verið í málinum í ættarlið. Hetta er okkara felags europeiski mentanararvurin, teir taka frá okkum. Vanlig orð, øll eru fortrólig við. Vit hava onga orðabók yvir móðurmálið, men fleiri yvir eitt mál, sum [...] mállærara, um slík harðrend purisma varð praktisera nakrastaðni í Europa. Hann visti bara eitt fólk, ið gjørdi tað sama, tað vóru serbar(!). Purisman er ikki vísind, men trúgv. Purisman er líka óvísindalig [...] m og hava tí ongan sjálvstøðugan tanka. Tað, sum øll áttu at verið trygg og fortrólig við, er okkum fremmant. Sjálvt móðurmálið. Borgarin skilir ikki brøv frá tí almenna og frá peningastovnum. Stór
Sigrid Vang er nevnliga dottin aftur á annað plássið í kappingini, eftir at Terri Tough av Guernsey togaði seg fram um hana, tá skotið varð á 50 metra teininum. Nú fyrsta umfarið er av, er Sigrid við 12 [...] Alberti, so er hetta met nú eisini í vanda. Í liðkappingini er støðan so sjálvandi tann, at Føroyar eru greitt á odda. Við øllum okkara skjúttum somikið langt frammi í røðini hjá einstaklingum, er munurin [...] plássið, sum hann er á í løtuni. Har er talan um einar fýra skjúttar, sum liggja hampuliga javnir, so spurningurin er, hvat Poul Martin fer at megna í seinna umfarinnum. Bjarni Rasmussen er í loøtuni á 20
røð av sendingum av skrá er 100.000 kr í Inniverandi árið!!! Og yvirskriftin fyri hesar sparingar á heimasíðuni hjá »kreppu-rakta« stovnum er – »Dia slær bremsurnar í«???? Tað er kann ikki undra nakran [...] nakran, at starvsfólk á stovninum hava fingið ein skelk nú uppsagnir hótta, og vit hava sjálvandi stóra samkenslu við teimum – men spurningurin er um hetta ikki ger somu fólk ógegnug at viðgera støðuna sum [...] pendulfarti millum ymisku sendingarnar hjá Kringvarpinum. Politiska skipanin er eftir orðafloyminum í kringvarpinum at døma eisini skelkað. Ein áhugaverdur spurningur er, hvør tað er sum roynir at
hjá tí almenna er ov vánalig, og eftir støðugar atfinningar frá eitt nú Landsgrannskoðaranum, er KT-Forum komið við einum uppskoti um, hvussu tamarhald kann fáast á støðuni. KT-Forum er mannað við umboðum [...] ISO 17799, sum er tann mest nýtti av sínum slagi. Tung uppgáva Tað verður ikki eftir einum degi, at almennu Føroyar fáa ein nýggjan og betri samskipaðan teldupolitikk. ? Tað er ikki yvir at dylja, at v [...] størstu og kt-tyngstu stovnunum. Best er, um allir fimm stovnarnir hava onkrar upplýsingar, ið koma inn undir persónsupplýsingarlógina, heldur KT-Forum, sum heldur, at tað er rætt at brúka bæði føroyska og útlendska
Hvat so hendir frameftir er ikki heilt greitt, men tó stendur fast, at Grón er farið í søguna. - Felagið er upployst, og verður ikki til frameftir. Og tað serliga harmiliga er, at kreditorar missa pengar [...] rundan um okkum, men vit mugu bara ásanna, at tað ikki ber til longur, sigur Sveinur Thomasen. Hann heldur ikki, at tað er kappingin við hini føroysku bakaríini, sum hevur verið trupulleikin. - Tað er bíliga [...] 20-25 fólk missa starvið nú so tætt upp undir jól, sigur Sveinur Thomasen. Søgur eru longu farnar at ganga um, at Rúsan skal flyta inn í hølini, har Grón hevur verið, men tað er so ein onnur – søga.
skuldi eftir ætlan vera í Klaksvík millum KÍ og VB. Hetta er ein dystur, sum er áður spældur, men sum nú skal spælast um aftur, tí at VB kærdi um dómaraviðurskiftini í tí dystinum. Hesin dysturin bleiv tó [...] heimanífrá, tí tað er meiri enn so komið fyri, at tær eru farnar norður um fjørðin til onga nyttu. At FSF ikki megnar at útvega ein dómara til ein dyst í bestu kvinnudeildini er bara enn eitt dømi um, hvussu lítla [...] tilvildarlig. Hóast bæði liðini høvdu fleiri málmøguleikir, so var ikki talan um nakað serliga væl skipað álopsspæl, men heldur um tilvildarligar bóltar, sum førdu til málmøguleikar. Tað vóru føroyameistararnir
laksavirkinum í Vági er alt annað enn góð. Tað ásannar Heri Hjelm, stjóri á virkinum. Alivirkið hjá Hera Hjelm í Vági, er eitt av virkjunum í Føroyum, sum Pan Fish eigur ein stóran part av og nú norska stórfelagið [...] stórfelagið er í álfvarsligum trupulleikum, veit Heri Hjelm ikki, hvar hann flýtur. ?Støðan er ógvuliga ógreið og vit vita onki, hóast eg haldi, at ein glotti er fyri framman. Heri Hjelm sigur, at Pan Fish eigur [...] fólkið varð sagt upp nú ímóti ársenda og ætlanin var so at taka virksemið uppaftur ímóti sumri. Arbeitt verður eitt sindur hesa vikuna afturat, so verður lagt stilt. Men nú Pan Fish er komið í álvarsligar
grunnin er hækkað nakað seinastu árin, men eg eri fullgreiður yvir, at hon ikki er nóg høg, sigur mentamálaráðharrin, sum kortini ikki kann lova grunninum nakran munandi bata í bræði. - Øll rópa upp um pengar [...] Eftir mínum tykki er slíkt eisini eitt slag av mentanarpolitikki, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann leggur afturat, at meðan tað er lætt at grenja um tey mentanarøki, sum tørva pening, er tað skjótt at gloyma [...] býta út. Játtanir eru altíð ein spurningur um raðfesting - tað fær ikki verið øðrvísi, minnir mentamálaráðharrin á. Spurdur, hví eitt nú Tjóðpallur Føroya er raðfestur so lágt, at hann ikki so frægt sum
at man nú er komin upp á tvær milliónir krónur, sigur Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum. Fyri tveimum vikum síðan blivu umleið 27.900 gekkseðlar seldir, og er talan sostatt um ein vøkstur [...] Johansen vann størstu upphæddina nakrantíð í Gekkinum. Sum vera man, so er áhugin stórur fyri at spæla Gekk nú vinningurin er fleiri milliónir. Hagtølini fyri søluna í síðstu viku, tá Gekkurin var 2 milliónir [...] milliónir krónur fyri fýra vikum síðan, tá 27.000 seðlar blivu seldir. Tað er tó enn langt á mál til metið fyri selda Gekkar. Tað er umleið 49.000 seðlar og bleiv tað sett, tá Gekkurin var nýggjur og flest
íð fevndi langt út um søgurnar mark, og sum hevur týdning fyri hvørt einstaka menniskja. Tí er øll vón um eina gleðiliga framtíð eisini knýtt at teirri fyri okkum so hugtakandi frásøgnini um føðing Jesusar [...] kortini er eingin ivi um, at eitt av okkara felags jólaynskjum er hetta: at friður á jørð og í menniskjum góður tokki má valda í heiminum nú og í framtíðini! Og tí kunnu vit eisini fegnast um, at Jesu [...] eru mong vaksin og børn sum treytaleyst fegnast um hátíðina. Um stutta tíð tendra ljósini á jólatrænum. Men hvønn dag hoyra vit um ørskapin úti í heimi: um verju av londum, vápn, kríggj, dráp, píning, hugur