Tónleikur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í vikuni gav Hjalti Skaalum úr nýggja fløgu, sum hann hevur valt at kalla Sum árini ganga. Hetta er so hansara íkast til føroyska fløgumarknaðin. Fløgan er ein blanding av egnum verkum og útlendskum løgum í føroyskum búna .
Á konsert við Jim Reeves, Bobby Bare og Chet Atkins
-At tulka t.d. Jim Reeves, Vikingarna ella Keld Heick á føroyskum máli, saman við góðum føroyskum tónleikarum, er ein sera áhugaverd avbjóðing, og tá eg nú avgjørdi at innspæla eina fløgu, var tað heilt sjálvsagt, at ein partur av innihaldinum á fløguni eisini skuldi vera onkur góður gamal útlendskur slagari í føroyskum búna sigur Hjalti, sum vónar, at nýggja flogan verður væl móttikin.
- Viðvíkjandi Jim Reeves kann eg leggja aftrat, at eg, saman við konuni, upplivdi hann live á koncert í konsertsalinum í Tivoli. Hetta var tann 13. apríl 1964. Eg minnist, at vit sótu á fimta rað. Saman við Jim Reeves vóru Bobby Bare, Chet Atkins og Anita Kerr Singers (kórið hjá Jim Reeves). Tey vóru á konsertferð í Europa og høvdu beint frammanundan verið í Týsklandi. Konsertin var ein stór tónleikalig uppliving, tí Jim Reeves var júst um tað mundið komin á marknaðin við sanginum I love you because og Bobby Bare var sera væl dámdur við Detroit City. Tíverri doyði Jim Reeves 31. juli sama árið, tá hann datt niður í egna flogfari sínum greiðir Hjalti frá.
Cowboyfilmur í Porkeris skúla
Men hvussu fekk tann tá ungi Hjalti Skaalum av fyrstan tíð áhuga fyri tónleiki! Vit lata Hjalta greiða frá:
- Áhugin fyri tónleiki byrjaði so langt aftur, sum hann kann minnast. Tá eg á fyrsta sinni, uml. 1954 sá ein cowboy-film hetta var í Porkeris skúla, har eg gekk míni fyrstu fimm skúlaár minnist eg, at í filminum byrjaðu nakrir cowboys at syngja og spæla ein sera vakran cowboysang, ið kallaðist When its springtime in the Rockies. Eg síggi teir fyri mær enn og minnist, at teir, sum sungu, vóru í cowboyhatti og cowboyklæðum, spældu uppá guitar og sungu við sera vøkrum harmonium. Sangurin, teir framførdu, er seinni umskrivaður til føroyskt undir heitinum Eins og áarstreymur rennur. Longu tá byrjaði áhugi mín fyri tónleiki og sangi.
Hjalti minnist so eisini týdningin foreldur hansara høvdu fyri tónleikaáhugan. -Mamma mín, sum hevði vakra rødd, sang nógv, meðan eg, sum smádrongur, lýddi á. Tá so pápi mín, sum var lærari við Porkeris skúla frá 1950 til 1959, keypti ein flottan reyðlittan kassaguitar týðliga í fimtiárunum eg havi tá verið umleið 8 ára gamal gjørdist eg gripin av sangi og guitar-tónleiki. Umleið 11 ára gamal dugdi eg so frægt at spæla uppá guitarin (trý greb), at eg kundi spæla ein sang. Eg minnist, at tann fyrsti sangurin, eg dugdi at spæla og syngja, var Tom Dooley, sum tá varð at hoyra hvønn sunnudag seinnapart í Kvøðuljómunum í Útvarp Føroya.
Á várið 1961, tá hann var liðugur í realskúlanum, fór hann til skips eina tíð, men árið eftir flutti hann til Keypmannahavnar. Á sumri 1963 var Hjalti heima og ferðaðist og spældi tá nakrar ferðir til dans saman við Sjúrða Strøm í Vági. Sjúrður spældi, sum tey flestu vita, uppá harmoniku, og var hann tann fyrsti tónleikarin Hjalti spældi til dans saman við.
Í 1966 byrjaði Hjalti at spæla til dans í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn. Hann kom at spæla saman við Svenn Brimheim, sum var ein frálíkur guitarleikari, Carl Mortensen (Carl hjá Bassa), sum spældi saxofon og Kjartan Hoydal, sum spældi trummur. Sjálvur spældi Hjalti guitar og sang og royndi seg eisini sum sologuitarist.
Hjalti sigur, at Svenn Brimheim lærdi seg tað nógva av tí guitarspæli, sum hann dugir enn í dag.
Venjingarhølini vóru í einum losjubygningi á Sveasvej í Keypmannahavn, har fleiri aðrir føroyskir tónleikarar hava vant millum ár og dag. Tá Svenn Brimheim, á sumri í 1968, flutti til Føroyar, var Kári Mouritsen komin til Keypmannahavnar at búgva. Hann kom so at spæla bass saman við teimum ístaðin.
Á heysti í 1968 flutti Hjalti sjálvur við familju til Havnar. Tá var Jógvan Telling komin til Keypmannahavnar í lestrarørindum, so hann loysti seg av í Føroyingafelagsbólkinum.
Um tað mundið var Jógvan Dahl komin til Keypmannahavnar, og nú Annika Hoydal búði í Keypmannahavn, var tað seinni so vælkenda Harkaliðið fullmannað. Tey komu út við fyrstu plátuni fyri jól sama árið.
Harmonikuliðið
Vit lata Hjalta sjálvan greiða frá: -Tey fyrstu árini eftir, at vit vóru komin til Havnar at búgva, gjørdi eg ikki nógv við at spæla. Men ein dagin í 1985 hitti eg Regin Jacobsen, harmonikuleikara, sum eg kendi væl og onkuntíð hevði spælt tónleik saman við. Hann spurdi meg, um eg kundi hugsað mær at komið og spælt rytmuguitar saman við nøkrum harmonikuspælarum, sum eina ferð um vikuna hittust til spælivenjing og hugna uppi á loftinum í Málingahandlinum við Landavegin. Eg játtaði og kom soleiðis uppí tað vælkenda Harmonikuliðið, har eg var við í nøkur ár.
Saman við Harmonikuliðnum hevði eg nógvar sera hugnaligar løtur. Tvey ár á rað, í 1988 og 1989 luttóku vit á Harmonikafestivali (Harmonikatræff) í Bindslev í Norðurjútlandi,10 km frá Hirtshals, har meira enn 50 ymiskir harmonikubólkar og einstaklingar úr øllum Norðanlondum luttóku. Meira enn 50.000 vitjandi vóru á Treffinum hvørt árið. Í 1999 luttók eg aftur á Treffinum saman við Berg og Jacobsens dansiorkestri. Tá luttóku umleið 80 bólkar og einstaklingar. Í Bindslev búgva annars umleið 1500 fólk.
Mítt fyrsta lag
Várið 1989 var eg stæddur í Keypmannhavn í samband við, at eldri sonur okkara var til viðgerðar eftir eitt álvarsligt ferðsluóhapp, sum hendi í 1987. Samstundis keypti eg mær ein nýggjan Yamaha kassaguitar og nýtti fríløturnar til at venja guitarspæl í.
At yrkja ein nýggjan sang og seta lag til, hevði eg ongantíð roynt áður, so eg helt, at tað kundi verið áhugavert at gjørt eina roynd. Soleiðis kom sangurin og lagið Í suður-londum á pappírið. Hann bleiv framførdur fyrstu ferð á Harmonikatreffinum í Bindslev í 1989. Nú er hann so endiliga komin út á fløgu.
Harmonikutreff í Føroyum.
Eftir at hava verið á harmonikufestivali í Danmark tvær ferðir saman við Harmonikuliðnum fostraðist tankin um at gera okkurt líknandi tiltak í Føroyum. Ein dagin eftir nýggjár 1992 tosaðu Hjalti og Árni Olsen úr Hvalba saman um spurningin at gera eitt Harmonikutreff í Havn. Tað endaði við, at teir báðir skipaðu fyri tveimum Treffum í Badmintonhøllini í Gundadali eitt í mai 1992 og eitt í mai árið eftir. Árni og Hjalti høvdu ikki stundir at halda fram við tiltakinum, men fingu ístaðin Paula Jacobsen og Fimmboga Lisberg at taka um endan og gjørdu teir ístaðin tað geniala konseptið við at skipa fyri Harmonikutúrum við Norrønu, sum síðan hevur verið eitt árligt afturvendandi tiltak. Hesir harmonikutúrar hava verið ótrúðliga væl dámdir øll árini, síðan teir byrjaðu fyri 11 árum síðan sigur Hjalti.
Tá Harmonikuliðið gavst sum harmonikubólkur, spældi Hjalti eina tíð saman við Harmonikatrio, síðan Paula og vinmonnum og eisini hevur hann spælt saman við Berg og Jacobsens Dansiorkestri av og á í nøkur ár.