Landsverk livir við kritikki hvønn einasta dag

Ewald Kjølbro, stjóri Landsverk
-----
Sosialurin hevur í tveimum út­gávum í síðstu viku roynt at sáa iva um, hvørt upp­søg­nin av einum bygg­i­leið­ara í sambandi við skúla­verk­æt­l­an­ina við Marknagil var í lagi. Í oddagreinini í blaðnum fríggj­a­dagin undir heitinum “For­klára teg Ewald”, setir høv­und­urin retoriska spurn­ing­in “Er ikki pláss fyri krit­ikki í Marknagili”.
Jú, sjálvandi er pláss fyri kritikki her, eins og tað er í sambandi við eina og hvørja aðra verkætlan, sum Landsverk varðar av. Hetta eru umstøður, sum stovnurin livir við hvønn einasta dag. Og jú, eg vil fegin forklára meg enn einaferð.
Eg havi ta áskoðan, at kon­struktivur kritikkur bein­leiðis er ein fortreyt fyri at fáa eitt mál lýst best møgu­liga. Tess fyrr slíkur kritikkur kemur, eins og tað hevur verið í sambandi við Marknagil, tess betri og lættari er at rætta inn, tá hetta er neyðugt.
Í greinini inni í blaðnum fríggja­dagin undir heitinum “Lands­verk kippir kritikarar” stend­ur, at “Landsverk hevur spælt sær av við øll fólkini, sum kunnu geva eitt mótspæl til ráð­gev­ar og arbeiðstakarar, sum kunnu fyrihalda seg krit­iskt til verkætlanina”. Hend­an útsøgnin byggir á nið­ur­støðu í kæruni frá fyrr­ver­andi byggileiðara, sum mátti fara úr starvi í feb­r­u­ar, tí grundarlagið undir star­v­inum ikki var til staðar long­ur, og framvegis ikki er tað.
Her er neyðugt við eini rætt­l­eið­ing. Av teimum fýra fólk­u­num, sum vóru knýtt at verk­ætl­anini við Markn­a­gil, eru framvegis helm­ing­ur­in í starvi. Áðrenn bygg­i­leiðarin fór frá, valdi verk­ætl­an­ar­ov­ast­in at siga upp og flyta aft­ur til Danmarkar, har hann fór í annað starv, tá upp­sagn­ar­tíði­n á Landsverki var úti. Tað var sjálvandi óheppið, at ein slík­ur lyklapersónur valdi at fara, men síðani tá er nýggj­ur maður komin í hans­ara stað, umframt tey áð­ur­nevndu tvey, sum framvegis ar­beiða við verkætlanini. Har­aft­ur­at hev­ur stovnurin havt ráð­gev­ing utt­an­í­frá, sum hevur luttikið í at granska verk­ætl­anina.
Fráfarni byggileiðarin, sum ein­ans var í starvi á Lands­verki í seks mánaðir, var ikki lyklapersónur í teim­um fas­um, sum verkætlanin hig­­­ar­til hevur verið í. Held­ur ikki hevði hann nakað bein­leið­is samskifti við ráð­gev­ar­ar­nar. Ongin annar bygg­i­leiðari er settur í hansara starv enn og verður tað held­ur ikki, fyrr enn fleiri ar­beiðs­tøkur eru farnar í gongd. Væntandi um nakrar mán­­aðir.­
Tað kann sjálvandi vera tor­ført hjá teimum, sum ikki kenna byggivinnuna, at seta seg inn í, hvussu ein bygg­i­til­gongd virkar frá byrj­an til enda. Orsakað av, at verkætl­anin gjørdist mun­andi dýr­ari, enn fíggj­a­­rkarm­urin loyvdi, er verkætlanin nógv seink­að og er framvegis í fyrra helmingi á tí fyrstu ar­beiðs­tøk­uni, sum er jørð og bet­on. Tað vil siga, at tað er jørð­ar­beið­ið, sum verður gjørt nú. Og í ver­u­leikanum er ikki brúk fyri meira enn einum byggi­leiðara úti á plássinum, fyrr enn fleiri arbeiðstøkur eru byrj­aðar.
Fyri at venda aftur til upp­sagn­ar­mál­ið av bygg­i­leið­ar­a­num, fari eg staðiliga at vísa aft­ur, at uppsøgnin er framd utt­an haldgóða grundgeving. Or­søkin er eina og aleina, at verk­­ætl­­a­n­in dróg út, og at grundarlagið und­­ir starvinum hjá bygg­i­leið­ar­a­num var burtur.
Forkláringin er hendan: Eft­ir lisitatiónina 28. au­gust 2012, har samlaðu til­boð­ini lógu 155 mió. kr. om­an fyri játtanarkarmin í verk­lags­lógini, var longu greitt, at um tað skuldi vera møguligt at gjøgn­um­føra verkætlanina, gjørd­ist neyðugt við stórum sparing­um.
Sum byggiharri hevði Lands­­verk sjálvandi eina týð­­andi uppgávu at finna all­ar tær sparingar, sum vóru møg­u­ligar. Stovnurin fór tí bein­an­veg­in undir at greina verk­ætl­anina við tí endamáli at finna hesar sparingar. Væl at merkja uttan at hetta grund­leggj­andi mátti ganga út yv­ir dygd­ina á ver­kæt­lanini. Eisini sjálvt um tað møguliga ikki bar til at røkka einum bygg­i­kostn­aði, ið helt seg innan fyri tá­ver­andi játt­ana­rkarm.
Hóast eina eykajáttan á 64 mió. krónur, var fram­vegis neyðugt við øllum hugs­andi sparingum. Stóru spar­ing­ar­nar gjørdu sam­stund­is, at verkætlanin mátti enda­vend­ast og í stóran mun teknast av nýggj­um. Orsakað av hesum víð­fevndu eykauppgávum, kundi ikki roknast við mynd­ug­leik­a­góð­kenn­ing, fyrr enn í fyrsta lagi við endan av au­gust 2013.
Sum natúrlig avleiðing av hes­um útgreinandi arbeiði, bar ikki til at fara undir bygg­ing, fyrr enn seint á heysti 2013. Av somu orsøk var ikki brúk fyri meira enn ein­um byggileiðara á sjálvum byggi­pláss­i­num, fyrr enn tá.
Ætlanarskrivið hjá Lands­verki um uppsøgn varð av­hend­að byggileiðaranum 1. febr­uar 2013, tá lagnan á verk­­ætl­anini við Marknagil fram­­v­egis var óviss. Hetta tí tilboðini til sjálva bygg­i­ngina lógu langt oman fyri játt­an­ar­karm­in. Hendan støðan var gald­andi líka fram til 22. mars 2013, tá uppskotið um eyka­játtan varð samtykt í Løg­ting­i­num.
Fráfaringaravtalan, sum varð undi­­r­skriv­að 23. mai 2013, kom í lag eftir ynski frá byggileiðaranum sjálv­um og hevði ikki nakað bein­leið­­is sam­band við sjálva upp­søgnina at gera, eft­ir­sum hoyr­ingsskrivið um upp­­søgn varð avhendað longu 1. februar 2013. Tað er einki óvan­ligt í, at al­menn starvs­fólk fáa frá­far­ing­ar­av­talur, tá ser­ligar umstøður gera seg gald­andi.
Í greinunum í Sosialinum verð­ur nevnt, at byggileiðarin um­veg­is ad­vokat í eini kæru til Inn­lend­is­mál­a­ráð­ið hevði við­merki­ngar til verk­ætl­a­n­ina, sum mill­um ann­að snúgva seg um vána­liga góðsku­­trygg­ing av ar­beið­i­num.
Til hetta er at siga, at tað er heilt vanligt í stórum verk­ætl­anin, at ymisk viðurskifti ikki er fingin endaliga upp á pláss í hesi fasu á verk­ætl­an­ar­til­gongd­ini . Fyri at avdúka møgu­l­igar veikleikar ella feil­ir í eini verkætlan, verður tí skip­að fyri eini innanhýsis gransk­ing, so ivasom við­ur­skifti kunnu rættast.
Ein partur av hesum er end­a­lig góðskutrygging, sum sostatt í góðari tíð er kom­in í rættlag, áðrenn sjálv bygg­ing­in byrjar. Nakað, sum er heilt natúrligt.
Tað er altíð keðiligt at siga starvs­fólkum farvæl, men í hes­um føri bar tíverri ikki til at gera annað. Byggileiðarin var ára­máls­sett­ur og løntur av sjálv­ari verk­ætl­anini og var har­­við ikki partur av fasta starvsfólkahópinum hjá Lands­verki. Tað bar tí ikki til at finna annað starv á stovn­­i­­num til hansara. Longri er tann søg­an ikki, hó­ast ídnu roynd­­ina hjá Sos­i­ali­n­um at spinna nakað annað burt­ur­­úr.