okkara samfelag er ov lítið til, at ein kann seta gegniskrøv. Sjálvandi er tað eg, sum eri tápuligur, tá eitt lítið samfelag eftir míni bestu sannføring hevur serlig krøv til gegnisreglur. Í heila tikið [...] løgtingsnevndarformanninum niður eftir til tær ymisku røkurnar og heilt niður til Palleba, Marsannu og mín “et vink med en vognstang” sum danir plaga at taka til. Tað er eftir øllum at døma “hysteriskt” [...] Hin vegin er vandin ivaleyst minni fyri, at hendan ávaringin verður galdandi fyri brot á reglur og lógir sum Palleba, Marsanna og eg fremja. Kanska eru hóast alt útlit til, at visión 2015, um at Føroyar verða
men vistu ikki rættiliga til hvat. Vit vildu heim til okkurt meiningsfult, greiðir Joanna frá. Tey settu sær mál fyri hvat tey ynsktu at fáa burtur úr við at fara aftur til Føroyar. Var tað nóg avbjóðandi [...] potentialið er. Man skal duga so nógv fyri at gera røddina fleksibla, smidliga og fyri at syngja reint. Tey flestu kunnu syngja millumleiðið, men tá tað kemur til tað høga og heilt lága, knípir tað. Øll [...] Strondum. Skal røddin mennast til tað ultimativa, skal hond takast um hana tíðliga. Og til tað arbeiðið, er Joanna klár. - Eg síggi mína uppgávu sum at eg slípi diamantarnar til. Eg stemmi stemmurnar.
tryggjaðu sær gullið í Leirvík næstseinasta vikuskiftið, og tí høvdu tær ikki nógv meir enn heiður og æru at spæla fyri í seinasta dystinum, sum var móti grannunum úr HB. Ikki tí, B36 hevði undan hesum dystinum [...] John Klein heldur kortini ikki, at tað hevur havt avgerandi mun fyri endaligu støðuna í landskappingini. ? Nei, tað haldi eg ikki. Til dømis vóru bæði Teresa Johnsson og Helga Ellingsgaard við, tá vit [...] ina fyri fyrstu ferð, síðani byrjað varð í 1985, men í ár komu klaksvíkskvinnurnar ov seint í gongd. KÍ misti hugin KÍ kundi undan hesum seinasta umfarinum framvegis røkka silvurplássinum, men til tað
húsliga arbeiðinum. Seinni gekk hon eisini til neyta, og tað var ikki altíð so høgligt, tí onkuntíð kundu neytini liggja heilt norði á Ambadali. Tá konufólkini vóru til neytar, høvdu tær stokkar við og bundu [...] blíð og týð at koma inn til og skjót við einum góðum drekkamunni og onkrum heimabakaðum afturvið. Omma var eisini ein nærløgd kvinna, alt var vælgjørt. Hon hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og [...] vit lósu. Omma hevur bundið óteljandi pløgg til familjuna og sjómenn ígjøgnum Sjómanskvinnuringin, sum hon var trúgvur partur av í fleiri áratíggju. Líka til tað seinasta bant hon. Omma hevði ikki heimahjálp
børn fyrst og fremst rætt til mammuna og so bara møguliga til pápan eisini. Børnini og páparnir eru harvið fyri løgfrøðiligum og ikki minst menniskjaligum og kensluligum órætti. Hetta dømið snýr seg um [...] og fram til í fjør hevur rættarstøðan verið tann, at ógiftir pápar so at siga ongan løgfrøðiligan rætt hava havt til síni egnu børn – og ikki minst, so hava børnini heldur ongan rætt havt til sínar egnu [...] eftir míni sannføring eisini barnið, sum eru við skerdan lut. Tá avgerðin er tikin, hevur pápin ikki so mikið sum rætt til kunning um grundleggjandi lívsviðurskifti hjá barninum. Pápin hevur til dømis
hátt í gerandisdegnum, treingja til at sleppa at uppliva slíkan vakurleika og eitt tílíkt ævintýr, sum at ein krúnprinsur giftist einari púra vanligari kvinnu, sigur hann. Fyri at seta hetta saman við tí heilt [...] heilt vanliga gerandisdegnum, spyr sálarfrøðingurin til dømis, hví so mong keypa romanbløð og líknandi. Hann ivast ikki í, at tað er tí, at tørvurin fyri at uppliva eitt hvørt romantiskt, vakurt, eksotiskt [...] monnunum umborð á Sigurfarinum og teir russisku sjómenninir. Tað var ein rørandi løta, har tað fyri fyrstu ferð bar til at tosa um tilburðin á Flemish Cap. Hondbóltskvinnur fóru á flog Kvinnulandsliðið í hondbólti
og hvat eg veruliga kann blíva til. Somuleiðis haldi eg rætt og slætt, at eg havi brúk fyri eini broyting. Tá allar vinkonurnar og familjan somuleiðis eggjaðu meg til at gera hetta, so fór eg. Eg eri [...] tíð, sá hann alt fyri eitt nógvar møguleikar í henni: - Hon kann broytast nógv, men í hesum vil eg heldur ikki siga, at hon er óinteressant. Hon er høg, og hetta skal avgjørt koma til sín rætt. Flest allar [...] allar kvinnur, ið eru líka høgar sum hon, eru bangnar fyri at vísa seg. Julianna tykist somuleiðis at vera afturhaldandi, neutral og bangin fyri at síggjast ov væl. Hon arbeiðir í Føroya Sparikassa og
seinni umskrivaður til føroyskt undir heitinum Eins og áarstreymur rennur . Longu tá byrjaði áhugi mín fyri tónleiki og sangi. Hjalti minnist so eisini týdningin foreldur hansara høvdu fyri tónleikaáhugan [...] liðugur í realskúlanum, fór hann til skips eina tíð, men árið eftir flutti hann til Keypmannahavnar. Á sumri 1963 var Hjalti heima og ferðaðist og spældi tá nakrar ferðir til dans saman við Sjúrða Strøm í [...] 1968, flutti til Føroyar, var Kári Mouritsen komin til Keypmannahavnar at búgva. Hann kom so at spæla bass saman við teimum ístaðin. Á heysti í 1968 flutti Hjalti sjálvur við familju til Havnar. Tá var
í hesum átaki til gagns fyri ungdóm okkara. Annað samskiftið havi eg ikki havt við kommunurnar um hetta mál, sum varð hildið at vera eitt so gott tilboð, at ikki bar til at siga nei til tað.. "A window [...] sera skilagott framtak fyri Suðuroynna, ungdómin og mentanarlívið um okkara leiðir. Landsstýrismaðurin helt, at ein nýggj politisk viðgerð av at leggja skúlan aðrastaðni, hevði elvt til, at málið datt heilt [...] okkum. Vit høvdu eitt fyrsta floks projekt til ungdómin í Suðuroynni, og vit fingu tað enntá samtykt á tingi. Kommunurnar partur var so lítil, at hann var til at liva við hjá øllum. Vit høvdu ein fugl í
vóru gamlar til tað í Skúvoynni. Treyðugt so, hann hevði eisini ættfólk uttan fyri oynna, eitt nú í Húsavík. Tað er merkisvert, at miðskeiðis í nítj-andu øld fluttu seks eystr-ingar suður til Skúvoyar, fimm [...] floygdu og ljómandi málisku sipar hann til ein gitnan bardaga. Men sum tíðin gongur, og líggjamaðurin alt oftari sæst niðri í akrinum, tykist henda myndin eisini at hóska til foldarlívið sum heild. Teir nýggju [...] bleiv bóndi, var onkuntíð til skips, men búði annars alt sítt lív suðuri í Skúgvi og gjørdist meinkunnugur við oynna, við bø og haga, við bjørgini og sjógvin. Tað var eyðkent fyri ta føroysku bygdina, at