Grón gevur skarvin yvir

- Kappingin móti bíligu innfluttu breyðunum gjørdist ov tung, og tí var einki annað at gera enn at gevast við virkseminum, sigur Sveinur Thomasen, stjóri í Grón.

Hørðu tíðirnar hava nú kostað bakarínum Grón lívið.
Klokkan 14 í gjár legði Grón alment virksemi sítt niður, og eini 20-25 fulltíðarstørv fóru fyri skeytið.
- Vit hava roynt at rationalisera og at minka um hølini, men nú var so komið hartil, at einki var at gera meira, sigur Sveinur Thomasen, stjóri í Grón.
Teir hava eisini roynt ymiskt annað fyri at fáa tað at mala runt. Eitt nú gjørdu teir døgurða, men tá virksemið minkaði millum handverkarar, var heldur ikki grundarlag fyri tí meiri.
- Eg haldi annars, at vit liggja nokk so væl fyri við hópinum av handlum rundan um okkum, men vit mugu bara ásanna, at tað ikki ber til longur, sigur Sveinur Thomasen.
Hann heldur ikki, at tað er kappingin við hini føroysku bakaríini, sum hevur verið trupulleikin.
- Tað er bíliga innflutta breyðið, ið spakuliga hevur kvalt okkum. Avgjaldið er bara tvær krónur á innflutta breyðnum, so vit fáa ikki somu lagaligu kappingartreytir sum bøndirnir fáa, sigur Sveinur Thomasen.

Harmiligt
Eigararnir hava roynt alt tað, ið roynast kann, men mugu viðganga, at nú gongur ikki meiri.
- Tá bankin ikki longur trýr upp á verkætlanina, so ber ikki til meira, hóast sigast má, at bankin hevur verið ógvuliga tolin, sigur Sveinur Thomasen.
Hvat so hendir frameftir er ikki heilt greitt, men tó stendur fast, at Grón er farið í søguna.
- Felagið er upployst, og verður ikki til frameftir. Og tað serliga harmiliga er, at kreditorar missa pengar og uppaftur meiri harmiligt, at 20-25 fólk missa starvið nú so tætt upp undir jól, sigur Sveinur Thomasen.
Søgur eru longu farnar at ganga um, at Rúsan skal flyta inn í hølini, har Grón hevur verið, men tað er so ein onnur – søga.