Lyklaorðið komandi dagarnar telur seks bókstavir FRIÐUR. Hetta orðið trínur inn í hvønn krók í landinum, sprettur út úr hvørjum heimi, kirkjum, samkomuhúsum, fjølmiðlum og úr barminum hjá øllum kristnum fólkum. Tá vit hugsa um, hvussu nógv stórmenni heimurin hevur fostrað, so er tað sum vit ikki sleppa frá spurninginum, hvat er sum júst ger jólaboðskapin til nakað serligt.
Vit halda jól, tí ein søguligur tilburður fór fram fyri meira enn 2000 árum síðani, og fekk avleiðingar, íð fevndi langt út um søgurnar mark, og sum hevur týdning fyri hvørt einstaka menniskja. Tí er øll vón um eina gleðiliga framtíð eisini knýtt at teirri fyri okkum so hugtakandi frásøgnini um føðing Jesusar í fjósinum og einglasongin úti á markini.
Hví júst Bethlehemsbarnið
Tá íð vit hugsa um, hvussu nógv stórmenni heimurin hevur fostrað, bæði á einum og øðrum øki, so er tað sum vit ikki sleppa frá spurninginum, hvat tað er, sum júst gerð jólaboðskapin til nakað serligt. Tað eru so nógv børn fødd síðani barnið føddist í Betlehem, so hví júst halda føðingardagin hjá Bethle-hemsbarninum? Og svarið er heilt einfalt hetta, at við føðing Krists var nakað avgerandi hent manna-ættini.
Tað kemur heilt av sær sjálvum, at tann sum er glaður, eisini letur gleði sína koma fram í ljósmála. Geva vit burtur av henni til onnur, tá verður gleðin enn størri. Vit minnast orðini í halgubók: "gevið øðrum lut í gleði tykkara". Og jólini bera okkum boð um eina gleði, sum skal vera fyri alt fólkið.
Aðaltreytin fyri friði
Men latum okkum kortini minnast til, at friður á jørð, so sum hann verður fráboðaður í jólaboð-kapinum, er ikki nakað sum kemur av sær sjálvum. Søgan vísur okkum, at aðaltreytin fyri friði er tann: at vit tosað við hvønn annan, at vit skilja hvønn annan, at vit hugsað um onnur enn okkum sjálvi. Ja, heilt greitt at vit eru góð við hvønn annan.
Vit síggja tað í teimum vøkru og friðsælu barnaeygunum, og í barnadøgum okkara kendu vit nakað av hesum sama, tá íð hjarta bankaði í barmi, og eyðun hugdu at jólanna durum. Í fyrstuni hómaðu vit bert smáar glottar. Men so læt ljósið seg upp, og hin mikla halga stundin dalaði oman úr erva. Ikki okkurt ljós, sum onkur sá í myrkrinum. Ikki onkur, íð sigur okkurt orðið.
Hvørji eru vit?
Í hesum jólaljósinum hendir altíð nakað umráðandi í okkara lívi: Tað´sær ljós á okkum, so vit síggja at ganga, og eisini síggja í tí ljósinum, hvørjar menniskjur vit í verunleikanum eru.
Jólaevangeliið man vera kendasta søga í øllum bókmentum okkara. Øld eftir øld hevur hesin boðskapur ljóðað víða hvar í heiminum sum ein boðberi til okkara um eina gleði og um ein frið, ikki fyrireikaður av mannahondum, men av Gudi sjálvum, tá hann læt son sín taka búgv okkara millum.
Ynski um frið og gleði
Í jólaevangeliinum møta vit soleiðis allar størsta ynski mannaættanar: ynski um frið og ynski um gleði í einum heimi, har íð hesi bæði so ofta eru avloyst av haturi, kríggi, neyð, hungri og sorg.
Síðani hetta evangeliið ljóðaði av fyrstan tíð er einki vorðið øðrvísi: Í staðin fyri tann nógv ynskta friðin hava vit støðugt havt kríggj, og tann mannaheimur, íð upprunaliga vildi bjarga sær sjálvum við tekniskum framstigum, er ivandi og ráðleysur, og tí kann sonn gleð bert valda har íð vit kenna gleði av at gleða onnur, tí gleðiboðskapurin er ætlaður okkum øllum.
Lyklaorðið komandi dagarnar telur seks bókstavir FRIÐUR. Hetta orðið trínur inn í hvønn krók í landinum, sprettur út úr heiminum, kirkjum, samkomuhúsum, fjølmiðlum og úr barminum hjá øllum kristnum fólkum.
Kunnu verða ósamd
Vit eru mong vaksin og børn sum treytaleyst fegnast um hátíðina. Um stutta tíð tendra ljósini á jólatrænum. Men hvønn dag hoyra vit um ørskapin úti í heimi: um verju av londum, vápn, kríggj, dráp, píning, hugur, ótta og sorg, og syrgilista av øllum er at hoyra um hungrandi børn orsaka av mannaøði, og tí man lítil ivi verða um, hvørji jólaynskir vit FØROYINGAR hava, hóast vit kunnu verða ósamd á mongum økjum: ósamd politiskt, ósamd átrúnaliga, ósamd í gerandisdegnum, men kortini er eingin ivi um, at eitt av okkara felags jólaynskjum er hetta: at friður á jørð og í menniskjum góður tokki má valda í heiminum nú og í framtíðini!
Og tí kunnu vit eisini fegnast um, at Jesu barnið kom til okkara jólanátt við friði og er ljóslivandi og máttmikil. Í okkara trúgv finna vit sjálva gleðina og kunnu tí syngja saman av fullum huga: GLEÐILIG JÓL!