Øll børn skulu hava rætt til bæði foreldur. Tað eigur at vera høvuðsreglan í lóggávuni kring børn og tað, sum vit í dag heldur konservativt kalla fyri foreldrarætt. Men so er ikki í Føroyum. Her hava børn fyrst og fremst rætt til mammuna og so bara møguliga til pápan eisini. Børnini og páparnir eru harvið fyri løgfrøðiligum og ikki minst menniskjaligum og kensluligum órætti.
Hetta dømið snýr seg um lógina um foreldramyndugleika. Tað er tó langt frá einasta økið, har tað haltar við javnstøðuni hjá pápum og rættindunum hjá børnum í Føroyum. Vit kunnu til dømis nevna sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, har tað er ásett, at kvinnur skulu hava fult lønarendurgjald, tá tær fara í barnsburðarfarloyvi, meðan menninir ikki hava rætt til fult lønarendurgjald. Men lat okkum kortini dvølja við júst konservativa hugtakið um foreldrarætt eina løtu í fyrsta umfari.
Líka frá 1922 og fram til í fjør hevur rættarstøðan verið tann, at ógiftir pápar so at siga ongan løgfrøðiligan rætt hava havt til síni egnu børn – og ikki minst, so hava børnini heldur ongan rætt havt til sínar egnu pápar. Pápar í slíkari støðu hava ikki so mikið sum kunnað greitt atkvøðu til skúlaráðsval og enn minni verið valdir í skúlaráðið, enntá hóast teir liva saman við bæði mammuni og barninum. Heilt galin hevur støðan verið í teimum førum, har foreldrini eru farin frá hvørjum øðrum. Har hevur rætturin einans ligið hjá mammuni og harvið hvørki hjá barninum ella pápanum.
Framstig uttan rættindi
Tað eydnaðist í undanfarnu samgongu eftir trýsti frá felagsskapinum Børn Uttan Rættindi og við áhaldandi áheitanum frá Javnaðarflokkinum at fáa bøtt eitt lítið sindur um hesi viðurskifti. Hetta varð gjørt tá táverandi landsstýrismaður í lógarmálum, Jacob Vestergaard, 4. oktober í 2006 legði fyri tingið ríkislógartilmæli, sum hevði við sær, at tað frá 1. januar 2007 bar til hjá ógiftum pørum aktivt at velja felags foreldramyndugleika. Uppskotið fekk undirtøku frá øllum flokkum í løgtinginum.
Vit hava altso fingið eina nýggja skipan, sum gevur møguleika fyri øktum rættindum, um semja frammanundan er ímillum foreldrini aktivt at biðja myndugleikarnar um at sleppa at fáa felags foreldramyndugleika.
Hetta er eitt framstig, men í mínari verð er hetta als ikki nóg stórt framstig. Tí nýggja lógin staðfestir ikki veruliga nakran rætt, og tað er langt burturfrá, at man kann siga, at hon tryggjar javnstøðuna. Hon gloppar bert dyrnar eitt lítið vet fyri øktum rættindum.
Skipanin er soleiðis háttað, at um foreldrini ikki eru gift, skal mamman skriva undir uppá, um hon ynskir at deila foreldramyndugleikan við pápan. Tað er í veruleikanum upp til hennara at avgera rættarstøðuna hjá pápanum. Vil mamman ikki, ja so fær pápin ikki foreldramyndugleika, tí soleiðis er galdandi lóggáva.
Sama avgerðarrætt hevur mamman í prinsippinum til at ógilda eina avgerð um felags foreldramyndugleika. Tí lógin er soleiðis háttað, at ynskir annað av foreldrunum í eini konfliktstøðu at ógilda felags foreldramyndugleikan, kann viðkomandi fara í rættin og fáa hetta gjørt. Hóast rætturin metir, at bæði eru egnað sum foreldur, skal rætturin skera ígjøgnum og geva antin mammuni ella pápanum allan foreldramyndugleikan. Sambært hagtølum vinna mammurnar í 88 prosentum av tílíkum rættarmálum. Og so er aftur líka vítt sum sítt við javnstøðuni og við rættindunum hjá barninum.
Ógvusligar avleiðingar
Slíkt rættarmál kann væl gjøgnumførast uttan nakað slag av mekling ímillum foreldrini frammanundan. Tí kann ein keðilig og spent støða ímillum eitt ógift foreldrapar lættliga hava rættiliga ógvusligar avleiðingar við sær, har tað eru pápin og harvið eftir míni sannføring eisini barnið, sum eru við skerdan lut.
Tá avgerðin er tikin, hevur pápin ikki so mikið sum rætt til kunning um grundleggjandi lívsviðurskifti hjá barninum. Pápin hevur til dømis ikki so mikið sum rætt til at fáa at vita, um ella nær eitt barn flytur bústað, sjálvt um tað kanska enntá flytur til eitt annað land. Pápin hevur ikki rætt at kunna seg um, hvussu tað gongur við skúlagongdini, hvussu tað gongur í barnagarðinum og so framvegis. Hann og barnið eru nú í høvuðsheitum rættindaleys í sambandinum hvørt við annað, hóast pápin kortini varðveitir fíggjarliga partin av sínum skyldum.
Ta samveru, sum pápin ynskir við barnið eftir slíka avgerð, skal hann í veruleikanum eisini keypa seg til. Tí meðan foreldur í grannalondum okkara býta ferðakostnaðin, er tað í føroyska førinum soleiðis, at pápin skal rinda allan flutning í sambandi við samveru við barnið.
Tað er púra rætt, tá ført verður fram, at stakar mammur í Føroyum hava út av lagi vánalig fíggjarlig kor, og tí mugu politisk átøk setast í verk. Men loysnin uppá hendan trupulleikan er ikki at halda støku páparnir í eini verri rættindastøðu á familjurættarøkinum. Í sambandi við fíggjarliga partin kunnu vit harumframt undrast á, at fyrsta spariuppskotið til hvørja einastu fíggjarlóg í hesum landinum er at avtaka ískoytið til pápar fyri at rinda barnapening. Serliga tá vit vita, at hetta eisini gongur ógvusliga út yvir støðuna hjá fyrr nevndu støku mammuni.
Avleiðingarnar av stóru ójavnanum eru eftir mínum tykki sjálvsagdur. Ójavnin leggur upp til fleiri syrgiligar søgur, enn tað áttu at verið. Syrgiligar søgur, har sambandið kanska heilt rýkur ímillum pápa og barn og klandrið ímillum foreldrini gerst óneyðuga stórt. Størstu tapararnir eru óseku børnini, ið eiga at vera framtíðar tilfeingið í samfelagnum.
Foreldraábyrgd og barnarættur
Mín áskoðan er, at vit mugu flyta okkum burtur frá hugtakinum um foreldrarætt, har hugsað verður um rættin hjá einstaka foreldrinum til at “eiga” barnið. Í staðin eiga vit at tosa um foreldraábyrgd, har einstaka barnið hevur rætt til bæði foreldur. Ynskiliga rættarstøðan skal vera, at barnið “eigur” eina mammu og ein pápa og hevur eins góðan rætt at hava samband við og vera saman við teimum báðum. Ikki fyrr enn tá uppfylla vit neyðugu rættindakrøvini hjá barninum og neyðugu javnstøðukrøvini hjá pápanum.
Tað kann ikki vera meiningin, at vit í 2008 – meðan kjakið gongur lívliga um javnstøðu og rættartrygd – góðtaka eitt lógarverk, har rætturin so at siga einans liggur hjá einum av trimum pørtum.
Vit eiga tí helst at yvirtaka familjurættarøkið og fáa sett nýtt lógarverk í gildi, sum líkist tí norska, íslendska og teirri nýggju broytingini í Danmark, har rætturin er fluttur yvir til barnið, ið harvið hevur krav uppá bæði foreldur. Og lat okkum gera sum í framkomnu grannalondum okkara, har dómararnir kunnu velja at lata bæði foreldur hava tann sokallaða foreldramyndugleikan, um tey bæði verða mett skikkað til tess.
Tað er vísindaliga prógvað, at børnini við góðum sambandi við bæði foreldur eru munandi betri fyri á fleiri økjum, enn tey sum ikki sleppa at hava samband við annað foreldrið. Og royndirnar vísa eisini, at tá bæði foreldur eru tvungin at hava ábyrgd, hóast tey eru farin frá hvørjum øðrum, so er lættari at finna semjur um, hvussu hetta skal leggjast til rættis.
Vónandi fáa vit at síggja í verki, at tey mongu væl meinandi tingfólkini, sum dagliga tosa nógv um rættindi og javnstøðu, fara at leggja veruligu merkingina í hugtøkini, so tað eisini verður arbeitt fyri javnstøðu og dagførdum rættindum á hesum øki. Eg gleði meg í øllum førum til eitt gott samstarv.