Um miðjan august í ár byrjaði Gudny Langgaard sum stjóri í samtakinum, Nema|Hey. Hon kom úr einum starvi sum stjóri í Vága Floghavn, sum hon hevði røkt síðan 2018. Men, Gudny Langgaard hevur áður verið stjóri í Hey, tá fyritøkan bar navnið Vodafone Føroyar. Her var hon í fimm ár fram til 2016. Fyri ta tíð var hon sølu-og marknaðarstjóri í felagnum í tvey ár.
Vinnublaðið, sum er í Sosialinum í dag, hevur skift orð við nýggja stjóran í Nema|Hey, sum er uppvaksin í Leirvík. Gudny Langgaard sigur, at árini, áðrenn hon gjørdist mamma, hevði hon altíð stóran útlongsul. Maður hennara, Ved Nagurset, er av Mauritius, og tey eiga trý børn, Emmu (15), Remi (8) og Evu (2).
Hvør hevur starvsleiðin hjá Gudny Langgaard verið?
- Eg havi altíð arbeitt. Sum barn plagdi eg at egna, og sum ung arbeiddi eg í Statoil í Leirvík. Havi eisini arbeitt fisk og annað fyrifallandi. Eftir lokna útbúgving havi eg havt trý størv. Eg arbeiddi á Sosialinum árini 2005 til 2009, Vodafone Føroyar árini 2009 til 2016 og síðan í Vága Floghavn árini 2018 til 2019.
Nú er Gudny Langgaard so aftur í samtakinum, Nema|Hey.
Men, var starvið sum stjóri í Vága Floghavn ikki tað, hon hevði væntað?
- Jú, starvið í Vága Floghavn var avgjørt spennandi. Fólkini eru sera fitt og dámlig, og eg treivst væl. Men, eftir at hava fingið starvið í Nema|Hey í boði, kom eg til ta niðurstøðu, at hetta arbeiði er ta betra. Eg meti, at uppgávurnar sum stjóri í Nema|Hey eru meira spennandi, og eg haldi eisini, at hesar passa betri til mínar førleikar, sigur Gudny Langgaard.
Ein størri samrøða við stjóran í Nema|Hey er í Vinnublaðnum, sum er í Sosialinum í dag.