Sambært Verdens Gang setir Mikkjal Thomassen eina treyt fyri at gera samrøðu. Hon er, at tað skal ikki framganga, at hann verður settur fram, sum maðurin, ið eigur æruna av úrslitunum hjá KÍ.

- Hetta eru dreingirnir hjá Magne Hoseth!

- Eg eri eyðmjúkur um at hava verið við í hesi verkætlan, men eg skal ikki taka mær heiðurin av nøkrum. Hetta er teirra projekt, sigur fyrrverandi KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen.

 

Sambært Verdens Gang setir Mikkjal Thomassen eina treyt fyri at gera samrøðu. Hon er, at tað skal ikki framganga, at hann verður settur fram, sum maðurin, ið eigur æruna av úrslitunum hjá KÍ.

KÍ hevur seinastu vikurnar sligið út bæði ungarnsku meistararnar, Ferencváros og svensku meistararnar, Häcken. Fyrra dystin móti norsku meistarunum, Molde, vann KÍ eisini, og í morgin verður so seinni dysturin móti Molde leiktur í Noregi.

 

Verdens Gang hevur skift orð við fyrrverandi KÍ-venjaran, 47 ára gamla, Mikkjal Thomassen, sum nú er venjari hjá Fredrikstad í Noregi.

 

Morgunin eftir, at KÍ hevði vunnið fyrra dystin móti Molde, ringdi Mikkjal Thomassen til Árna Frederiksberg, hetjuna í dystinum, og ynskti honum tillukku við fantastiska úrslitinum.

 

- Hetta er ógvuliga stuttligt, og eg eri bæði glaður og errin vegna spælararnar. Hetta heldur bara fram at veksa. Eg havi havt nakrar av hesum spælarum frá tí, at teir vóru 16 ára gamlir, og eg havi eitt ógvuliga nært samband við fleiri teirra.

 

Sambært Verdens Gang setir Mikkjal Thomassen eina greiða treyt fyri at gera samrøðu. Treytin er, at tað skal ikki framganga í samrøðuni, at hann verður settur fram, sum maðurin, ið eigur æruna av góðu úrslitunum. 

 

- Nei, avgjørt ikki. Eg eri stórliga ovfarin av norska venjaratoyminum.

 

Hví?

 

- Tí tað hevur eydnast at fáa fatur í leikarum, sum hava verið við til at ment liðið víðari. Hetta eigur norska venjaratoymið æruna av, sigur Mikkjal Thomassen avgjørdur.

Hinvegin hevur fyrrverandi KÍ-venjarin einki ímóti at siga søguna um, hvat hann gjørdi í KÍ.

 

- Tað var á heysti í 2014, at eg varð spurdur, um eg vildi byrja hesa verkætlan. KÍ var í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum tá, men júst tá lá KÍ á "rygginum", sum hann tekur til. 

 

Hann sigur, at hetta er ein longri søga, men stutta útgávan er, at tað var eitt samlað vinnulív og ein politiskur stuðul til at fara undir hetta arbeiðið. Hann var á fundi við borgarstjóran og hansara fólk eins og við allar stjórarnar í vinnulívinum her norðuri.

- Eg segði, at skal eg koma higar, so vil eg hava ein veldugan uppbakning. Tey søgdu, at tey vildu stuðla mær og koma við pengum.

 

Mikkjal Thomassen sigur við Verdens Gang, at stadionøkið í Klaksvík er útbygt fyri nógvar miljónir, og fíggjarligi parturin er mentur stig fyri stig.

 

- Míni foreldur eru bæði úr Klaksvík, men tey fluttu til Havnar, og sjálvur eri eg uppvaksin og spældi fótbólt í Havn. Eg hugdi tó altíð eftir KÍ, tá eg var á vitjan hjá ommu og abba. So, eg havi eitt tilknýti til økið, sum sjálvandi hevur nakað at siga.

 

Hann heldur eisini, at tilknýti, sum hann hevði til Klaksvíkar, var ein orsøkin til, at tað eydnaðist at fáa stóran stuðul til KÍ-verkætlanina.

 

 - Vit hava verið í Evropa á hvørjum ári, og so seint sum í fjør vunnu vit Bodø/Glimt á heimavølli, men taptu við einum máli samanlagt. 

 

Tað var á heysti í 2020, at Árni Frederiksberg kom til KÍ. 

 

- Tá var hann endiliga klárur til okkum. Eg hevði áður roynt at fingið fatur í honum, men hann var ikki klárur. 

 

Hvat heldu tú um Árna Frederiksberg nú?

 

- Hann er vorðin ein betri og betri spælari. Hann var ikki á hesum støði, tá hann kom til okkum. Árni hevur ment seg likamliga, hóast hann nú er fleiri enn 30 ár. Hann gongur á vatninum í løtuni, sigur Mikkjal Thomassen.

Følir tú, at hetta eru tínir dreingir?

 

- Nei, nei - hetta er dreingirnir hjá Magne Hoseth! Men, eg eri eyðmjúkur um at hava verið við í hesi verkætlan, og søgan skal ikki viklast á annan hátt enn tað. Eg skal ikki taka mær heiðurin av nøkrum. Hetta er teirra projekt, og eg eri ógvuliga errin av teimum, sigur fyrrverandi KÍ-venjarin.

 

 

 

Sambært Verdens Gang setir Mikkjal Thomassen eina treyt fyri at gera samrøðu. Hon er, at tað skal ikki framganga, at hann verður settur fram, sum maðurin, ið eigur æruna av úrslitunum hjá KÍ.