- Hetta er álvarsamt

- Ein hugsandi avleiðing verður, at eg selji tey gomlu línuskipini og partrolararnar og steingi Kósavirkið, sigur Hanus Hansen, reiðari.

- Mær dámar hetta illa - ja, mær dámar hetta einki, segði Hanus Hansen, reiðari hjá JFK í Degi & Viku í kvøld, eftir at hann hevði verið við til framløguna av nýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum.

 

Reiðarin vísti eitt nú á, hvussu støðan hjá hansara skipum fer at verða í Barentshavinum, um landsstýrisuppskotið verður samtykt, soleiðis sum tað fyriliggur.

 

- Barentshavið hevur staðið mær nær alla mína tíð. Í dag havi eg fingið at vita, at vit skulu minka í Barentshavinum, tí anti-trust sigur, at eingin skal eiga meira enn 12 prosent av rættindunum, og vit eiga væl meira enn tað. Hetta kemur at gera, at vit koma at minka.

 

Men, er tað ikki bara gott, at onnur eisini sleppa framat?

 

- Tit blíva við at siga, at onnur ikki sleppa framat, men tað passar ikki. Eg byrjaði 1. august í 1996 sum stjóri. Tá var slagorðið, at man skuldi hava færri skip - og at man skuldi leggja saman. Síðan 1996 hava vit keypt ikki færri enn 32 skip. Síðsta skipið vit keyptu, keypti vit í november í 2016. Tað var Pison, sum vit keyptu saman við nøkrum ungum og røskum monnum. Tað var eingin annar enn vit, sum bjóðaðu, og skipið varð keypt í fútarættinum.

 

Hanus Hansen endurtók, at tað passar ikki, at aðrir ikki sleppa inn í vinnuna.

 

- Uppboðssølan ger, at anti-trust verður altuelt, tí tú minkar innanífrá. Tá kvota verður seld í Barentshavinum, fái eg ikki keypt í sama mun, sum eg átti at kunna keypt. Tað merkir, at vit koma at minka í Barentshavinum, og vit koma at minka aðrastaðni við.

 

Reiðarin vísti á, at vit kunnu spyrja, hvat hann so skal gera.

 

- Um eg skal halda fram í vinnuni, má okkurt fara burturav - og so fari eg kanska, sum eg segði á fiskivinnutinginum í Klaksvík, at selja tey eldru línuskipini og teir eldru partrolararnar, og so steingi eg Kósavirkið.

 

Hanus Hansen segði, at eftir hevur hann kanska ein flakatrolara og eitt uppsjóvarskip, tí hann noyðist at halda seg niðan fyri hesi 12 prosentini, sum nýskipanaruppskotið leggur upp til.

 

- Hetta er álvarsamt. Tað er eingin ivi um tað, segði reiðarin hjá JFK í Klaksvík í Degi & Viku í kvøld.