- Hetta kundi fingið meg at farið upp í politikk

15-ára gamli Róar kundi hugsað sær at fingist meiri við politikk í framtíðini

33 fólkaskúlanæmingar royna seg hesar dagarnar í Løgtinginum. Ein teirra er Róar Mørkøre Hansen, sum av álvara hevur fingið áhuga fyri politikki.

 

Hann hevur strídst í fleiri vikur við fyrireikingum, og nervarnir sótu uttan á, tá 15-ára gamli Róar Mørkøre Hansen í morgun legði sítt uppskot fram í Løgtinginum. Men enn er hann ikki ræddur.

 

- Eg havi leingi havt áhuga fyri politikki, men hetta kundi fingið meg at farið upp í politikk, sigur 15-ára gamli Róar Mørkøre Hansen, sum umboðar Skúlan á Fløtum í Ungdómstinginum. Hann heldur, at seinastu vikurnar hava verið bæði mennandi og spennandi.

 

Ungdómsting verður í ár hildið fyri 6. ferð, og hevur til endamáls at vekja áhugan fyri politikki millum tey ungu. Men sum skilst á bæði ungum og gomlum, fáa báðir partar nógv burturúr tiltakinum.

 

- Eg haldi, at hetta er eitt super tilboð til tey ungu, men eg haldi eisini, at teir gomlu politikkarnir, kunnu fáa nakað burtur úr hesum. Teir flestu hava ikki sitið á skúlabeinki í 20 ár, og so er ringt hjá teimum at vita, hvat teir kunnu gera fyri betra um okkara umstøður, sigur Róar Mørkøre Hansen.

 

Serligan áhuga fyri umhvørvinum

 

Róar legði í morgun uppskot fram fyri hinum 32 næmingunum. Hann hevði fyrireikað seg væl og uppskotið bleiv eisini væl móttikið. Róar mældi til, at allir landsins fólkaskúlar skulu ásetast at hava eina árliga umhvørvisviku, har næmingarnir arbeiða við umhvørvistrupulleikum.

 

- Eg haldi, at hetta er eitt spennandi øki at arbeiða við, og so hevur tað eisini øgiliga stóran týdning fyri framtíðina hjá okkum øllum, sigur næmingurin, sum kundi hugsað sær at arbeitt meiri við umhvørvinum í framtíðini.

 

- Eg haldi, at føroyingar hugsa alt ov lítið um umhvørvið, so eg kundi hugsað mær at gjørt meiri við hetta. Kanska eg fari at taka tað upp, um eg fari upp í politikk seinni, sigur hann.

 

Tað eru næmingar úr Vágs Skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar Skúla, Skúlanum á Fløtum og Nám X sum manna Ungdómstingið, og tey viðgera millum annað valrætt, rúsdrekkalóg, fosturtøku og undirsjóvartunnil.

 

Les eisini um Páll á Reynatúgvu, sum fær íblástur frá næmingunum.

 

Kelda: Logting.fo

15-ára gamli Róar kundi hugsað sær at fingist meiri við politikk í framtíðini

15-ára gamli Róar kundi hugsað sær at fingist meiri við politikk í framtíðini

15-ára gamli Róar kundi hugsað sær at fingist meiri við politikk í framtíðini

15-ára gamli Róar kundi hugsað sær at fingist meiri við politikk í framtíðini

15-ára gamli Róar kundi hugsað sær at fingist meiri við politikk í framtíðini