Yviri í Haga, – málsliga eyðmerkingin sigur ikki so lítið. Fyri hálvt annað hundrað árum síðan var her bara hagi, og kultiveraðu teigarnir, sum liggja fyri eygum okkara í dag, veltir við handa- og kropsmegi [...] teigar úr haga til grønkandi bø. Harðvunnar hendur – garðurin stendur við klípum frá hæddum í støð. Her stóðu teir kropnir við haka í hond, teir saksaðu, veltu og gróvu. Treiskir teir bygdu á kroppinum land [...] ein stór fjøld, slektað higani, sum hevur sett seg niður í bygdum og býum og innan- og uttanlands. Her í bygdini vera tit fleiri við nýggjum útstykkingum frameftir og sigast má av sonnum, at niðursetan
hendan útróðrardagin í blaðnum 8. desember 1934. Her verður sagt, at illa hevði verið vorðið, um ikki teir stóru motorbátarnir høvdu verið nærindis. Her verður eisini sagt, at eitt fýramannafar úr Vági [...] báturin, sum maður hennara var við. Teir vóru tríggir brøður, pápi og ein svágur við hesum bátinum. So her man hava staðið nógv á eisini. Tjaldrið fekk navnið »Myllufossur«. Pápin bað hana fara til hús aftur [...] ógvusligar í Porkeri og hetta kundi bara undirstrikað fyri bygdafólkinum, hvussu álvarsom støðan var. So her var støðan ring við sorg og gráti. Teir flestu bátarnir vóru 10 mannafør og við teimum vóru sjey menn
kundi boða frá, at her stóð væl til. Men vit koma so til Íslands og senda telegramm heim. Men vit fóru beinleiðis heim aftur. Veðrið var framvegis so vánaligt, og sjógvurin so ljótur, at her var einki at gera [...] Bakkafirði, sum nógvir føroyingar gjørdu. Omma úr Íslandi, Solveig, flutti við mammu til Føroyar, og her doyði hon eisini og varð jarðað í Fuglafirði. Eg havi tískil nógva ætt í Íslandi. Tá pápi legðist uppi [...] gera. Komnir heim verður staðfest, at róðrið hevur fingið skaða. So her var hepni í óhepni. Sigldi undir krígnum So gongur tíðin, og síðan kom kríggið. Í 1940 var eg við "Brimnes", sum Hellu Meinhard, búsettur
Uppi í Húsi, haðani Símun er ættaður, og so er tað Niðri í Húsi, eisini kallað Húsagarður. Eisini her eru trý fyrndarhús, Innistova, Uttarastova og Suðurstova. Tey bæði fyrru húsini hava í søguligari [...] Vesenberg, sum beint var deyður av tyfus. Anna umrøður ofta Gulak í síni frásøgn frá Viðareiði, og her skal verða endurgivin ein partur av hesum. Den gamle tro Gulak Jacobsen Heldigvis var der i »Arven« [...] da godt vedblive med at være hos os.« »Nej, jeg længes saa meget efter Andreas. Der er ingen andre her i nærheden som jeg kan slutte mig til, og da De jo dog engang skal f lytte herfra, er jeg bange for
varð hann fluttur til eitt stað, sum nevndist Palles Have. Men her treivst hann ikki. Síðani varð hann fluttur til ein stovn í Maribo, her hevði hann tað eisini sera gott. Ikki fyrr enn eg kom niður aftur [...] fekk eg at vita, at hann skuldi sendast niður. Eg segði sjálvsagt nei og bæði græt og illa læt. Men her hjálpti einki. Ein dagin kemur ein starvsmaður frá hospitalinum við ferðaseðlinum. Olfert fór so niður [...] vita, at tey meintu, hann var evnaveikur, hóast hann dugdi at tosa og kláraði seg millum onnur børn her heima. Hetta samsvaraði ikki við tað, sum eg annars hevði fingið at vita, at hann var seinur og »bert«
slapst við onkran túr at taka hellufugl, og stongin var eisini við. Tá var farið vestur um Skorðarnar. Her var so at sleppa sær uppá land, har tað bar til, og so ráddi um at fáa fuglin í netið. Eg minnist serliga [...] og inn frá gjómunnanum. Farið var út á rákaleið, tá ið góður streymur var, og út á miðhavsleið, og her var tað bæði við línu og snøri. Tað eg minnist hava teir vanliga ikki róð havmiðini. Undir krígnum [...] morgunin. Pápi segði, at tað var til lukku fyri hattarvíkingar, at sjóvarfallið lá so mikið longri her eysturi á sjónum, at teir vóru ikki komnir so langt, at teir høvdu fingið sett línurnar. Hevði sjóvarfallið
yngulkanningar brúktu vit trol. Posin var so fínur, at tú fekk kanska eina stoppinál ígjøgnum meskarnar. Her skuldi alt koma í, uttan mun til, hvussu smátt tað var. Yngul var áhugavert. Trolað varð eftir tí [...] síggja, hvønn fisk vit høvdu, men har var einki uttan skottfjalir. Teir sissaðust so og skiltu, at her var einki gjørt, sum ikki toldi dagsins ljós. Ein partur av okkara virksemi var eisini laksaroyndir [...] sjúkur í bløðruni. Eg visti, at einasti møguleiki at fáa hann at liva var, at hann slapp av við landið. Her vóru góð ráð dýr. Eg tók landið av honum við eini sproytu. Hetta riggaði. Eg fór so at baka hann við
strævin gongd. Betri samband við Elduvík fyrr enn nú Tað mundu búgva eini 100 fólk her, tá ið eg var smádrongur. Her er sanniliga nógv broytt. Síðst eg frætti vóru seks fólk í bygdini. Til fyri kortum [...] skuldi abbi siga við fuglfirðingarnar, sum stóðu á landi: “Her havi eg ein ungan mann við mær. Hann er so nasadjarvur at fara at handla her í Fuglafirði. Ikki eigur hann eitt oyra í lummanum, men eg [...] Elspa eisini mist mannin. Tey funnu so saman aftur og búði fleiri ár í Elduvík. Jógvan kom eisini her á ellisheimið, og hann gjørdist 100 ár. Tey eru so bæði deyð nú. Lítil hjálp til einkjur Mamma mín
Sandefjord, sum var hvalahøvuðsstaðurin í Noregi tá. South Georgia er 4.000 ferkilometrar til støddar. Her býr einki fólk fast nú. Hóast ein partur av Falklandsoyggjunum, liggur South Georgia 1.300 km úr F [...] arbeiða. Um nakar veit um nakran av teimum at siga, høvdu vit fegin viljað frætt. Tummas fekk arbeiði her gjøgnum Salvesen í Leith. Skipið, hann fór við, kallaðist "Kurunda", og tað tók ein mánað at sigla [...] frá strond til strond. "Endurance" fór úr London í august 1914. Fyrsta støðin var South Georgia, og her var tað, at leiðirnar hjá Tummas og Shackleton krossast. Bert tveir dagar eftir, at "Endurance"
Her eru eisini frásagnir um trúfesti, og um hermenn og teirra kvinnur, sum bíðaðu í fleiri ár fjart frá hvørjum øðrum við heilt øðrum samskiftismøguleikum enn vit kenna í dag. Tey blivu sameind aftur og [...] og bretar høvdu eisini eitt sangkór saman. Eitt arbeiði hjá húskjum á Eiði var at vaska klæðir fyri hermenninar. Hetta kom eisini væl við hjá báðum pørtum. Sum hjá so nógvum øðrum gentum hitti Maria sín [...] av hjúnalagnum, sum annars var neyðug. Tey giftust 18. mars 1948 í Eiðis kirkju av Brimnes presti. Her kann vera nevnt, at tá ið tey høvdu gullbrúdleyp í 1998 komu tey aftur til Føroya saman við yngsta