Ein merkismaður

Minningarorð um Janus Úti í Stovu í Skúgvi

»Títt so fullu teir svensku menn sum grasið fýkur av gróti«, yrkti Sjóvarbóndin tíðliga í nítjandu øld. Við hesi bæði floygdu og ljómandi málisku sipar hann til ein gitnan bardaga. Men sum tíðin gongur, og líggjamaðurin alt oftari sæst niðri í akrinum, tykist henda myndin eisini at hóska til foldarlívið sum heild. Teir nýggju, stórkrevnu miðlarnir fáa menniskjuna at hyggja alt meira burtur frá veruleikanum, og tað mannfall, sum heldur á - uttan at virða teldu ella tólmenni - kann tí onkuntíð koma einum dátt við.
Fyrr í ár andaðist ein av teimum gomlu skúvingunum, Janus Jensen æt hann, men hann var kendur bæði í síni heimbygd og manga aðra staðni sunnanfjørðs sum Janus Úti í Stovu. Janus var, bæði í faðir- og móðurætt, runnin av slektum, sum vóru gamlar til tað í Skúvoynni. Treyðugt so, hann hevði eisini ættfólk uttan fyri oynna, eitt nú í Húsavík. Tað er merkisvert, at miðskeiðis í nítj-andu øld fluttu seks eystr-ingar suður til Skúvoyar, fimm systkin úr Tjørnu-stovu í Norðragøtu og eitt systkinabarn teirra, Poul Høgnesen (1820-96) úr Lorvík. Langabbi Janusar var hesin Pól, kendur í Skúgvi sum Lorvíkspól. Hann bleiv bóndi Uttar í Stovu og var helst fyrsti handilsmaður í Skúgvi.
Janus, føddur í 1916, var sonur Antines, bónda Úti í Stovu. Mamma hansara, Mathea, var úr Garðinum. Tíggju børn vóru í giftuni, so ivaleyst hevur húsið verið tungt. Janus var tann fimti av systkjunum, men sum elsti sonur festi hann garðin. Hann bleiv bóndi, var onkuntíð til skips, men búði annars alt sítt lív suðuri í Skúgvi og gjørdist meinkunnugur við oynna, við bø og haga, við bjørgini og sjógvin.
Tað var eyðkent fyri ta føroysku bygdina, at - veri hetta hvørvisjón ella ikki - stórur munur tóktist at vera á húsum og ættum. Uttan at taka dagar millum nakran, so hevði hvør slekt sítt háttalag og sítt lyndi, eitt sermerki, sum varð hildið næstan at vera ævinligt, at vera galdandi fyri bæði farin og komandi ættarlið. Um Janusar ættfólk Úti í Stovu varð altíð sagt, at tey - í hvussu er menninir - vóru tigandi. Í dag er lætt at síggja, at henda regla neyvan hevur fult gildi. Men Janus Úti í Stovu bregðaði í hesum ikki burtur úr ætt. Hann var sum heild fámæltur maður. Tann, sum kom at kenna hann eitt sindur, skilti skjótt, at hann eisini var ein maður, sum tíðliga hevði gjørt sær sínar tankar um tilveruna og um eitt nú átrúna og samfelag, og at hann - ivaleyst av hesi grund - í mongum lutum var íhaldsmaður. Samstundis hevði ein ta kenslu, at djúpt í huganum á hesum manni var ein grund, sum var føst og trygg, men sum fáur - kanska eingin - kom at kenna. Hetta hevði við sær, at Janus - blíður og høviskur sum fáur - ivaleyst uttan at vita av tí var umgyrdur av ein tign, sum nam við øll, sum komu honum nær.
Undirritaði búði saman við foreldrum og systkjum suðuri í Skúgvi frá 1944 til 1956. Skyldskapur hevði við sær, at vit komu at hava nógv samband við tey Úti í Stovu. Janus var giftur við Paulinu, dóttur Emil Smith (av Rananum í Trongisvági) og Hannu, úr Skálagarði í Skúgvi. Paulina, sum enn er á lívi, var Jan-usi ein góð kona, røsk, hjartagóð og blíð sum fáur. So mikið nógv samband var millum húsini, at tað var mest at kalla vinskapur. Hetta sambandið helt fram, eftir at vit vóru flutt til Havnar. Ár og aldur krevja sítt, sum ættir nørast, verður gloppið millum gøturnar størri, men hóast sambandið var minni tey seinnu árini, vistu vit altíð av hvørjum øðrum.
Tær ferðirnar, vit vitjaðu suður aftur til Skúvoyar, stóðu húsini hjá Janusi og Paulinu altíð opin, blíðskapurin var hin sami. Onkuntíð høvdu vit fremmant fólk við okkum. Merkiligt var at síggja, hvussu Janus - hesin hóvliga bygdamað-urin, heilur í hugsan og medferð - uttan at vita av tí kundi bergtaka fólk, sum at kalla bara vóru von við tað meira túnkvika, roksuta fólkaslagið, sum eyðkennir stórbýin. Eyðkent fyri Janus var, at hann - sum summi í hansara ætt - var skemtingarsamur av lyndi á ein serligan hátt. Skemtið lá ofta fjalt undir onkrari hóvligari viðmerking ella onkrum álvarsorði, men tann, sum dugdi at lurta, ansaði eftir tí.
Undirritaði er ikki tann rætti at greiða frá Janusar lívi, hetta gerst bara av fólki við kunnleika og royndum úr hansara bygd. Nevnt eigur kortini at vera, at Janus í mong ár var ein av teimum føstu sígingarmonnunum í Skúgvi. Eins og Antines var hann deknur, og eg haldi meg vita, at hann sat eitt skifti í forstandarskapinum, sum tað tá varð rópt. Janus var skilamaður, róligur, við óvanliga góðum nervum, kvikur og snarráðin, tá ið kravdist.
Viðhvørt kann tað tykjast, sum forsjónin hugsar seg væl um, áðrenn byrðar verða lagdar á foldarbúgvan, og ofta er tað tá tann prúða og sterka eikin, ið má taka tøkini. Ongin grund er til at fara í staklutir, men um Janus Úti í Stovu tykjast hesi orð úr Gongurólvs kvæði at hóska: »Hann sum í míni fótspor stígur, lær ikki alla tíð«. Janus hoknaði ikki, hóast fáur - ella eingin - man vera mentur at gruna, hvat fór fram í sálardýpinum. Og vist er, at tað neit - eisini í hjørtunum á fjarstøddum ættfólki - líkasum gleðin var stór, tá fuglar komu aftur við »grønum leyvi í nevi«.
Letur ein hugan reika aftureftir, kanska til farnar øldir, so vóru helst fleiri og merkiligari skeiðir at velja ímillum fyrr, í skaparans stóru stoypistovu. Nú menniskjan nærkast nøkrum, ið kann minna um allvald (um tað ikki er tað, sum grikkar róptu hubris), er tað okkum so líkt, at okkara glæsiligasti dreymur er fullkomin einsrætting: tað klonaða hópmenniskjað. Janus Úti í Stovu var runnin úr eini tíð, tá ið stakmenni enn vóru til, skaptur av umstøðum og avbjóðingum, sum ikki finnast í dag. Orðið »mentan«, sum nú er á lofti annan hvønn dag, mundi hann sjáldan taka í sín munn. Men tað var mentan - í orðsins sanna týdningi - sum eyðkendi henda mann.
Við tøkk fyri trúskap og vinskap.

Hanus Kamban