Almenna umsitingin hevur eina stóra uppgávu fyri framman. Nýtslan av kunningartøkni skal samskipast og gerast tryggari, og tað fer at krevja nógv.
Teldutrygdin hjá tí almenna er ov vánalig, og eftir støðugar atfinningar frá eitt nú Landsgrannskoðaranum, er KT-Forum komið við einum uppskoti um, hvussu tamarhald kann fáast á støðuni.
KT-Forum er mannað við umboðum fyri aðalráðini í landsfyrisitingini og hevur seinastu tvey árini arbeitt við at orða ein teldupolitikk fyri landið.
Hetta uppskot er nú liðugt og verður seinni í hesum mánaðinum lagt fyri aðastjórarnar at taka støðu til.
KT-Forum mælir til, at ein nýggjur standardur verður settur at galda fyri allar almennar stovnar. KT-Forum mælir til, at hesin standardur verður tann sokallaði ISO 17799, sum er tann mest nýtti av sínum slagi.
Tung uppgáva
Tað verður ikki eftir einum degi, at almennu Føroyar fáa ein nýggjan og betri samskipaðan teldupolitikk.
? Tað er ikki yvir at dylja, at verksetanin av regluverkinum verður ein stór og tung uppgáva hjá fyrisitingini, og sum er hevur fyrisitingin av góðum grundum ikki nóg góðan førleika at byggja upp og at seta í verk kt-trygdarkervi sambært standardunum, sigur KT-Forum í sínum uppskoti.
? Neyðugt at leggja eina skynsama tilgongd til rættis, har roynt verður at viga upp ímóti vandamálum og forðingum. Hetta kann gerast við at nakrir stovnar ganga undan í arbeiðinum, og at royndirnar hjá teimum koma øðrum stovnum til nyttu. Mælt verður tí til at seta pilotverkætlanir í verk á nøkrum stovnum, og at aðrir stovnar samstundis arbeiða við málinum, tó við lægri ferð, og við leiðbeining.
Byrja við fimm stovnum
KT-Forum mælir til at at seta pilotverkætlanir í verk á fimm stovnum, sum í stødd og virkisøki eru ymiskir ? til dømis eitt aðalráð, ein skúli og tríggir -stovnar við ymiskari stødd og ymiskum virkisøki.
? Mælt verður til ikki at seta pilotverk-ætlanir í verk á teimum størstu og kt-tyngstu stovnunum. Best er, um allir fimm stovnarnir hava onkrar upplýsingar, ið koma inn undir persónsupplýsingarlógina, heldur KT-Forum, sum heldur, at tað er rætt at brúka bæði føroyska og útlendska ráðgeving í hesum arbeiði.
? Tann útlendska skal verða mest brúkt í byrjanini, í ávísum stigum í verkætlanunum og annars í serligum førum.
Og royndirnar hjá hesum fimm stovnum skulu síðani brúkast til at gjøgnumføra broytingar á øllum hinum stovnunum.
Men áðrenn nakar kemur so langt, skulu aðalstjórarnir taka undir við tilmælinum frá KT-Forum, og teir sleppa at taka støðu til alt hetta, tá ið ta lidna álitið verður lagt fyri teir um stutta tíð.










