- Hetta er totalt ábyrgdarloysi

- Høgni Hoydal ætlar, at fiskiflotin skal liggja hin 1. januar 2018, um hann ikki fær sín vilja, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

- Nú leikar á hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Hann sigur her og nú, og hann sigur, at "… eg havi givið boð um…", og "… eg sigi, at tað skal verða so…"

 

Nakað soleiðis tekur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, til á sínari Facebook-síðu í kvøld eftir úttalilsini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, í Kvf í kvøld.

 

Í tíðindunum gjørdi landsstýrismaðurin púra greitt, at hann fer ikki at leingja nakað fiskiloyvi í fimm ár, sum hann annars hevur heimild til í galdandi lóggávu, um so skuldi verið, at hann ikki vinnur á mál við fiskivinnunýskipanini.

 

- Tá landsstýrismaðurin ikki hevur ella virðir ein plan B, so vil eg meina, at hann er totalt ábyrgdarleysur, og hetta skuldi kunna fingið avleiðingar fyri mannin.

 

Annfinnur Garðalíð kemur til ta niðurstøðu, at Høgni Hoydal ætlar, at fiskiflotin skal liggja hin 1. januar 2018, um hann ikki fær sín vilja.

 

- Helst skuldi allur flotin bara siglt inn beinanvegin, um tað er tað, sum Høgni Hoydal vil, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag í kvøld.

 

Mortan G. Berjastein, sum er stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag, sigur seg á Facebook-tráðnum hjá Annfinni Garðalíð vera so rørandi samdan við formannin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

 

- Hann hóttir við, at flotin verður lagdur hin 1. januar 2018, um hann ikki fær sítt ígjøgnum. Vit áttu at meldað út, at kemur uppskotið ígjøgnum, leggja vit flotan umgangandi, sigur stjórnarlimurin í Føroya Fiskimannafelag.

 

Ein onnur viðmerking til úttalilsini hjá Høgna Hoydal í Kvf í kvøld kemur frá Eyðsteini Poulsen, reiðara á línuskipinum Ågot, og hann heldur, at støðan er álvarsom.

 

- Í Kvf sigur landsstýrismaðurin, at hann sýtir fyri at halda seg til lógina, men ætlar av sínum eintingum at steðga samfelagshjólunum, sigur línuskipareiðarin.