll, sum stilla upp til valið, at lesa og leggja sær í geyma.
At landið skal spara, tað vita vit. Men landið dugir so illa at spara. Tað blívur ofta til oyðsl og tápuligar um raðfestingar. Her kann landið læra av vinnulívinum, sum hevur gjørt so nógvar umleggingar og rationaliseringar fyri at spara útreiðslur. Nýtið hesar royndirnar í almennu skipanini!
Almenni geirin skal gerast bíligari. Skatturin skal umleggjast, so tað loysir seg hjá øllum at arbeiða. Avbjóðingin er eitt sunt og samhaldsfast samfelag, har fólkavøksturin í sær sjálvum er stóra málið. Komið so eftir atkvøðuni!