ODDAGREIN: Ferðafólk sum vinnugrein

Seinastu árini hava vit ofta hoyrt hug­­ta­kið at ferðast í egnum landi. Hetta er eitt slagorð fyri at fáa før­oy­ing­ar at geva okkara egna landi gæt­ur sum ferða­mannaland.

At hetta er eins sjálvsagt, sum tað er neyð­ugt, eru mong dømi um. Vit kunnu bara spyrja rundan um okk­um, hvør okkara eitt nú hev­ur ferð­ast á øllum oyggjum í land­i­­num, nær vit seinast vóru í Myki­nesi ella í Hattarvík, um vit hava ver­ið í Dímum, ella um vit hava ver­­ið í Koltri.

Lokalu ferðamálini eru mong, og teim­um eiga vit føroyingar at gera okk­um dælt av, um enn tað ikki skal merkja, at vit ikki skulu ferðast utt­an­lands, tí sjálvandi skulu vit eisini tað.

Eitt dømi um, hvussu áhugi kann skap­ast fyri einum ávísum øki er tað, sum fór fram í Koltri í síðstu viku, tá end­ur­bygg­ing­in av bý­ling­i­num Heima í Húsi var liðug og endaliga hand­að Koltursgrunninum, sum hev­ur stað­ið fyri verkætlanini, sum Mærsk grunn­urin hevur fíggjað. Í Koltri eiga vit nú ein heilan býling, sum vís­ir, hvussu fólk á bygd – fólk á út­oyggj, hava livað heilt frá land­náms­tíð upp í okkara dagar.

Eitt sjáld­samt fyribrigdi, sum all­ir før­oy­ing­ar eiga at kenna. Tí, sum um­boð­ið fyri Mærsk­grunn­in segði á há­tíð­ar­hald­i­num, tá hann skuldi grud­geva fyri, hví hesum grunn­um hev­ur á­huga í slík­um verk­æt­l­an­um:

»Kennir tú ikki tína egnu søgu, so kennir tú ikki sjálvan teg«.

Og rætt er tað. Tí er Koltur sera á­huga­vert sum ferða­mál hjá øll­um før­oy­um, eins og hjá fremm­and­a­fólki. Men Koltur er ikki tann ein­asta perlan vit eiga, slíkar eru all­a­staðni, tað snýr seg bara um at finna tær fram.

Sum ferðamannaland hava Før­oyar eisini áhuga utt­an­lands. Sjálv­andi koma fólk ikki til Føroya at sóla sær. Men av øllum heimsins ferð­a­fólk­um kring knøttin, so eru nøk­ur, ið hava áhuga fyri tí, sum eitt land sum Føroyar hava at bjóða. Tað eru hesum ferðafólkum, vit eiga at fáa fatur á. Vit hava tvey tjóð­ar­flutn­ings­feløg, sum á onkran hátt síggja størri for­rætning í at flyta før­oy­ing­ar til fremm­and ferð­a­mál, held­ur enn at fáa útlendingar at koma henda­vegin. Prísir, avgjøld og aðr­ir trupulleikar eru sjálvsagt forð­ing­ar. Men fingu vit bara kvink­að talið av vitjandi uppeftir, so skaptu vit gróðarbotn fyri ferða­fólka­ídn­að­i­num í Føroyum.

Nýggja Ferðaráðið tykist hava tik­ið hesa uppgávuna í stórum álv­ara. Um vit føroyingar geva hesi vinnu størri gætur – og um mynd­ug­leikar taka tyngjandi avgjøld av vinn­uni – so kann ferðavinnan uttan iva menn­ast til eina týðandi skoru und­ir samfelagsbúskapinum.