Her eru eisini frásagnir um trúfesti, og um hermenn og teirra kvinnur, sum bíðaðu í fleiri ár fjart frá hvørjum øðrum við heilt øðrum samskiftismøguleikum enn vit kenna í dag. Tey blivu sameind aftur og livdu lukkuliga saman allar teirra dagar.
Tær flestu av hesum kvinnum fluttu av landinum saman við teirra monnum, og fingu nógvar teirra eitt gott lív. Framvegis hildu tær sambandið til Føroya. Tær komu heim at ferðast, og tað var fyrstu árini ikki bert sum at siga tað. Møguleikin at koma heim var ofta fiskiskip, sum fóru til Bretlands at landa ísfisk.
Maria fór heilt til Canada
Enn eru fleiri av hesum kvinnum eftir. Onkrar eru so birgar, at tær koma enn aftur á klettarnar at ferðast.
Seinast í juni hitti eg ta 85 ára gomlu Mariu f. Poulsen av Eiði, sum var komin heilt úr Canada til Eiðis at vitja beiggja sín, tann 88 ára gamla Carlton. Av Eiði skuldi hon so fara til Danmarkar at vitja sína 91 ára gomlu systir Esther, áðrenn leiðin gekk aftur til Canada. Esther er mamma Jóan Paula Poulsen, sum er ein kelda til hesa grein, og sum hevur útvegað myndirnar í greinini.
Foreldrini hjá Mariu vóru Johanna Sofía og Jákup Pauli í Garði, sum bæði vóru av Eiði. Jákup Pauli var ein framúr handverkari, og hann hevði eisini verið niðri og lært.
Knotur eru í hesi gomlu, tí hon roknaði vist við at koma aftur á vitjan innan langa tíð!
Dagin fyri at Maria fór avstað, hitti eg Mariu og Carlton á Korndalsbýlinum á Eiði. Vit fingu eitt prát um Eiði undir krígnum og um lívið hjá Mariu.
Maria er fødd í 1926. Hon var tískil bert 14 ára gomul, tá ið Føroyar vóru hersettar. Hon vaks upp í einum vanligum heimi á bygd, har nógv skuldi arbeiðast.
Maria kundi tá ikki ána, at kríggið fór at broyta hennara lív.
Kríggið merktist eisini á Eiði. Bretar høvdu norðanfyri lagt eitt minubelti, sum darvaði útróðurin, ið hevði stóran týdning fyri Eiði. Men bretar gjørdu tá ein minufrían geira, sum hjálpti uppá hendan trupulleikan.
Men tað vóru minur, sum slitu seg leysar og róku inn á Mølina. Fleiri teirra brustu eisini. Tað var so langt frá bygdini, at tær skaddu ikki, men hetta gav eitt sett í øll húsini. Eiðisfólk fingu tó at síggja eina skakandi hending. Hetta var, tá ið ein bretskur trolari rendi á eina minu og fór í luftina. Allir umborð doyðu.
Kríggið kostaði fleiri eiðismonnum lívið. Tveir mans fóru við »Tór 2«. Teir vóru Rasmus Joensen og Theodor Joensen, hann var systkinabarn Carlton og Mariu. Eisini fórst Sivert Poulsen í uttalandasigling.
Radarstøð á Eiðiskolli
Men tað, sum kom at vera avgerandi fyri lagnuna hjá Mariu, var, at bretar fóru at byggja eina radarstøð uppi á Eiðiskolli, sum er omanfyri tann nýggja partin av Eiðisbygd.
Tað vóru hermenn frá RAF, Royal Air Force, sum stóðu fyri hesum arbeiði.
Ein av hesum hermonnum var Olaf Craig Knudsen, vanliga kallaður Craig, sum var seks ár eldri enn Maria.
Craig var canadiari. Tá ið hann var 19 -20 ára gamal fór hann uppí Royal Canadian Air Force. Eftir at hava fingið grundleggjandi hernaðarútbúgving varð hann sendur til Bretlands at seta seg inn í radaran, sum tá júst var uppfunnin av bretum og framvegis var »top secret«, stórt loyndarmál. Radarin gjørdist jú eitt tað fremsta vápnið í bretsku krígsførsluni móti týskarum.
Tað var í hesum sambandi, at Craig varð sendur til Føroya at virka við hesar radarstøðir, sum skuldu fylgja við, hvussu týskarar fluttu seg. Tað vóru eisini radarstøðir aðra staðni í Føroyum.
Støðin skuldi byggjast so, at tað bar til at kunna fylgja við tí skipaferðslu, sum var á leiðini 60-70 fjórðingar norðanfyri Føroyar. Teir fingu eisini viðurkenning frá hægsta stað í Bretlandi fyri, hvussu væl radarin riggaði. Craig greiddi frá, at teir funnu enntá eina grind á radaranum og boðaðu eiðismonnum frá!
Tað vóru eisini flestu eiðismenn, einir 100, sum arbeiddu við at byggja hesa støð. Carlton var ein teirra.
Teirra arbeiði var at bera tilfarið niðan á Koll. Alt mátti berast í sekkum á bakinum. Ein vanligur dagur var at ganga fýra túrir niðan og oman. Men stundum var byrðan so tung, at ein slíkur túrur varð roknaður sum tveir vanligir túrar.
Bretarnir hildu hetta vera nakað tungt at ganga niðan á Koll hvønn dag, so ásett varð, at tá ið teir høvdu arbeitt tveir dagar uppi á Kolli, skuldu teir arbeiða tveir dagar niðri í bygdini. Hús vórðu bygd uppi á Kolli, har teir kundu gista.
Hóast hetta skuldi verið eitt »gott« bumbumál, so lupu týskarar ikki á. Men teir uppi á Kolli høvdu eisini maskinbyrsur at verja seg við. Týskarar vistu kortini um støðina. Tað frættist í Danmarks Radio.
Máttu ofta neyðhalda sær uppi á Kolli
Tað var ofta sera ringt veður uppi á Kolli, og hesum hevur Craig eisini greitt frá. Sum skilst vóru tveir radaraskermar. Tað var vandafult at ganga millum teir í ringum veðri. Tá mátti teir spenna ein togenda at halda sær.
Eina ferð skuldi okkurt umvælast, men vindurin var so nógvur, at Craig mátti halda sær við báðum hondum.
Hann tordi ikki so mikið sum at sleppa aðrari hondini, tí hann var ræddur fyri at missa takið við hinari. So har var einki at gera.
Hetta var nervapirrandi, tí hann var bert 8 metur frá eggini á Kolli, har tað vóru 400 metur niður á sjógv!
Tað kundi eisini vera ringt, tá menn skuldi fara við eini spann eftir vatni við. Tann nógvi vindurin seyg vatnið úr spannini, so hon tømdist av vindinum.
Hittust í dansi
Tað vóru góð viðurskifti millum hermenninar og eiðisfólk. Har var eisini tann vanligi býtishandilin, at fólk fekk sjokulátu frá hermonunm fyri egg. Eiðisfólk og bretar høvdu eisini eitt sangkór saman.
Eitt arbeiði hjá húskjum á Eiði var at vaska klæðir fyri hermenninar. Hetta kom eisini væl við hjá báðum pørtum.
Sum hjá so nógvum øðrum gentum hitti Maria sín hermann í dansi, sum var ein fastur táttur í hermannalívinum. Tað var dansur hvørt fríggjakvøld og leygarkvøld í Krusepakkhúsinum, sum handilin hjá Øster átti. Tónleikurin kom frá eini radiogrammofon, sum var keypt frá Wellejus.
Tað mann ofta hava verið trupult við samskiftinum millum føroyskar gentur og hermenninar at byrja við. Men í hesum førinum var tað so heppið, at Craig skilti nakað av norskum, tí hann var av norskari ætt. Annars vóru tey á Eiði so framskygd, at skipað varð fyri kvøldskúlaundirvísing í enskum, og hjálpti hetta væl sum frá leið.
Hóast nógvir hermenn vóru á Eiði, var Maria samb. Niels Juel Arge einasta eiðisgenta, sum giftist við hermanni.
Av landinum aftur
Sum frá leið gjørdist ikki brúk fyri hesum radarstøðum, tá týskarar fingu annað at hugsa um á øðrum hermótum enn okkara leiðir.
Í desember 1943 komu boð um at taka radaran niður, og øll útgerðin varð flutt burtur. Tá varð Craig fluttur til Havnar, har hann var restina av krígnum.
Har skuldi hann eina ferð svara fyri, hvat var blivið av romgoymsluni, sum vera skuldi á Eiði. Ein partur av frágreiðingini var, at hildin var ein veitslu fyri teimum eiðisfólkum, sum høvdu verið teimum til so stóra hjálp. Eisini var tað so, at teir máttu leska sær av romfløsku fyri at stilla nervarnar aftur, tá ið teir høvdu verið úti myrkar stormnætur! Sjálvur drakk hann tó ikki.
Ein dagin er kríggið liðugt, og hermenninir fara heim aftur. Hjá Craig var tað heilt til Canada. Komin til Canada fekk Craig sær eina útbúgving, sum var eitt tilboð hjá stjórnini til teir, sum høvdu verið í krígnum. Craig fór at lesa landbúnaðarfrøði.
Craig kemur aftur
Meðan Maria bíðar eftir dronginum hevði hon ymisk arbeiði. Hon arbeiddi eina tíð á hospitalinum í Havn, og hon arbeiddi eisini í Havn hjá Poul á Grundini, kendur telefonmaður, ættaður av Eiði.
Trý ár seinni, í 1948, kemur Craig aftur. Fyrst mátti hann kortini vissa seg um, at Maria enn var ógift og støk! Tað visti Rasmussen, eiðislækni, at siga honum í eini telefonsamrøðu.
Craig legði so til brots. Hann kom við ferðamannaskipi til Bretland. So var at finna fart til Føroya. Hann slapp við eini slupp, sum var í Bretlandi og landaði ísfisk. Men eingin koyggja var tøk, so hann mátti sova á beinkinum í lugarinum.
Nú var einki at bíða við at giftast. Tey fingu kongabræv fyri at sleppa undan teirri lýsing av hjúnalagnum, sum annars var neyðug. Tey giftust 18. mars 1948 í Eiðis kirkju av Brimnes presti.
Her kann vera nevnt, at tá ið tey høvdu gullbrúdleyp í 1998 komu tey aftur til Føroya saman við yngsta soninum, konu hansara og teirra trimum børn. Hetta var ein minnilig ferð. Annars hava tey javnan verið í Føroyum.
Nú gekk leiðin til eitt framtíðar lív í Canada. Tey fóru við “Barjamu” til Bretlands og síðani við sjálvari »Queen Mary« yvir um hav.
Her búsettust tey fyrst í býnum Woodstock í statinum Ontario, nakað eystarlaga miðskeiðis í Canada.
Craig vildi nú vísa síni ungu konu nakað av hesum veldiga landið, hon var komin til, og sum er umleið 6.000 ferðir so stórt sum Føroyar. Tey fóru við bili og telti vestureftir. Tey koyrdu um dagin, og um náttina settu tey teltið upp. Umsíðir komu tey heilt til British Columbia, vestast í Canada, har tað er sera stórsligið. Maria tekur ikki minst til Rocky Mountains sum eitt hugtakandi upplivilsi.
Tey fóru síðan sama veg heim aftur og avgjørdu at búsetast í milliónbýnum Toronto, høvuðsbýin í Ontario, sum er um 1 mill ferkm til støddar.
Maria letur sera væl at teirri vælkomu, sum hon fekk frá síni verfamilju. Hon hevur framvegis gott samband við hana.
Craig eftir kríggið
Í 1950-unum fekk canadiska stjórnin brúk fyri teknikarum til ta sokallaðu DEW-line. Hetta var ein radarávaringarskipan, nakað líknandi, sum vit høvdu á Sornfelli, og sum var eitt úrslit av kalda krígnum. DEW line umfataði eina røð av radarstøðum tvørtur um norðara partin av Canada.
Craig hevði til arbeiði at ansa eftir, at hesar støðir vórðu bygdar og riknar eftir reglunum. Hann skuldi eisini standa fyri viðlíkahaldsarbeiðinum.
Craig arbeiddi eisini ofta saman við amerikanska herinum í verjumálum. Hetta var framvegis »top secret«. So tað er ikki so løgið, at Maria ikki kann siga so nógv um, hvat maðurin tókst við!
Seinnapartin í 70-unum varð DEW skipanin avloyst av nýggjari tøknifrøði. Men Craig helt áfram at arbeiða við radarum. Hann arbeiddi eisini við tornum til telefonsamskifti. Hesi vóru sera høg, upp til 130 metur. Tað tók einar 5-10 minuttir at koma upp til toppin.
Hansara arbeiði í 30 ár førdi Craig til hópin av plássum í Canada heilt frá British Columbia í vestri til New Foundland í eystri. Hann varð eisini sendur til nógv pláss í USA, íroknað Cape Kennedy (Cape Canaveral) í Florida, haðani rúmdarførini vórðu send upp. Eisini kom hann til Bretland og Týskland.
Craig elskaði tøkni, ferðing og fólk. Honum dámdi eisini sera væl sítt arbeiði, hóast hann var burtur frá familjuni tveir triðingar av tíðini. Tann seinasta triðingin av tíðini arbeiddi hann hjá canadisku verjuni í Toronto.
Honum dámdi eisini sera væl Føroyar, fólkið, landslagið og tað mesta av matinum. Sonur teirra, Paul, sigur, at heilt frá hansara barndómi og til dagin í dag, eru tað ikki nógvir dagar, uttan at Føroyar hava verið nevndar. Tey eru sera errin av sínum føroyska arvi og av mammu síni.
Craig plagdi eisini at siga, at undir krígnum fingu hermenninir stóra hjálp frá føroyingum.
Craig doyði brádliga á sínum 86 ára føðingardegi tann 5. oktober 2005. Hann hevði verið veikligur, men hetta var kortini ein skelkur.
Tey bæði fingu trý børn, og ommubørnini eru 8 í tali. Eisini er Maria blivin langomma.
Tosar framvegis eiðismál
Í Canada kennir Maria bert ein føroying. Hetta er Villbjørg, dóttir Jens Reinert í Havn. Hon giftist eisini við einum bretskum hermanni, og fluttu tey seinni til Canada. Hetta er einasti møguleiki Maria hevur at tosa føroyskt. Maria tosar ikki bert føroyskt, hon tosar ramligt eiðismaal sum nakar!
Tað var ótrúliga stuttligt at hitta Mariu. Hon hevur vissuliga verið eitt framúr umboð fyri sítt land úti í heimi!
Komandi partur verður um ein annan føroying í Canada, nevniliga Annfinn Mikkelsen úr Lorvík