Seinastu 20 – 30 árini er stovnsliggeranin av barndóminum í Føroyum vaksin við risafetum. Hetta hevur eisini havt við sær, at børnini í mestan mun sita inni og læra. Tað eyðkennir menningina og læringina hjá teimum. Ístaðin fyri at læra av lívinum, læra tey um lívið. Men tað at læra um gerst ofta øgiliga skjótt minni hugaligt og stuttligt hjá børnunum, soleiðis, at læringin verður merkt av tvingsligi og er ónattúrlig, samanborið við at læra av.
Í vár setti løgtingskvinnan, Gunvør Balle, Bjørn Kalsø, landstýrismanni í mentamálum, ein fyrispurning um forskúlar. Í svari sínum sigur Bjørn Kalsø m.a.:
Mentamálaráðið hevur gjørt uppskot til kunngerð um skipan og læring í forskúla. Kunngerðin hevur heimild í § 4, stk. 4 í fólkaskúlalógini. Harumframt eru í §§ 10 og 18, stk. 3 í fólkaskúlalógini ásetingar um innihaldið í forskúlanum, samstarv millum lærarar og pedagogar og dagliga undirvísingartíð hjá næmingum í forskúlaflokki.
Kunngerðin verður royndarkoyrd í løtuni, í samband við teir forskúlar, sum eru. Ávegis eftirmeting hevur verið, og onkrar dagføringar eru gjørdar, so kunngerðin kann verða sett í gildi. Ætlanin er at lýsa kunngerðina seinni í ár.
Løgtingið 10. apríl 2013
Nú veit eg ikki, hvussu nógv hava hoyrt um hesa royndarætlan; eg fylgi hampiliga væl við á økinum, og hetta var fyrstu ferð, eg hoyrdi royndarætlanina gretta.
Skúlaárið 2010 setur Eysturkommuna á stovn ein forskúlaflokk. Í november 2010 sendir Mentamálaráðið eina forskúlakunngerð, dagfesta 27. november, til hoyringar. Kunngerðin fekk eina ógvuliga kaldliga móttøku, m.a. Kommunusamskipan Føroya viðmerkti, at uppskotið til kunngerð vil, at kommunurnar skulu gjalda forskúlan, meðan Mentamálaráðið skal valda. Hetta vildu stóru kommunurnar undir ongum umstøðum ganga við til. Heldur ikki Pedagogfelagið vildi kennast við hana av pedagogiskum orsøkum og fyriliti. At talan var um eina royndarverkætlan, sæst ongastaðni.
Týsdagin, 1. februar 2011, eru kommunufeløgini á fundi við Mentamálaráðið um forskúlakunngerðina. Har sigur landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø: “Kunngerðin er einans ein staðfesting av praksis”. Men staðfesting av hvørjum praksis? Forskúlin hevur í november 2010 verið virkin í góðar tríggjar mánaðir, tað tykist í so lítil praksis, at staðfesta nakað sum helst út frá. Tann valdi skúlin at staðfesta praksis út frá, er heldur ikki serliga umboðandi fyri skúlaverkið í Føroyum. Hetta er ein lítil skúli við flokkum til og við triðja flokk. Tað gevur nakrar heilt serstakar umstøður, ið kunnu vera bæði góðar og vánaligar. Men sigur alment einki um alt føroyska skúlaverkið. Útvið 90% av øllum næmingum í Føroyum ganga í skúlum við framhaldsdeild, t.e. stórum skúlum. Aðrir skúlar hava eisini forskúlar, umframt, at dagstovnarnir í fleiri ár hava havt skúlabólkar til tey 6 til 7 ára gomlu við góðum úslitum.
Kunngerðin verður rættiliga nógv broytt eftir hoyringina, og á vári 2011 verður ein nýggja forskúlakunngerð gjørd, tann kunngerðin, landsstýrismaðurin vísir til, er frá jóansøku 2013.
Læra vit betur við at verða undirvíst fyrr?
Kendi danski profesarin í útviklingspsykologi, Dion Sommer, sigur í eini samrøðu við Børn & Unge Nr.: 15, 2010:“Um tað er nakar, sum heldur, at børnini verða betur fyrireikað til at ganga í skúla við at byrjað verður tíðliga við skúlakendum aktivitetum, so tekur mann stórliga feil. Stýrd, skipað læring tíðliga í lívinum hjá børnum er spill av tíð, vísa stórar altjóða kanningar. Børn um trý til fýra ára aldur kunnu væl læra bæði bókstavir og tøl. Tað hevur eitt stutttíðarárin, men ikki positiv langtíðarárin. Kanningar vísa , at hesi børnini klára seg verri enn hini, tá ið tey koma í skúla. Teirra hugburður mótvegis skúlanum er meira negativur, tey eru minni kreativ og meira stúrin fyri royndum.
Í nógvum londum byrjar skúlagongdin fyrr enn hon ger í Danmark, t.d. í Frankaríki. Men sum frálíður, eru fronsku børnini ikki betri fyri, enn tey donsku. Tá ið tey koma í studentaskúla, eru tey ikki dugnaligari fakliga enn tey donsku og tey klára seg ikki betur í t.d. Pisakanningunum. Hinvegin, so eru tey nógv minni kreativ, og tey halda tað ikki vera stuttligt at ganga í skúla”.
Men hvat er tað so, ið ger, at vit eru so upptikin av forskúlum og av, at børnini skulu hava skipaða læring fyrr, tá ið einki bendir á, at tað hevur nøkur positiv úrslit við sær - og í veruleikanum bara er stuldur av barndóminum hjá børnunum?
Hjá mongum ljóðar tað jú sum ein sjálvfylgja, at jú fyrr, vit fara undir skipaða undirvísing, jú betur verða vit fyri. Men tíanverri, so er tað soleiðis, at tað passar ikki.
Men kortini er tað á hesa ranghugsan, nógv av okkara fatan av, hvat er best fyri børnini, er grundað á fyri tíðina.
Globaliseringin trokar á og ávirkar okkum, vit samanbera okkum við onnur lond, t.d. Kina, og børnini gerast ein lutur og eitt amboð í strembanini eftir at gera okkum meira kappingarfør. Hetta hevur so leitt til hugsanina um, at fyrr, byrjað verður at undirvísa børnunum, longri røkka tey í samfelagnum. Hetta er ikki vísundaliga grundað ella grundað á royndir, men er bara nakað, mann heldur. Og gerst ofta partur av súmbolpolitikkinum í politisku skipani, sum prógv fyri, at skúlin verður tikin í álvara. Veruleikin er so, at tað er akkurát øvugt. Kanningar hava aftur og aftur staðfest, at skúlakendir aktivitetir tíðliga í lívinum hava við sær verri úrslit - eisini í siðbundnum lærugreinum, sum lesing, mál, støddfrøði, rokning, fysikk o.s.fr.
Sosiali arvurin og vit – vitan kveistrað til viks
Pisakanningarnar høvdu ta avleiðing fyri børnini alment og skúlanum, at øgiligur dentur varð lagdur á lesing, umframt, at skúlin og børnini vórðu undirdíkt í meiningsleysum royndum í tíð og úrtíð. Tað er púra rætt, at kanningarnar vístu, at lesingin ikki var av tí frægasta. Tí kom henda ógvusliga fokuseringin upp á lesing, ið hevur verið. Men kanningarnar søgdu so øgiliga nógv annað. Tað mest áhugaverda var, at tað var útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum - serstakliga mammuni - ið avgjørdi lesiførleikan hjá barninum. Bara mamman hevði eina miðnámsútbúgving ella vinnuútbúgving, so vóru børn teirra betri lesarar, enn børn, ið høvdu eina mammu, ið bert hevði fólkaskúlan.
Kanningarnar vísa, at fakligu førleikarnir í øllum lærugreinum neyvt hevur samanhang við mentunarliga kapitalin hjá heiminum. Tað áhugaverda í hesum er, at tað er sosiali arvurin, ið skal brótast. Og hann bróta vit ikki – soleiðis sum Pisakanningin varð tolkað – við at børnini fáa meira av tí sama. Skulu vit bróta sosiala arvin í skúlanum, so gera vit tað við at skipa ein skúla, ið røkkur øllum. Á sama bógvin bendir niðurstøðan í Pisakanningunum, at gentur eru væl betur fyri enn dreingir, í skúlanum. Okkurt er, ið sigur okkum, at skúlin í stóran mun ikki er fyri øll - og als ikki fyri dreingir.
Sjálvsagt er tað ikki so einfalt, at sosialur arvur kann brótast bara um skúlan. Har eru so nógv onnur viðurskifti rundanum, ið eisini skulu takast við: lívsvilkorini alment, bústaður, arbeiði og møguleikarnir fyri at liva eitt virkið lív. Serstakliga hava vit ein trupulleika í einligum forsyrgjarum, ikki tí tey eru einligir forsyrgjarar, men tí at lívsvilkorini vit bjóða teimum eru so vánalig. Hetta merkir so aftur børnini. Men dagstovnurin og skúlin hevur avgjørt ein leiklut í at bróta sosiala arvin.
Tað løgna er so, at øll tilmæli og vitan um læring og menning hjá børnum, eru vorðin kveistrað av borðinum til fyrimuns fyri súmbolpolitikk, og tí mann heldur seg vita, men ikki á ta vitan, ið er atkomandi. Hetta eyðkennir hesa forskúlakunngerð og ”royndina”. Soleiðis hevur eisini verið í grannalondum okkara, mest Danmark. Men munurin er, at har er eitt kjak farið fram. Hjá okkum tykist tað, sum at tað mesta er farið fram í loyndum. Hyggja vit eftir kunngerðini og royndini, so sæst, at stórur partur byggir á eina aveldaða fatan av, hvat læring er, lítið og einki fyrilit er fyri menningini hjá børnum og tað verður ikki grundað í einum samfelagsligum samanhangi, hvussu samfelagið hevur ment seg og hvat vit hava tørv á sum samfelag.
Í fullum álvara eru tað nøkur, ið halda, at endamálið við dagstovnunum er at fyrireika børnini til skúlan. Ikki minst hetta er í andsøgn við gitnu Santiago-deklaratiónina, har um stórthundrað altjóða leiðandi útviklingspsykologar og granskarar ávara ímóti tí ráki, ið er, at sjálvt smá børn verða undirvíst uttan fyrilit fyri vitanini um menning og læring hjá børnum. Dagsskráin tykist vera: hvat kann gera børnini meira skúlabúgvin ella at tryggja, at tey klára seg væl í Pisa-royndunum. Men hjá børnunum sjálvum er tað avgerandi at tryggja sær eitt gott barnalív. Og tað má eisini vera endamálið hjá okkum, at tey fáa.
Hvør er so munurin á læring og undirvísing? Tann mest einfalda lýsingin er, at høvuðsmunurin er, hvør er í sentrum: tann lærandi ella tann undirvísandi. Læring verður fatað sum strembanin hjá børnum sjálvum at ogna sær vitan og lívsroyndir, børnini eru aktiv, og uppgávan hjá tí vaksna er at leggja til rættis umstøður fyri læring: at læra av. Børn læra allatíðina. Undirvísing er tann skipaða flytanin av kunnleika frá tí vaksna til barnið: at læra um. Barnið kann læra av undirvísing, men tað er als ongin trygd fyri, at tað lærir nakað, um tað fær undirvísing í avmarkað tíðarbil.
Ein av fáu broytingunum í kunngerðini frá 2013 í mun til hana frá 2011, er hetta brotið, ið er skoytt uppí § 3: Innihaldið í undirvísingini skal í minsta lagi fata um grundstøði í: “undran, forvitni og skapanargleði”. Nú havi eg ongantíð hoyrt um ella sæð pedagogiskar teori-ir um at undirvísa í hesum. Tað, sum ber til, er at skapa grundarlag fyri einum læriumhvørvi, har børnini undrast, gerast forvitin og kenna skapanargleði. At undirvísa í tí, er beinleiðis at oyðileggja gleðina við slíkari læring. Men orsøkin til hetta, er allarhelst tilgongdin hjá teimum, ið hava snikkað kunngerðina til, har hugsað verður undirvísing og ikki læring – og tað kann vera ógvuliga stórur munur á teimum báðum hugtøkunum.
Royndararætlanin - Hvørji eyðkenni hevur ein royndarætlan?
Á vári 2013 boðar mentamálaráðharrin so frá, at ein royndarætlan hevur verið í gongd, ið longu er vorðin eftirmett. Í einum brævi, dagfest 5. juli 2013, sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum, at kunngerðin frá 2010, varð lagað til eftir hoyringssvarunum, og síðani varð avtalað við kommunurnar ”at ein royndarskipan skuldi setast í verk út frá uppskotinum til kunngerð.” Ikki sæst nakrastaðni í teimum skjølum, eg havi sæð, nøkur avtala við kommunurnar.
Nú veit eg ikki hvat, Mentamálaráðið leggur í eina royndarætlan. Talan kann í hesum førinum vera um: Royndarundirvísing ella pedagogiskt menningararbeiði. Eyðkent fyri slíkar royndarverkætlanir er, at ein pedagogisk hugsan, metoda ella okkurt annað, ið kvalitativt kann gera praksis betur, verður roynt. Eyðkent fyri bæði sløgini av pedagogiskum royndararbeiði eru greið mál og eftirmeting. Báðir hættirnir eru grundfestir í vælroyndum vísindaligum fatanum. Annað eyðkenni er, at eftirmetingin verður gjørd av fólki við serkunnleika innan økið – vísundaliga grundað – óheft av sjálvari royndini. Spurningurin er so, hvat slag av royndarvirksemi hetta hevur verið? Tað er ikki at taka munin ov fullan at siga, at tað er meira enn trupult at fáa eyga á nøkur greið mál við royndini ella hvat endamálið er við henni, tíansheldur, hvat slag av roynd hetta er.
Tó eru glottar. Í einum brævi frá aðalstjóranum í Mentamálaráðnum, dagfest 8. mai 2013, rivar eitt sindur: ”Endamálið við royndarverkætlanini er at royna uppskotið til kunngerð í verki, at gera møguligar ábøtur í uppskotinum og at fáa til vega ítøkiligar royndir við forskúla sambært uppskotinum til skipan og læring í forskúla”. Nøkur greið lýsing av royndini sæst ongastaðni ella hvussu hon skal gjørgnumførast, skipast og eftirmetast. Víðari verður sagt:”Royndarverkætlanin fataði í fyrsta lagi um skúlaárið 2011/12, ætlanin er m.a. grundað á lesifremjandi og handaligt virksemi, talfatan, rørslu og sang/tónleik”. Hetta er burtur úr § 3 í forskúlakunngerðini, uttan tað, at har stendur einki um nakra lesifremjan, men: mál og málmenning, ið ikki er heilt tað sama, sum lesifremjan. Leiðarin í forskúlanum skuldi lata kommununi og Mentamálaráðnum eina frágreiðing og koma við tilmæliga um ábøtur og broytingar.
Upprunakunngerðin frá 26. november 2010, er í stóran mun grundað á donsku: Bekendtgørelse af 31. mars 2009 om undervisning i børnehaveklassen. Tann útgávan, vit nú hava á føroyskum, frá jóansøku 2013, hevur enn nógv av donsku kunngerðini í sær; men hon er ikki broytt til tað betra, men er blivin enn meira undirvísingarkend. Í teirri donsku kunngerðini stendur: “Sprog og udtryksformer”, tað er so í teirri føroysku blivið til: ”Mál og málmenning”. At tað so í royndarætlanini er blivið til lesifremjan, er bæði orsakað av tí undirvísingarkendu fatanini av læring, ið er aftan fyri allan hugburðin í kunngerðini, men eisini ein klassisk føroysk misfatan av danska orðinum udtryksformer, ið eisini er í teirri føroysku fólkaskúlalógini. Udtryksformer vil siga: nógvir ymiskir hættir at ogna sær málið uppá, um nógvar ymiskar aktivitetir og um nógv pedagogisk amboð, bæði emotionell og kognitiv. Í teirri føroysku fatanini er tað eintýtt blivið til skipaða mannagongd fram móti lesing. Tað er als eingin ivi um, at eitt barn við vælmentari málfatan áðrenn skúlabyrjan, eisini fer at læra meira í skúlanum, tí at góð málfatan lættir um læringina. Men, vit vita eisini, at tann sosiali parturin av læringini gongur fram um tann intelektuellla partin av læringini, so í byrjanini skulu vit leggja dent á tann sosiala og kensluliga partin, heldur enn á tann kogitiva ella intellektuella. Mál er eitt sosialt samskiftisamboð, ið er fortreytin fyri lesingini, tað, ið gevur lesingini meining. Allar royndir vísa, at góðar umstøður fyri einum fjølbroyttum læruumhvørvi á dagstovninum – eisini tí málsliga – er besta fortreytin fyri lesingini seinni í lívinum.
At gera eina pedagogiska royndarverkætlan í mun til eina kunngerð, er bæði ivasamt og margháttligt. Tí ein kunngerð er ein fyrisitingarlig lýsing av reglum og innihaldi í einum eventuellum forskúla, tað er ikki nøkur pedagogisk royndarætlan, men ein staðfesting av, hvussu myndugleikin vil hava tað at vera. Tað er mangt, ið bendir á, at endamálið við royndarverkætlanini bert hevur verið at staðfesta praksis, hvør hann so er. At so er, vísir hetta skriv frá Mentamálaráðnum dagfest 12. juli 2013 til Føroya Pedagogfelag: “Tá skúlar fingu játtað at seta forskúla á stovn og eingin kunngerð var, mátti annað gerast og var uppskotið til kunngerð, ið fór út til hoyringar tí nýtt sum grundarlag undir verkætlanini. Staðfest verður, at skipanin hevur virkað væl og verður kunngerðin tí sett í gildi.”
Seinni partur kemur fríggjadagin










