Joanna slípar diamantar

Fyri Joannu Johansen er einki so týdningarmikið sum tónleikur. At fáast við tónleik og at undirvísa í tónleiki er tað mest gevandi fyri hana. Í 25 ár hevur hon verið lærari, seinnu árini hevur hon verið lærari í Eysturskúlanum, har hon lærir sínar næmingar føroyskt við at syngja, og í Musikkskúlanum hevur hon ikki minni enn fimm barnakór

Joanna Johansen hevur altíð vitað, at tað skuldi vera okkurt við tónleiki. Frá tí at hon var heilt ung, elskaði hon at syngja, og sum 11 ára gomul lærdi hon seg at spæla gittar. Sín fyrsta gittara keypti hon sær fyri konfirmatiónspengarnar, og hóast hon altíð kom við í bindiklubb, setti hon seg altíð at spæla gittar, meðan hinar genturnar bundu troyggjur, húgvur ella turrikløð.

- Tónleikurin skínur altíð í gjøgnum í øllum í mínum lívi, sigur Joanna Johansen.

Hon býr á Norðasta Horni saman við Føroya fremsta tónaskaldi innan klassiskan tónleik, manninum Sunleif Rasmussen, og eiga tey eina dóttir. Joanna varð útbúgvin lærari í 1984, og í 1988 avgjørdu tey at flyta til Danmarkar tá maðurin fór á Konservatoriið at ganga. Komandi árini avgjørdi Joanna at fáa sum mest burturúr síni rødd, nú læraraprógvið varð fingið í hús.

- Eg hevði sungið nógv í Føroyum. Bæði klassiskan og rútmiskan tónleik. Eg var til dømis ein av teimum, ið sang V4 vísur í útvarpinum, eg var solistur hjá Paula í Sandagerði og ymiskt annað. Men eg vildi ikki stagnera, heldur menna mína rødd. Tí avgjørdi eg at taka sangfrálæru í seks ár við síðuna av arbeiðnum sum lærari í Keypmannahavn, sigur Joanna.

 

Okkurt meiningsfult

Joanna bakkaði sostatt av føroyska tónleikapallinum, og brúkti í staðin kreftirnar til klassiskan tónleik. Hon sang eitt nú við Århus Symfoniorkester, Danmarks Radio Underholdningsorkester og Sønderjyllands Symfoniorkester.

- Hendan tíðin menti meg nógv sum sangara og lærara. Tónleikur og kreativitetur stimulerar so fantastiska væl. Eftir 13 ár í Danmark tosaðu vit um at fara heim, men vistu ikki rættiliga til hvat. Vit vildu heim til okkurt meiningsfult, greiðir Joanna frá.

Tey settu sær mál fyri hvat tey ynsktu at fáa burtur úr við at fara aftur til Føroyar. Var tað nóg avbjóðandi? Hvar kundu Joanna og Sunleif gera mun?

- Vit settu okkum sum mál, at tað skuldi vera okkurt meiningsfult arbeiði, vit komu aftur til. Vit vildu seta í gongd eitt kór og barnakórvirksemi í Føroyum. Av royndum aðra staðni vistu vit at tað er sera týdningarmikið at børn fáa regluliga sangfrálæru á so ungum árum sum til ber.

Og báðar av hesum treytunum hevur flytingin boðið teimum.

 

Dreymurin, hon ikki visti um

Hon er ikki í iva um, at hon hevur fingið sítt dreymastarv, hóast hon ongantíð hevur vitað, at júst hetta var dreymurin. Tað skuldi bara vera okkurt við tónleiki.

- Saman við Kára Bæk fór eg at undirvísa yngstu skúlabørnunum í kórsangi, og í ár eru tað so Sunleif og eg, sum venja tey.

Joanna greiðir frá, hvussu umráðandi tað er fyri sangvirksemi, at børn fáa undirvísing í sangi frá tí at tey eru heilt ung. Tey fyrstu børnini, hon hevði í barnakóri, fara nú í ungdómskór.

- Tey hava ment seg so fantastiska nógv. Tey hava fingið uppaling í at ferðast í kórsang umhvørvinum, og ikki at gloyma hava tey lært góðan sangteknikk.

Tá Joanna Johansen venur børnini, venja gentur og dreingir hvør sær. Kynini skulu venjast á ymiskan hátt.

- Tað ótrúliga er, at tá vit so hava konsertir, standa tey har saman, og syngja perfekt, sigur Joanna Johansen, og leggur dent á orðið “perfekt”.

 

Børnum dámar avbjóðingar

Men tað er ikki bara á Musikkskúlanum, Joanna Johansen kann oysa av sínum sangkunnleika. Hon hevur nakrar fittar næmingar í Eysturskúlanum, sum hon nevnir “míni børn”. Hon knýtir seg til børnini, og heldur altíð at hennara børn eru tey bestu og fittastu. Júst sum ein mamma heldur síni egnu vera best.

- Eg havi ment eina innlæringsskipan við børnunum, sum ger tey sterkari í føroyskum málið. Vit klappa stavilsir sum flestu lærarar gera. Afturat tí læri eg tey at seta orð á mállæruna fyri at fáa tey at skilja hana til fulnar. Eg eri sannførd um, at børn trívast við avbjóðingum, og við tí vil eg geva teimum karmar, sum menna tey so tey fáa sum mest burtur úr teimum. Við hesum háttinum duga tey longu í 2. flokki tey grundleggjandi tingini, tey skulu duga í føroyskum, sigur Joanna Johansen fegin.

Tað, at føroyskt skal vera so torført at læra, er hon ikki so samd í.

- Ein skal bara byrja nóg tíðliga, og ikki vera bangin fyri at royna, tí børnini vísa sum oftast veg sjálvi.

 

Vita at eg geri mítt besta

Tann nógva samveran við børnini er gevandi fyri Joannu. Eingin ivi um tað. Men hon leggur eisini dent á, at hon trívist ófatiliga væl á Eysturskúlanum, við góðum starvsfeløgum og í einum fantastiskum toymi, har lærararnir stuðla hvørjum øðrum væl. Ikki at gloyma er tað umráðandi fyri hana, at undirvísingin verður væl stuðlað av foreldrunum.

- Eg haldi tað vera fantastiska spennandi at vera lærari. Umhvørvið er livandi, spennandi og gevandi. Eg fái nógvar avbjóðingar í starvinum, har eingin dagur er líka. Eg haldi, at skúlin er ein sjálvstøðug organisma, har tað sosiala og fakliga skulu ganga hond í hond.

At vera lærari er so nógv annað enn at undirvísa. Tey skulu lærast at vera saman, at ganga í skúla og gott arbeiðslag. Hon plagar at tríva orðini hjá Idu, lítlu systrini hjá Emil, tá hon gongur millum blómurnar á bønum.

- Hon sigur, at hon sáar, so blómurnar kunnu vaksa. Nakað soleiðis ljóðar mín arbeiðssetningur við tónleikinum og frálæru sum heild. Tað eydnast ikki altíð, men eg má vita, at eg altíð havi gjørt mítt besta, sigur hon avgjørd.

 

Røddin skal slípast til

Til tíðir tigir telefonin hjá Joannu ongantíð. Fólk ringja hana niður, tí tey kundu hugsað sær at fingið sangfrálæru.

- Tað er gleðiligt, at tað er so stórur áhugi. Og eg síggi eisini hvussu stórt potentialið er. Man skal duga so nógv fyri at gera røddina fleksibla, smidliga og fyri at syngja reint. Tey flestu kunnu syngja millumleiðið, men tá tað kemur til tað høga og heilt lága, knípir tað. Øll kunnu kortini læra sang teknikk. Øll kunnu syngja, men øll kunnu ikki vera solo sangarar. Fyri at røkka málinum, er tað tí umráðandi at byrja so tíðliga sum gjørligt. Tí harmast Joanna um at sangur er tikin av tímatalvunum.

- Tað er alneyðugt at fáa tónleikin inn í innskúlingina aftur. Sum eg segði, so stuðlar tónleikur og kreativitetur innlæringina. Og tað er vísundaliga prógvað.

Sjálv byrjaði hon líka sum so nógv onnur við at spæla gittar og syngja í skúla, kirkju og meinigheitslívinum á Strondum. Skal røddin mennast til tað ultimativa, skal hond takast um hana tíðliga. Og til tað arbeiðið, er Joanna klár.

- Eg síggi mína uppgávu sum at eg slípi diamantarnar til. Eg stemmi stemmurnar.