Minningarorð um Berlinu Mørkøre

f. 7.10.1920 – d. 15.01.2013

Tá ið eldri sonurin og eg fóru út at geva okkara langommu og ommu á Selheyggi jólapakka í fjør, tóku vit hesa myndina. Ikki visti eg tá, at hetta skuldi blíva seinasta myndin, eg tók av míni kæru ommu, og at hetta fór at vera seinasta ferð, vit komu at geva henni jólagávu. Stutt eftir viknaði hon, og hennara tíð her á fold var komin at enda. Omma andaðist 15. januar 2013, 92 ára gomul.

Omma varð fødd við Gjógv 7. oktober 1920 og var hugnaliga barnaheimið hjá henni Blásastova (bygd uml. 1906). Har vaks hon upp saman við eldru systkjum sínum, Jóhannu og Jógvan Sofus. Hon var dóttir Jørginu og Jóhan í Blásastovu.
Omma tosaði mangan um góðu barnaárini við Gjógv og ikki minst skúlatíðina, sum hon mintist aftur á við gleði. Børnini gingu tá í skúla annan hvønn dag og høvdu stóra virðing fyri skúla, foreldrum og lærara. Læraran, Jóhan Kalsoy, umtalaði omma mangan við føgrum orðum. Helst man hann eisini hava verið ein góður lærari og man hava lagt gott grundarlag undir Gjáar skúla, tí omma var ikki sørt errin av, at børn, sum høvdu gingið í skúla við Gjógv, vóru blivin eitt nú bispur og professari.

Omma plagdi mangan at taka til, at tað var so nógv broytt í hennara tíð, at hon ikki kundi ímynda sær, at onnur fara at uppliva eins stóra broyting. Hon mintist væl ta gomlu tíðina í Føroyum uttan dagsins hentleikar og suffaði hon mangan, tá ið hon hugsaði um knossið, tey høvdu fyrr. Børnini vóru við í øllum: hoyggjaðu, fingust við torv, tóku upp eplir o.a. og so vóru genturnar eisini uppi í tí húsliga arbeiðinum. Seinni gekk hon eisini til neyta, og tað var ikki altíð so høgligt, tí onkuntíð kundu neytini liggja heilt norði á Ambadali. Tá konufólkini vóru til neytar, høvdu tær stokkar við og bundu so meðan tær gingu. Heimaftur bóru tær fýra dyllur hvør (uml. 16 litrar).

Omma kom til Klaksvíkar at tæna, og tá rann saman millum hennara og abba (Erik Mørkøre). Tey giftust og fingu sjey børn: Kristionnu, Jørgin, Hannebeth, Jóhan, Hjørdis, Erland og Birgir.
Tey bygdu eitt gott og trygt heim á Selheyggi. Húsini vóru tá millum ovastu hús í Klaksvík. Útsýnið úr køksvindeyganum hevur altíð verið og er enn sera gott. Ígjøgnum køksvindeygað hevur omma kunnað eygleitt ta stóru menning, sum var í Klaksvík í farnu øld. Abbi sigldi tey fyrstu árini og fór eisini onkra vandaferð undir krígnum niður til Skotlands at selja fisk. Seinni legðist hann upp á land og arbeiddi sum bryggjari á Føroya Bjór.

Samanhaldið millum ommu og abba var sera gott. Tey hildu væl saman og stuðlaðu hvør øðrum væl. Kærleikin teirra millum var altíð eyðsýndur. Tað sást ikki minst ta fyrstu tíðina eftir, at abbi var farin. Hon saknaði tann mann, sum hon hevði elskað og hildið so leingi saman við. Tey bygdu á sama virðisgrundarlag - tað góða gamla føroyska slagið, sum hvíldi á einum kristnum fundamenti, og har man vísti virðing fyri hvør øðrum, svaraði hvørjum sítt, var álítandi og visti, at røkjuskapur og trúfesti eru góðar dygdir.

Sum barn var tað hugnaligt at fara gongutúr túr við mammu tvørturum Sandin og út á Selheygg. Omma var so blíð og týð at koma inn til og skjót við einum góðum drekkamunni og onkrum heimabakaðum afturvið.
Omma var eisini ein nærløgd kvinna, alt var vælgjørt. Hon hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og las altíð bløðini og lurtaði eftir útarpinum. Eisini var hon sera áhugað í, hvussu tað gekst við skúlagongdini hjá okkum ommubørnunum, tí hon spurdi altíð, hvussu tað gekst í skúlanum, tá ið vit lósu.

Omma hevur bundið óteljandi pløgg til familjuna og sjómenn ígjøgnum Sjómanskvinnuringin, sum hon var trúgvur partur av í fleiri áratíggju. Líka til tað seinasta bant hon. Omma hevði ikki heimahjálp og gjørdi at kalla hvønn dag døgurða til sín sjálvs og onnur. Morgunlesturin í ÚF var fastur táttur í gerandisdegnum hjá henni. Eg minnist væl, hvussu kedd hon varð, tá ið hann einaferð varð hóttur, men gleðin var stór, tá ið hann aftur kom í skránna, tí hjá eldri fólki eru góðar rutinur í gerandisdegnum av størri týdningi, enn vit ofta geva okkum far um.

Tað lá ommu á hjarta, at hennara barnaheim, Blásastova við Gjógv, skuldi verða gjørd í góðan stand, so familjan kundi fáa størri gleði av húsunum. Og tíbetur untist henni at uppliva, at Blásastova fekk nýggj vindeygu og mistøðuhita, so húsini gjørdust heit og fjálg og fingu heitt vatn – eitt stórt framstig, sum omma fegnaðist stórliga um. Tað seinasta summarið, omma livdi, vitjaði hon við Gjógv og búði í Blásastovu í út við eina heila viku. Hon gekk runt í bygdini og sá ymiskt fyri seinastu ferð. Tað var so heppið, at fróðarmaðurin, Asfinn Sigvardsen vitjaði í Blásastovu og fekk eina sera góða samrøðu við ommu um ta gomlu tíðina við Gjógv. Samrøðan kann lesast inni á www.bygdin.fo. Tað var sum um, at nú, tá ið Blásastova var gjørd í stand, og omma hevði fingið sagt sítt seinasta farvæl við sína heimbygd, og árini vóru blivin 92, so var hon líkasum klár at fara hiðani.

Omma var ógvuliga avklárað og óttaðist als ikki deyðan, tí hon visti, at deyðin er ikki endin, og hon hvíldi trygg í lyftinum, at Jesusar fullgjørda verk á Golgata skuldi føra hana til eitt tryggari og betri stað, har sjúka og deyði ikki eru til meira. Ommusa lív var eyðkent av nøgdsemi og Guðsótta, og sambært Halgu bók, so er tað mikil vinningur. Tað hevur eisini verið mikil vinningur fyri okkum, ið hava havt so góða ommu, langommu, móðir og vermóðir. Hon var ein sterk og vís kvinna, sum gav sær góðar stundir til eitt prát og var altíð nærverandi. Tú fekst eina kenslu av, at hon var ein kvinna, sum var í javnvág við seg sjálva og síni virðir. Ein fór altíð glaðari út aftur, tá ið man hevði vitjað á Selheyggi.

Ærað veri minnið um ommu mína, Berlinu Mørkøre.
-------
Erik Biskopstø