Mentafólk fremja politiskt álop

Mentamálaráðharrin øtast yvir ákærurnar frá fýra mentafólkum í Sosialinum í farnu viku

- Teirra sokallaða neyðarróp líkist meir einum politiskum álopi á meg, sigur Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri


Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, hevur ilt við at taka neyðarrópini frá fýra mentafólkum her í blaðnum í farnu viku í álvara.

- Eg eri bangin fyri, at hetta sokallaða neyðarrópið meir er ætlað sum eitt politiskt álop. Í øllum førum virkar tað sera illgrunasamt at koma við slíkum ósakligum páhaldum beint upp undir val, sigur Jógvan á Lakjuni. 



Á tremur við fordómum

Spurdur, júst hvørji páhald, hann sipar til, sigur Jógvan á Lakjuni, at tað serliga eru útsøgnirnar hjá Arnbirni Dalsgarð, formanni í Rithøvundafelagnum, og Carl Jóhan Jensen, rithøvundi, hann fýlist á.

- Faktiskt er alt, sum Arnbjørn Dalsgarð sigur, fullkomiliga ósakligt og á tremur við fordómum. Tá hann sigur, at eg aldrin átti at sloppi at verið landsstýrismaður, minnir tað á óhugnaligan hátt um okkurt slag av berufsverbot, sigur Jógvan á Lakjuni.

Eisini øtast hann yvir ákæruna hjá Arnbjørn Dalsgarð, har hesin vil vera við, at mentamálaráðharrin vil køva alla mentan og list.

- Hatta er so mikið álvarsamt, at eg haldi, at Arnbjørn heldur átti at vent sær beinleiðis til mín við tí, sigur mentamálaráðharrin.

Sambært Jógvani á Lakjuni eru útsøgnirnar hjá Carl Jóhan Jensen, um, at mentamálaráðharrin skýggjar allar ósemjur, líka langt úti. Kortini nerva hesar útsøgnir ikki mentamálaráðharran stórvegis, tí sum hann sigur

- Eg havi ongantíð hoyrt Carl Jóhan Jensen rósað nøkrum øðrum enn sær sjálvum, so hansara atfinningum eri eg ikki so kløkkur av. 



Ver tolin

Sambært mentamálaráðharranum vísa Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, og Rói Patursson, formaður í Mentanargrunninum, hinvegin, at tað ber til at vera ónøgdur uttan at koma við ósaklium álopum.

- Eg eri samdur við Róa Patursson í, at Mentanargrunnurin átti at fingið munandi meir pengar at arbeitt við. Játtanin til grunnin er hækkað nakað seinastu árin, men eg eri fullgreiður yvir, at hon ikki er nóg høg, sigur mentamálaráðharrin, sum kortini ikki kann lova grunninum nakran munandi bata í bræði.

- Øll rópa upp um pengar, men landið hevur also ikki óavmarkað tal av milliardum at býta út. Játtanir eru altíð ein spurningur um raðfesting - tað fær ikki verið øðrvísi, minnir mentamálaráðharrin á.

Spurdur, hví eitt nú Tjóðpallur Føroya er raðfestur so lágt, at hann ikki so frægt sum hevur eitt veruligt høli at húsast í, sigur Jógvan á Lakjuni, at eisni tey mugu vera tolin, eins og øll onnur, sum bíða eftur pengum.

- Vit hava eina lóg um Tjóðpall Føroya, og sjálvandi skal hon fylgjast upp. Eg vænti, at játtanin til Tjóðpallin fer at kvinkast uppeftir, men nær tað verður, fái eg ikki sagt beint nú, viðgongur Jógvan á Lakjuni.

Hann fær heldur ikki sagt, hvat hann heldur um uppskotið um, at listafólk fáa okkurt slag av minstuløn.

- Eg dugi væl at skilja, at teirra arbeiðsumstøður ofta eru ótryggar. Tað kann gott vera, at man átti at hugt nærri at einum slíkum uppskoti. Hinvegin verður tað neyvan lætt at blíva samdur um, júst hvørji listafólk skulu verða partur av eini slíkar skipan, sigur Jógvan á Lakjuni. 



Mentanarpolitikkur er so nógv

Mentamálaráððharrin skilur annars ikki ákæruna um, hann ikki megnar at orða ein veruligan mentanarpolitikk.

- Vit hava júst fingið eitt málálit við eini røð av tilmælum um, hvussu vit best stimbra føroyska málið. Er tað ikki mentanarpolitikkur? Eg havi skotið upp at Føroya Symfoniorkestur skal á fíggjarlógina, at stimbra sangin í skúlanum o.s.fr. Eftir mínum tykki er slíkt eisini eitt slag av mentanarpolitikki, sigur Jógvan á Lakjuni.

Hann leggur afturat, at meðan tað er lætt at grenja um tey mentanarøki, sum tørva pening, er tað skjótt at gloyma teir batar, sum hóast alt eru hendir.

Hann nevnir, at játtanin til bókasøvn umframt onnur søvn er hækkað munandi, játtanin til leiklist sum heild er økt við 700.000 krónum, meðan LISA júst hevur fingið einar 80.000 meir at arbeiða við.

- Faktisk er tað hend ein rúgva á mentanarøkinum seinnu árini – ikki minst úti á bygd, har mentanarlívið blómar. Men slíkt varnast tey sjáldan í Havn, sigur mentamálaráðharrin.