Julianna gjørdist ein nýggj kvinna

Sosialurin hevur saman við Hans Fróða Hansen, Fashion og Image Consultant, gjørt eina fullkomna broyting við Julionnu Holm Jacobsen. Hon hevur fingið serkøna ráðgeving innan klæðir, litir, hár og annað, sum hóskar henni best.

Til at fremja broytingina hava vit sett eitt toymi av serfrøðingum innan ymisk øki saman. Í toyminum stendur Fashion stylisturin og Image Consultanturin Hans Fróði Hansen á odda, og síðan eru Karin Sólsker, hárfríðkanarkvinna, Elisabeth Johannesen, Make-up artistur og Niels L. Arge, Optikari, somuleiðis í toyminum.

Julianna Holm Jacobsen varð dagsins offur. Julianna Holm Jacobsen er 39 ára gomul, starvast á kredittdeildini hjá Føroya Sparikassa og eigur trý børn saman við Alva Nielsen, ið hon somuleiðis er gift við:

- Eg var í bindiklubba saman við nøkrum vinkonum. Hans Fróði var har og helt fyrilestur um vælveru og stíl og spurdi síðan, um eg hevði hug at vera við. Eg hugsaði meg um í ein mánað, men valdi síðan at síggja tað frá tí jaligu síðuni og at royna tað. Tað verður stuttligt at fáa at vita, hvat onnur halda um meg, og hvat eg veruliga kann blíva til. Somuleiðis haldi eg rætt og slætt, at eg havi brúk fyri eini broyting. Tá allar vinkonurnar og familjan somuleiðis eggjaðu meg til at gera hetta, so fór eg. Eg eri spent, men kanska eisini eitt sindur fjálturstungin.

Hans Fróði Hansen sigur, at tá hann sá Julionnu frá fyrstan tíð, sá hann alt fyri eitt nógvar møguleikar í henni:
- Hon kann broytast nógv, men í hesum vil eg heldur ikki siga, at hon er óinteressant. Hon er høg, og hetta skal avgjørt koma til sín rætt. Flest allar kvinnur, ið eru líka høgar sum hon, eru bangnar fyri at vísa seg. Julianna tykist somuleiðis at vera afturhaldandi, neutral og bangin fyri at síggjast ov væl. Hon arbeiðir í Føroya Sparikassa og sær út sum ein vanlig dama. Men eg ætli, at hon skal síggja út, sum hon eigur allan Sparikassan, tá hon kemur aftur til arbeiðis, sigur Hans Fróði og leggur afturat, at hann ætlar sær at leggja dent á at draga andlitið hjá Julionnu fram, tí tað er tann mest umráðandi parturin av okkum:

- Julianna sær út til at goyma andlitið undir hárinum og brillunum. Tað ætli eg mær at broyta! So høvuðsendamálið við broytingini er at flyta Julionnu frá einum stíli og til ein nýggjan meira uppdateraðan stíl, sum er málrættaður og útstrálar sjálvsvirði og sjálvsálit, sigur Hans Fróði.

Myndatekstur til myndarøðina:
Vit byrjaðu á hárfríðkanarstovuni Karinsa í Brekkugøtu 8 í Havn klokkan 8.30 stundisliga. Har varð Julianna klipt, litað og snøggað.
Síðan legði Elisabeth Johannesen vakurt dagsmyrsl á Julionnu.
Eftir hetta fóru vit beina leið oman í Handilskjarnan, har Hans Fróði valdi Julionnu klæðir og skógvar.
Síðan gekk leiðin oman í Niels L. Arge, har Julianna fekk nýggjar brillur.
Og at enda fóru vit øll oman á Skansan, har myndamaðurin fekk nakrar góðar myndir av nýggju Julionnu.
--

Fakta
Navn: Julianna Holm Jacobsen
Bústaður: Inni á Gøtu, Hoyvík
Aldur: 39 ár
Starv: Skrivari á kredittdeildini í Føroya Sparikassa
Hjúnastøða: Gift við Alva Nielsen
Børn: Trý - Sigurbjørg 11 ár, Martin 8 ár og Poul Sigfríður 3 ár

--

EFTIR UMSKAPANINA

Hár:
Hárfríðkanarkvinnan, Karin Solsker, hevur klipt Julionnu. Í høvuðsheitum hevur hon ikki klipt so nógv av longdini, men heldur klipt øki burturúr, so hárið ikki fyllur so nógv. Á henda hátt kemur andlitið og krúllurnar betur til sín rætt. Somuleiðis hevur Karin rundað hárið av framman og klipt ein lítlan frunt. Alt hárið hevur Karin litað sjokulátabrúnt og síðan koyrt nakrar ljósar og nakrar koparlittar strípur í:
- Alt í alt eri eg sera væl nøgd við úrslitið. Við hesari hársetanini er Julianna spennandi at hyggja at, hóast frisuran ikki er so »tjubang«. Julianna er avgjørt broytt til tað betra, heldur Karin Sólsker, hárfríðkanarkvinna.

Smyrsl:
Elisabeth Johannesen, Make-up artistur, hevur lagt eitt pent dagsmyrsl á andlitið á Julionnu. Elisabeth hevur broytt Julionnu nógv, men tó ikki soleiðis, at hon sær út til at skula í eina veitslu:
- Eg havi lagt eitt tunt lag av brúntkremi á alt andlitið, síðan legði eg ein ljósan eygnaskugga á eygnalokið og brúnan eygnaskugga á globustrikuna. Somuleiðis havi eg lagt ljóst glitur á alt eygnalokið í somu litum, sum eygnaskuggarnir eru lagdir. Eg havi ikki teknað við kolstift runt um eygað, tí smyrslið er jú bert til ein gerandisdag. Heldur havi eg brúkt ein myrkan eygnaskugga undir eygað. Vippurnar havi eg smurt við brúnari maskara, ið Julianna klæðir væl. Og á kinnabeinini havi eg lagt reyðan kinnareyða. At enda havi eg gjørt varrarnar. Fyrst teknaði eg við einum reyðbrúnum blýanti runt um varrarnar, síðan legði eg eina milda reyða varrastift og brúnt gloss út yvir varrarnar fyri at fáa samanhang í litirnar, sigur Elisabeth Johannesen.


Brillurnar:
Niels L. Arge, Optikari, hevur valt nýggju brillurnar hjá Julionnu:
- Eg havi valt einar brillur, ið klaga Julionnu væl. Brillurnar hóska væl til eyguni og andlitssniðið. Í veruleikanum eru brillurnar heldur villar og øðrvísi, men á Julionnu eru tær natúrligar. Brillur mugu ikki síggja út, sum um tær eru kroystar á nøsina. Heldur skulu tær hóska til heildina, og tað gera hesar brillurnar á Julionnu, sigur Niels L. Arge.

--

Julianna Holm Jacobsen eftir broytingina:

Hvussu ert tú nøgd við úrslitið?
- Eg eri sera væl nøgd og kendi meg væl gjøgnum alla prosessina. Klæðini eru heilt ein annar stílur enn tann, eg sjálv hevði valt - serliga jakkin og stivlarnir. Mær dámar væl smyrslið, tí tað er so einfalt. Og eg eri heilt ótrúliga glað fyri klippingina. Karin hevur veruliga fingið skil á krúllurnar. Og brillurnar dámar mær eisini.

Hevur tú betri sjálvsálit eftir broytingina?
- Eg veit ikki rættiliga, um eg havi størri sjálvsálit eftir hetta, men eg havi veruliga flutt nøkur mørk hjá mær sjálvari. Og tað eri eg glað fyri.

Ætlar tú at halda broytingina við líka?
- Tað átti eg so avgjørt at roynt.

Kundi tú funnið uppá at gingið soleiðis dagliga og keypt slík klæðir?
- Ja, tað kundi eg. Eg havi longu keypt øll klæðini.

Hvat segði familjan, starvsfelagar og vinir tínir?
- Maðurin og børnini vórðu glað og hildu, eg riggaði sera væl. Tað gjørdu foreldur míni, familjan og øll onnur eisini. Eg havi fingið nógvar fittar viðmerkingar og kompliment. Nøkur halda, at tað var frískt, at eg fór. Og enntá var onkur, ið ikki kendi meg aftur. Eisini vóru nakrar kvinnur, ið sjálvar kundu hugsað sær at farið til eina slíka umskapan.

Hvussu var tað at standa framman fyri myndamanninum?
- Tað var trupult at byrja við, men eg fekk góða hjálp frá øllum, so tað gekk.

Hvussu hevur tú í høvuðsheitum upplivað dagin?
- Dagurin í dag hevur bara verið so fantastiskur. - Ein framúr dagur, allur sum hann er. Øll royndu at gera alt so gott fyri meg, so tað kann ikki blíva betri. Og tað er somuleiðis stuttligt at síggja, hvussu eg veruliga eri broytt.

Angrar tú tað?
- Nei, avgjørt ikki. Eg eri bara so glað fyri dagin og broytingina.