Felagið skrivar, at eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarætti viðvíkjandi trætumálinum millum Manningarfeløgini og Fíggjarmálaráðið, so kann Føroya skipara- og navigatørfelag gleðast um, at Útlendingastovan hevur avgjørt, hvussu útlendska manningin á Galaxy skal lønast.
Føroya skipara- og navigatørfelag hevur eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarætti havt fund við allar navigatørarnar umborð á Smyril og teir sum skula avloysa umborð á Galaxy. Á fundinum komu ynskini hjá navigatørunum fram, og út frá tí bleiv eitt semjuuppskot gjørt og sent til Strandferðsluni. Í fríggjadagin kom svar frá Strandfaraskipum Landsins, at tey góðtóku semju uppskotið, og tískil er semja um, hvat er galdandi fyri navigatørarnar, skrivar Føroya skipara- og navigatørfelag.
– Hvat víðari hendir millum »Fíggjarmálaráðið - Strandafaraskipa Landsins og Útlendingastovuna« eftir avgerðina hjá Útlendingastovuni, hava vit sum felag onga ávirkan á, skrivar felagið.