- Hetta hevur verið eitt fantastiskt ár

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, heldur, at millum bestu minnini í 2019 eru, at hann og konan - Guðny - í árinum høvdu verið gift í 25 ár.

 

Hvørji mál ert tú serliga fegin um, at sitandi bygdaráð higartil hevur framt?

- Vit hava fingið avgreitt fleiri mál og millum tey mál, eg eri serliga fegin um, er eitt nú íbúðarbygningarnir á Kneysum, sum eru reistir í heyst. Talan hevur verið um drúgt fyrireikingararbeiði og samráðingararbeiðið við Bústaðir hjá bæði undanfarna og núverandi bygdaráði.

Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen.

Hann vísir á, at pierurin á Toftum er longdur við 90 metrum, og hetta er í fyrsta lagi gjørt við tunnilsgróti. Talan var um eina stóra verkætlan hjá kommununi, sum gekk sera væl. Arbeiðið varð gjøgnumført sum ætlað - til tíðina og til mettan kostnað.

##med2##

- Vestursíðan á 1981-bygninginum í Tofta skúla hevur fingið nýggjan klædning, nýggja bjálving og vindeygu. Hetta hevur verið tiltrongt í nógv ár, og tí er gleðiligt, at vit endiliga hava fingið gjørt hesa íløgu.

Borgarstjórin sigur, at 250 metrar av Agnavegnum eru gjørdir, og hetta hevur verið eitt ynski hjá kommununi í nógv ár. - Men, Landsverk átti hetta vegastrekkið og einki hendi. Kommunan yvirtók vegin í undanfarna valskeiði, og nú er vegurin longu dagførdur, sigur hann.

Jóhannus Danielsen fegnast eisini um, at kommunan hevur fingið savnað bygdasøguna, har 2. bind kom í 2017 og 3. bindið í 2018.

- Í nógv Harrans ár hevur verið tosað um at fáa skrivað eina bygdasøgu fyri bygdirnar í Nes kommunu. Undanfarna bygdaráð tók avgerð um, at kommunan skulu fara undir at útgeva søguna. Helgi Jacobsen, rithøvudur, skrivaði bind 1-2, og Torleif Hansen skrivaði bind 3, sum er ættarbindið.

Borgarstjórin vísir á, at í 2019 hava KBH og Sandgrevstur bygt tveir stórar vinnubygningar á havnalagnum, og Nes kommuna hevur í báðum førum gjørt lendið byggibúgvið.

- Fyri stuttum byrjaði eisini byggibúningararbeiðið undir Høganesi. Her var í sínari tíð ein ætlan, nevnd Høganesætlanin, og nú verður endiliga møguligt at seta búgv á hesum øki.

##med3##

Borgarstjórin fegnast um, at fólkatalið í Nes kommunu veksur, og hetta krevur so eisini meira pláss á barnaansingarhølum. 

- Í ár eru vit byrjaði at byggja upp í verandi frítíðarskúla, sum eisini verður barnagarðsstova. Bygningurin fer at standa liðugur um eitt ár.

Jóhannus Danielsen vísir eisini á samtyktina hjá bygdaráðnum um, at øll ung millum 6 og 18 ár fáa eitt frítíðarkort í 2020, sum kann brúkast til limagjald til ymiskt frítíðarítriv. - Hetta er ein royndarskipan í 2020, og spennandi verður at síggja, hvussu skipanin kemur at virka, sigur hann.

Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði?

- Í 2020 fara vit at arbeiða við at fáa veg og uttanumøkið við íbúðarbyggingina á Kneysum liðugt, so hetta verður klárt, tá tey fyrstu flyta inn, vónandi síðst í 2020.

Eisini verður arbeitt við at fáa byggibúningina á Høganesi lidna.

Borgarstjórin vísir á, at í 2020 verður byrjað upp á tveir íbúðarbygningar aftrat beint oman fyri teir, sum standa í gerð í løtuni, og í hesum sambandi skal kommunan dagføra og breiðka Heygsvegin.

Í tvey ár hevur Nes kommuna arbeitt við at dagføra svimjihøllina í Tofta skúla, og hann vónar, at hetta arbeiðið verður liðugt í 2020, tá sjálvur svimjihylurin stendur fyri tørni. Higartil er tøknirúm gjørt, og nýggj teknisk útgerð er sett upp.

- Hildið verður eisini fram við at dagføra B68-húsið. Í fjør vórðu 1. hædd og loftið dagførd, og nú verður farið í holt við miðhæddina, sigur Jóhannus Danielsen.

Av øðrum tingum, sum Nes kommuna fer at arbeiða við í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði, er saman við hinum kommununum í Roðanum at gera umstøðurnar á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík upp aftur betur.

- Teir báðir køkarnir, sum eru á heiminum, skulu gerast til ein køk, Heimarøktin flytir úr kjallaranum í Heilsudeplinum og niðan á Røktar-og Ellisheimið, nýggj umsitingarhøli skulu gerast og svimjihylurin, sum ikki hevur verið brúktur í eini 10 ár, letur uppaftur.

Jóhannus Danielsen sigur, at ætlanin hjá kommununi er eisini at halda fram við at útbyggja ídnaðarøkið við Rætt, samstundis sum ætlanin er at útbyggja og dagføra økið við bátahylin í Oyrunum. - Peningur er settur av til eitt nú at fáa inn uppskot um, hvussu økið við bátahylin skal útbyggjast og dagførast, leggur borgarstjórin aftrat.

Tá borgarstjórin verður spurdur, um nakað keðiligt hendi í 2019, sigur hann, at tað er í øllum førum ikki nakað, hann hevur hugsað nakað serligt um. - Eg dvalist tíbetur ikki leingi við keðiligu hendingarnar, sigur hann.

Og hvat var tað besta?

- 2019 hevur verið eitt fantastiskt ár, sum skjótt er liðið, og eg havi sera nógv og góð minnir at líta aftur á. 

Jóhannus Danielsen heldur, at millum bestu minnini eru, at hann og konan, Guðny, í árinum høvdu verið gift í 25 ár.

- Í summar vóru vit saman við okkara børnum í feriu í stívliga 14 dagar. Vit vóru eina viku á Oyggjaleikum á Gibraltar og eina viku í Spania. Hetta vóru ógloymandi dagar saman við okkara kærastu. Tað var eisini eitt stórt upplivilsi og heilt fantastiska stuttligt at uppliva Oyggjarleikirnar og hava høvi at heppa á okkara røsku ítróttarfólk, sum umboða Føroyar so væl.

Hann sigur, at sjálvur brúdleypsdagurin var ógloymandi við nógvum fólkum, sum óvæntað komu á gátt um morgunin - og so veitslan um kvøldið.

- Ein onnur minnilig hending í árinum var, tá eg var við til at skjóta seinasta skotið í Eysturoyartunlinum í Rókini, og nú gleða vit okkum, til tað verður koyrandi gjøgnum tunnilin um eitt ár, sigur Jóhannus Danielsen.

Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár?

- Eins og vanligt verða jólini hildin heima, og vit eru eisini nógv saman við okkara nærmastu jóladagarnar. Tað er avgerandi, at vit minna hvønn annan á, hví vit halda jól, og kirkjugongd er ein heilt náttúrligur partur av jólahaldinum.

At enda ynskir borgarstjórin í Nes kommunu øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

##med4##