Tjóðveldisalfabet við sambandsløgmanni?

Dan R. Petersen
-----
Eitt stórmál liggur í tinginum. Løgtingið skal avgera, um vit skulu fylgja Europa við tí latínska alfabetinum ella vit skulu fylgja meirlutanum í Málráðnum út í totala isola­tión, har sjálvt Ísland ikki vil vera við longur. Skulu vit hava eitt funktionelt alfa­bet, sum kann brúkast í øllum lívsins viðurskiftum, ella eitt amputerað alfabet, sum bara kann hanga á vegg­inum sum nationalt pynt? Tað verður sanniliga lagnunar speisemi, um vit fáa eitt tjóðveldisalfabet við sambandsløgmanni og sam­bands­kulturministara.
Málsliga flyta vit okkum longur og longur út í isola­­tión­ina, tí vit vraka móður­­málið. Lærarar og pedo­gog­ar taka móðurmálið frá børn­unum, so tey smáu sita og rætta foreldrini við døg­urða­borðið: “Tað eitur ikki blomstur, men blóma. Tað eitur ikki summarfuglur, men firrvaldur. Tað eitur ikki dýr, men djór. Vit hava ikki fysikk, vit hava alisfrøði. Tað eitur ikki dekkari, men fulltikin skipsatstøðingur. Tað er ikki Lúsabankin, men Ytstibanki.”
Men lærarar og pedagogar vita ikki betur. Teir eru pur­ist­iskt sandblástir á lærara­skúl­­anum og hava tí ongan sjálv­­støðugan tanka. Tað, sum øll áttu at verið trygg og for­­trólig við, er okk­um fremmant. Sjálvt móður­málið. Borgarin skilir ikki brøv frá tí almenna og frá pen­ingastovnum. Stór børn siga, at føroyskar bøkur stinka, og velja danskar og enskar bøkur í staðin. Ferð eftir ferð verða tey drigin gjøg­­num eyðmýkingina við PISA, sum tey ikki duga at loysa, og NÁM og MMR geva óskiljandi tekstir út. Hvat sigur mentamálaráðharrin til, at Nám brýtur ST-kon­ven­tiónir viðvíkjandi staða­­nøvnum? Hann sigur einki, tí hann hevur sjálvur verið til sandblásingará læraraskúl­anum.
Støðan kann ikki gerast verri. Nakrir fáir persónar uppføra seg sum máleigarar, men í veruleikanum eru teir máloyðarar.
Fyrst lúkaðu teir alt, ið líktist donskum úr málinum. Sokallaðar danismur vóru mettar meira skemmandi enn eiðir og fúl orð. Seinastu árini eru teir so lagstir á orð av fremmandum upp­runa, sum hava verið í mál­in­um í ættarlið. Hetta er okkara felags europeiski ment­anar­arvurin, teir taka frá okkum. Vanlig orð, øll eru fortrólig við.
Vit hava onga orðabók yvir móðurmálið, men fleiri yvir eitt mál, sum nakrir fáir høvuðkambar ynskja sær. Kemur ein eingilsmaður ella ein týskari til Føroyar og skal hjálpa sær við orðabøkur, er hann á Harrans mark, tí eingin føroyingur skilir tvætl­ið, sum skal eitast at vera føroyskt. Eg havi altíð hildið tað verið áhugavert at blaða í eini etymologiskari orðabók, har tú fært upprunan og søg­una hjá orðunum. Tú kanst kanska fylgja einum orði úr gamla Kina, sum er komið allan vegin eftir Silki­vegnum inn í Miðeystur, inn í Miðalhavið og víðari upp gjøgnum Europa og heilt til Føroyar. Allan henda vegin er tað tikið upp í tey ymisku málini á vegnum og fingið sín serliga form. Men her í Føroyum sita nakrir barbarar og kappa høvdið av okkara europeiska mentanararvi, og seta sítt egnað pjøss í staðin. Lærdu vit ikki danskt enn, vóru vit meira isoleraðir enn finnar, sum hóast alt ikki tosa germansk.
Í Havn er ein málfabrikk sum eitur Sprotin. Henda fabrikkin saman við undir­levrandørum produ­serar tús­undir av orðum, tvætli­orðum, sum eingin hevur sæð ella hoyrt fyrr. Alt móðurmálið er eitt stórt eksperimentarium, og fólkið gerst ótryggari og ótryggar. Málfabrikatión er ein stuðulstung vinna. Kilo­studningin kenni eg ikki, men Orðabókagrunn­urin let­ur 700.000 kr um árið til orða­fram­leiðslu.
Ein etymologisk orðabók vísir sum sagt søguna og upp­runan hjá orðinum. Summi orð broytast við tíðini. T.d. er “stavkarl” blivið til stakkal, meðan onnur koma spontant inn í málið, sum t.d. gravkúgv er komið av Grave-co. Kemur ein føroysk etymologisk orða­bók, fara vit at lesa: “Fram­leitt hevur Jonhard Mikkelsen, framleitt hevur Anfinnur í Skála, framleitt hevur Kári Davidsen, fram­leitt í Kirkjubø, framleitt til Sprotan.”
Eg spurði mín góða vin André Niclassen, sála, okkara gløggasta mállærara, um slík harðrend purisma varð prakti­sera nakrastaðni í Europa. Hann visti bara eitt fólk, ið gjørdi tað sama, tað vóru serbar(!).
Purisman er ikki vísind, men trúgv. Purisman er líka óvísindalig sum rasuteoriin í fyrru helvt av 20. øld. Báð­ar rørslurnar virka fyri tí reina og óspilta, og báðar trívast í nationalum og national­istiskum miljøi, og báðar eru harðrendar og óvísindaligar.
Nú kunnu puristar siga, at teir bara føra virkið hjá Chr. Matras víðari. Til hetta er at siga, at Matras var ikki puristur; lesið bara ta frálíku umsetingina av Barbaru, Barba og harra Pál. Hon er so full av danismum, at eingin hevði tora at givið hana út í dag. Og so var Matras intelle­gentur og hevði poetisk evnir, eginleikar sum heilt sjónliga ikki kunnu eftirapast.
Og meðan vit eru við in­telle­gens, kann eg taka hetta brotið av facebook: En. Intelli­gence quotient. Tý. Intelle­genz­qutient. Fr.Quotient intellec­­tuel. Sp. Cociente intelect­ual. It.Quociente d`intelligenca. No.Intelli­gens­kvotient. Sv. Intelligens­kvot. Da. Intelligenskvotient, OG Á FØROYSKUM EITUR TAÐ SKILTAL.
Sig so tað.