Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk. Mynd: Kacper Pempel/Reuters/Ritzau Scanpix

Tusk: Nógvar russiskar dronur í pólskum loftrúmi

Pólski forsætisráðharrin kallar dronur í loftrúminum fyri eina ógvusliga provokation. Fleiri dronur vórðu skotnar niður.

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk. Mynd: Kacper Pempel/Reuters/Ritzau Scanpix

Russar gjørdu seg inn á pólska loftrúmi við stórum tali av russiskum dronum.

Tað segði pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, á sosiala miðlinum X í morgun.

- Dronurnar, sum vóru ein beinleiðis hóttan, vórðu skotnar niður, skrivar hann á X.

- Eg eri støðugt í sambandi við aðalskrivaran í NATO og okkara sameindu.

Eingin almenn russisk fráboðan hevur verið um fráboðanir um niðurskotnar dronur. Tíðindastovan Reuters hevur sett seg í samband við russiska verjumálaráðið uttan enn at hava fingið svar.

Tusk segði víðari, sambært Reuters, at brotini á pólska loftrúmið helst vóru ein provokatión í stórum stíli.

Sambært forsætisráðharranum var eingin skaði, og hann sigur, at eingin orsøk er til panikk.

Pólski forsætisráðharrin sigur einki um, hvussu nógvar dronur talan var um.

Stutt áðrenn pólsku frágreiðingina skrivaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, at talan var um í minsta lagi átta dronur.

- Talan var ikki bara um ein "Shahed", segði Zelensky á sosialu miðlunum og vísti til eitt ávíst slag av dronu.

- Tú kundi kallað tað eitt óhapp.

- Men í minsta lagi átta álopsdronur vóru rættaðar móti Póllandi, sigur ukrainski forsetin.

 

/Ritzau/

 

 

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk. Mynd: Kacper Pempel/Reuters/Ritzau Scanpix