Fólkaskúlin – neyðug byrjunartiltøk

Pauli Ellefsen
---------------

Reaktiónin, ella bakslátturin,
upp á Pisakanningina hevur higartil millum tey klóku fyrst og fremst verið eitt kjak um fleiri undirvísingartímar ella ikki. Lítið og onki um hvussu tímarnir gerast betri – teir tímar, tá týðandi partur av barlastini verður løgd niður í okkara børn. Okkara fremstu menn halda framvegis, at ein kann byggja heimsins besta samfelag oman á heimsins næstringasta skúla.

Hugburðsbroyting er neyðug
Vit føroyingar verða noyddir til at rista av okkum allar minnilutakenslur yvir fyri útlendingum, ikki minst dønum og øllum tí, sum danskt er. Fyri 30 árum síðan var tað beinleiðis tápuligt at rokna við, at vit »over night« kundu sleppa danska tilfarinum og beinan vegin fara yvir til føroyskt tilfar. Kunnleikin til danskt hevur víðkað okkara sjónarring. Danir hava viðurkent, at danska málið er í lagi heima við hús, men alt ov lítið at hava við sær út í heim. Teir byrja nú at undirvísa teimum elstu bólkunum í og á enskum í teirra fólkaskúla. Alt fleiri donsk virksemi nýta enskt, eisini í Danmark. Vit halda framvegis at føroyskt er eitt heimsmál. So tungt tað enn kann tykjast, verða vit eisini noyddir til at ásanna, at lítla tabellin, matematiskir, kemiskir og fysiskir formlar geva nøkunlunda somu úrslit á útlendskum sum á føroyskum máli. At hóast føroyska náttúran er annarleiðis, so eru tær grundleggjandi náttúrulógirnar nøkunlunda eins og í útlondum.
Bygnaðurin ella struktururin
í fólkaskúlanum má broytast. Skúlin eigur at verða býttur í tvær lodrættar súlur. Onnur súlan skal fevna um føroyska málið, søguna og tað sum serføroyskt er. Her skulu vit sjálvsagt menna fullgott føroyskt undirvísingartilfar. Hin súlan skal fevna um allar aðrar lærugreinar. Hendan súlan eigur at skerast vatnrætt í tríggjar flísar. Til niðastu flísuna skulu vit menna fullgott føroyskt undirvísingartilfar – eisini við umseting - til flestu lærugreinar. Til miðflísina skulu vit – um føroyskt tilfar ikki er tókt - útvega tað besta undirvísingartilfarið á donskum máli. Til ovastu flísina skulu vit hava fatur á tí allar besta undirvísingartilfarinum á enskum máli sum finnist. Hugsi ikki minst um nýggjasta elektroniska tilfarið, eisini til »interaktiva« undirvísing, sum nú vinnur fram.

Undisvísingaramboð skulu útvegast
– ikki komandi summar men - beinan vegin. Tað var gamalt føroyskt fyrst at útvega spakan, áðrenn ein byrjaði at grava, og ikki umvent – fyrst at útvega talvu og krit, seinni blýantin, áðrenn ein byrjaði at skriva. Í dag krevjast onnur og nýggjari undirvísingaramboð. Teir skúlar, sum ikki longu hava tað, skulu hava breiðband og tráðleyst samband inni á skúlanum. Ein flatskermur av rímuligari stødd verður hongdur upp í hvørt bólkarúm, og rætta talið av printarum og neyðugur goymsludiskil verður útvegað tí einstaka skúlanum. Ein berbar telda og ein geymi verða lætin øllum lærara- og fólkaskúlanæmingum, øllum lærarum og starvsfólkunum í skúlaumsitingini. Ein samlað bílegging upp á einar 7000 teldur gevur ein sera rímuligan stykkjaprís. Teldan skal hava »tablet« eginleikar og tey røttu standardforritini, íroknað forritið »One note« , (sí HYPERLINK "http://www.microsoft.com/office/onenote/prodinfo/demo.mspx" www.microsoft.com/office/onenote/prodinfo/demo.mspx - OneNote for Students Demo). Hugsa vit okkum, at tólini hava eina livitíð upp á 5 ár og verða fíggjað yvir 5 ár, er hendan útreiðslan bert ein brøkpartur av einum prosenti av samtyktu fíggjarlógini.

Mannagongdum og undirvísingartilfari
er rímuliga lætt at fáa fatur á. Okkara umboðsmenn í Brüssel, London og Keypmannahavn fáa boð um at stytta sær stundir við at finna fram til bestu skúlarnar í teimum londum teir umboða okkum í. Síðan fara teir saman við umboðum fyri skúlaumsitingina og lærarafelagið út á útlendsku skúlarnar at finna tær bestu mannagongdir og tað besta undirvísingartilfar á enskum/donskum ella øðrum máli, sum vit hava fyrimun av at læna og/ella keypa (mundi sagt stjala) frá hesum góðu skúlum.

Innkoyring og upplæring
krevur upp á seg lítla orku. Skúlanæmingarnir duga longu í stóran mun at arbeiða við teldu. Teir lærarar undir eftirlønaraldur, sum hava ein ella fleiri flokkar við 20-25 skúlanæmingum og sum ikki heilt skjótt læra av næmingunum at nýta teldu – teir hava størri tørv á »psykologhjálp« enn á it-undirvísing. Annars er tað sera lætt, um skúlarnir hava oman fyri nevndu hjálpitól at veita einum skúla, einum klassa ella einum næmingi, neyðuga undirvísing. Fløgur og geymar eru tøk. Møguleikarnr eru nærum óavmarkaðir. T. d. kann ein teldufrøðingur via sjónvarpið undirvísa øllum lærarum, øllum næmingum og øllum starvsfólkum via flatskermarnar í einum og sama undirvísingartíma (eisini okkum øðrum). Hetta kann verða sera hent, tá kunnast skal um nýggjar mannagongdir og nýtt tilfar. Bert ein mannagongd er alneyðug áðrenn farið verður í holt við at arbeiða við nýggju tólunum. Tað er ein neyv systematisk allýsing av, hvussu øll einstøk elektronisk skjøl frá umsiting til lærara, frá lærarum til næmingar og aftur o. s. fr., skulu eyðmerkjast. Har skal umframt dagfesting og heiti t. d. framganga: hvønn skúla, hvønn bólk/árgang, hvørja lærugrein og hvønn næming talan er um, uframt neyðug frámerki hjá skúla og skúlaumsiting.

Hesi byrjunartiltøk
høvdu upp á seg givið ein sera stóran »rationaliseringsvinning«. Sjálvandi skulu vit upp á sikt útvega eina samlaða »integreraða« it-loysn fyri skúlaverkið. Men tað krevur sera stóra orku, sera nógvan pening, tekur langa tíð og er torført at »implementera« um næmingar og lærarar ikki í forvegin eru kønir at fáast við teldur og telduskipanir. Og slíkar skipanir verða betri og bíligari at útvega sum tíðin fer.

Um onkur ivast í
at hetta kann læta seg gera og gevur úrslit, kann eg upplýsa, at eg havi roynt tað í »praksis« við einum »klassa« – yvir meira enn 20 árgangir - við upp til 25 næmingum í aldrinum 20 til 65 ár. Greiðar skrivligar/elektroniskar mannagongdir frá »leiðslu« til »næmingar«, greitt undirvísingartilfar á enskum, donskum og føroyskum, og góð nýmótast undirvísingaramboð. Men tá tað snúi seg um at læra at nýta teldur og telduskipanir, tá vendi sjóvarfallið. Tey yngru lærdu tey eldru - eisini meg. Saman um tikið gekk tað sum eftir ánni.

PE

P. S: Lat okkum verja føroyska málið
og kunnleikan um tað, sum serføroyskt er – men ikki við innibyrging. Mítt uppskot er at geva Fróðskaparsetrinum ein senditíma aftan á hvørja dag- og vikusending og áleggja setrinum at veita frálæru í føroyskum. Onki ger, um okkurt av tí hálvvánaliga útlendska tilfarinum verður strikað. Tá verða Palleba, Marsanna og eg betri til føroyskt og kunnu betri verja okkum ímóti øllum málsligum og mentanarligum álopum frá Televarpinum og tí sum verri er.