Seldu yvir 6.000 fleiri Gekkar

Tá hyggjarar fríggjadagin setast við sjónvarpsskíggjan at spæla Gekk er vinningurin á heili 2,2 milliónir krónur. So høgur hevur hann bara verið eina ferð áður, og var tað 15. apríl 2016, tá Peter Johansen vann størstu upphæddina nakrantíð í Gekkinum.


Sum vera man, so er áhugin stórur fyri at spæla Gekk nú vinningurin er fleiri milliónir. Hagtølini fyri søluna í síðstu viku, tá Gekkurin var 2 milliónir krónur, vísa ein stóran vøkstur samanborið við undanfarnu viku.


- Sølan gjørdi eitt lop í síðstu viku og vórðu umleið 34.200 seðlar seldir. Tað tykist vera eitt ella annað psykologiskt við, at man nú er komin upp á tvær milliónir krónur, sigur Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum.


Fyri tveimum vikum síðan blivu umleið 27.900 gekkseðlar seldir, og er talan sostatt um ein vøkstur á umleið 6.300 seðlar upp á eina viku. Sølan av Gekkum hevði annars verið rímiliga støðug síðan Gekkurin kom upp á 1,5 milliónir krónur fyri fýra vikum síðan, tá 27.000 seðlar blivu seldir.


Tað er tó enn langt á mál til metið fyri selda Gekkar. Tað er umleið 49.000 seðlar og bleiv tað sett, tá Gekkurin var nýggjur og flest allir føroyingar spældu Gekk.