Langgaard verið? - Eg havi altíð arbeitt. Sum barn plagdi eg at egna, og sum ung arbeiddi eg í Statoil í Leirvík. Havi eisini arbeitt fisk og annað fyrifallandi. Eftir lokna útbúgving havi eg havt trý størv [...] meira spennandi, og eg haldi eisini, at hesar passa betri til mínar førleikar, sigur Gudny Langgaard. Ein størri samrøða við stjóran í Nema|Hey er í Vinnublaðnum, sum er í Sosialinum í dag.
spælir fyri. - Eg havi longu upplivað nógv og eg eri glaður fyri hvønn minutt, eg havi spælt, men eg mangli enn at spæla fast og støðugt gjøgnum eitt heilt samanhangandi kappingarár, og tað havi eg sett mær [...] virðing fyri fótbóltsspælinum. - Eg havi altíð elskað fótbólt, men um møguligt, so havi eg nú fingið eina uppaftur størri gleði við at sleppa at spæla, tí eg onkursvegna havi sæð og følt, hvussu keðiligt tað [...] - Eg havi ongantíð í mínum livandi lívi verið meira tendraður til eina venjing, tað er ein so fantastisk kensla at vera aftur, at eg finni ikki orðini fyri tað. Hetta er tað størsta, sigur Brandur H. Olsen
leikar á hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Hann sigur her og nú, og hann sigur, at "… eg havi givið boð um…", og "… eg sigi, at tað skal verða so…" Nakað soleiðis tekur formaðurin í Føroya Skipara-og [...] at hann ikki vinnur á mál við fiskivinnunýskipanini. - Tá landsstýrismaðurin ikki hevur ella virðir ein plan B, so vil eg meina, at hann er totalt ábyrgdarleysur, og hetta skuldi kunna fingið avleiðingar [...] uppskotið ígjøgnum, leggja vit flotan umgangandi, sigur stjórnarlimurin í Føroya Fiskimannafelag. Ein onnur viðmerking til úttalilsini hjá Høgna Hoydal í Kvf í kvøld kemur frá Eyðsteini Poulsen, reiðara
verður samtykt, soleiðis sum tað fyriliggur. - Barentshavið hevur staðið mær nær alla mína tíð. Í dag havi eg fingið at vita, at vit skulu minka í Barentshavinum, tí anti-trust sigur, at eingin skal eiga meira [...] eldru partrolararnar, og so steingi eg Kósavirkið. Hanus Hansen segði, at eftir hevur hann kanska ein flakatrolara og eitt uppsjóvarskip, tí hann noyðist at halda seg niðan fyri hesi 12 prosentini, sum
hetta er ein longri søga, men stutta útgávan er, at tað var eitt samlað vinnulív og ein politiskur stuðul til at fara undir hetta arbeiðið. Hann var á fundi við borgarstjóran og hansara fólk eins og við [...] errin vegna spælararnar. Hetta heldur bara fram at veksa. Eg havi havt nakrar av hesum spælarum frá tí, at teir vóru 16 ára gamlir, og eg havi eitt ógvuliga nært samband við fleiri teirra. Sambært Verdens [...] vitjan hjá ommu og abba. So, eg havi eitt tilknýti til økið, sum sjálvandi hevur nakað at siga. Hann heldur eisini, at tilknýti, sum hann hevði til Klaksvíkar, var ein orsøkin til, at tað eydnaðist at
svomið, súkklað og runnið ein heilan dag. - Ironman er einki minni enn ein fantastisk uppliving fyri ein sum meg, sum ongantíð hevur verið tað stóra ítróttarmenniskja, sigur ein errin David. Byrjaði úr ongum [...] at venja triathlon; ein ítróttur við greinunum svimjing, súkkling og renning. Áðrenn tað hevði hann ikki fingist stórvegis við ítrótt. - Eg havi altíð verið nokkso “mageligur” og havi ikki havt tann heilt [...] til ein heilan ironman, greiðir David frá. Tó var tað renningin, sum var strævnasti parturin av kappingini. - Fyri meg var renningin tað harðasta. Eg byrjaði at merkja møðina tá, og harafturat havi eg ikki
ár? - Eins og vanligt verða jólini hildin heima, og vit eru eisini nógv saman við okkara nærmastu jóladagarnar. Tað er avgerandi, at vit minna hvønn annan á, hví vit halda jól, og kirkjugongd er ein heilt [...] byggibúgvið. - Fyri stuttum byrjaði eisini byggibúningararbeiðið undir Høganesi. Her var í sínari tíð ein ætlan, nevnd Høganesætlanin, og nú verður endiliga møguligt at seta búgv á hesum øki. ##med3## Bor [...] fáa eitt frítíðarkort í 2020, sum kann brúkast til limagjald til ymiskt frítíðarítriv. - Hetta er ein royndarskipan í 2020, og spennandi verður at síggja, hvussu skipanin kemur at virka, sigur hann. Hvat
33 fólkaskúlanæmingar royna seg hesar dagarnar í Løgtinginum. Ein teirra er Róar Mørkøre Hansen, sum av álvara hevur fingið áhuga fyri politikki. Hann hevur strídst í fleiri vikur við fyrireikingum, og [...] Róar Mørkøre Hansen í morgun legði sítt uppskot fram í Løgtinginum. Men enn er hann ikki ræddur. - Eg havi leingi havt áhuga fyri politikki, men hetta kundi fingið meg at farið upp í politikk, sigur 15-ára
- Hetta er ein dagur, eg leingi havi bíðað eftir. Tað sigur Helen Højgaard Jacobsen á Toftum, tá vit spyrja hana, um hon hevur roynt Eysturoyartunnilin. Og tað hevur hon sjálvsagt gjørt - longu leygardagin [...] alment læt upp. Men, hvat heldur hon so um hesa útbygging av vegakervinum? - Eysturoyartunnilin er ein einastandandi verkætlan. Tá eg hoyrdi um hesa tunnilsætlan av fyrstan tíð, helt eg, at hetta var ørskapur
Sjúrður Horsdal, at hann ikki vil gera stórvegis viðmerkingar til tað, sum er farið, men at tað er ein lætti at avgerðin nú er tikin. Hann hevur einki starv at fara til, men væntar ikki at fara at sita [...] Arbeiðsloysisskipanin hevur eina trupla fortíð við nógvari feilumsiting og ónøktandi tænastustøði. Eg havi roynt at bøtt um hetta, og meti sjálvur, at nógv er komið burturúr, sigur Sjúrður Horsdal, og nevnir