Bogaskjóting
Føroysku bogaskjúttarnir hava nú skotið í tveir dagar, og eftir at fyrsta umfarið sostatt er liðugt, kann støðan gerast upp.
Sterkir í compund
Compound kappingin er aloftast sterkasta síðan hjá føroyingum, og í so máta er kappingin hesa ferð einki undantak. Longu eftir fyrsta dagin høvdu føroyingar lagt seg á odda í øllum í hesari kapping, men hetta broyttist eitt lítið sindur týsdagin.
Sigrid Vang er nevnliga dottin aftur á annað plássið í kappingini, eftir at Terri Tough av Guernsey togaði seg fram um hana, tá skotið varð á 50 metra teininum. Nú fyrsta umfarið er av, er Sigrid við 12.66 stigum átta stig aftan fyri Tough, men hinvegin er munurin heilt fittur niður til triðja plássið, so talan verður neyvan um nakað heiðursmerki, sum er lakari enn gull.
Tað er annars vert at leggja merki til, at hóast Sigrid ikki hevur vant nakað serligt í ár, so er stigatal hennara í løtuni bert trý stig undir helvtini av Oyggjaleikametinum, sum Sigrid sjálv setti í 1997.
Hjá monnunum verður eisini talan um føroysk heiðursmerki. Albert E. Dam og Schandorff Vang løgdu seg heilt skjótt í oddin her, og nú komið er í helvt, eru teir báðir framvegis at finna á fremstu sessunum.
Í mun til fyrsta dagin, so hevur Albert eisini økt um munin niður til Schandorff. Albert hevur nú 1.305 stig, meðan Schandorff hevur 1.295, so skal Schandorff endurvinna gullmerkið hjá sær, so skal hann toga rættiliga fitt inn á Albert. Skjúttin á triðja plássinum er av Jersey, og tá hann bert er trý stig aftan fyri Schandorff, er tað kanska hendan vegin, at Schandorff fyrst og fremst skal hugsa.
Eisini á harrasíðuni eiga føroyingar metið. Schandorff fekk 2.571 stig, men sum sæst á stigatalinum hjá Alberti, so er hetta met nú eisini í vanda.
Í liðkappingini er støðan so sjálvandi tann, at Føroyar eru greitt á odda. Við øllum okkara skjúttum somikið langt frammi í røðini hjá einstaklingum, er munurin niður til næstu skjúttarnar heilt fittur, og tað tykist sum um okkurt heilt løgið skal henda, um tað ikki skal eydnast okkum at endurvinna gulli á teininum.
Recurve
Í recurve hava føroyingar ikki staðið seg eins væl, sum í compound kappingini, men sum so var hetta ikki væntandi.
Annlott Rasmussen luttekur her á kvinnusíðuni, og í løtuni er hon á einum sætta plássi, við einari hampuligari margin til tey bæði plássini við síðuna av.
Hjá monnunum er størsti spenningurin um, hvørt tað fer at eydnast Poul Martin Joensen at vinna seg longur upp enn 12. plássið, sum hann er á í løtuni. Har er talan um einar fýra skjúttar, sum liggja hampuliga javnir, so spurningurin er, hvat Poul Martin fer at megna í seinna umfarinnum.
Bjarni Rasmussen er í loøtuni á 20. plássinum, men eisini hjá honum skuldi verið góður møguleiki at toga seg longur upp.
Sum skilst, so hevur úrtøkan hjá recurve liðnum verið nakað undir miðal í fyrra umfarinum, og í løtuni er liðið á einum fimta plássi, men enn resta tveir dagar av skjóting í, so tað kann væl vera, at tey fara at ota seg longur fram.
Regnaði av grimd
Annars var skjótingin týsdagin darvað av nógva regninum, sum oysti niður yvir skjúttarnar, tá grovu ælini fóru at skola.
Hetta hevur viðført, attað tók sera langa tíð at koma fram til úrslitini fyri skjótingina, tí øll úrslitini máttu skrivast inn av nýggjum.
Tískil eru støðurnar í bogaskjóting enn ikki endaliga staðfestar, men roknast skal tó ikki við teimum heilt stóru broytingunum, tá úrslitið av fyrra umfarinum er endaliga staðfest.