sær so lítla trygd í teirri hjálp, sum bankarnir fáa, at tá ið gongdin vendir aftur, er stórur vandi fyri, at onki sum helst gjøgnumskygni er í, hvør tað nú var, sum fekk ágóðan av hjálpini. - Tað er vandi [...] sum Tjóðbankin hevur gjørt og tað eigur politiski myndugleikin at áleggja teimum. - Tað er vanligi lántakarin, sum er sperdur og tí eigur hann at fáa fullan ágóða av, at bankarnir nú fáa almennan stuðul. [...] Hann staðfestir, at lógarverkið er danskt og tí kann Løgtingið onki gera við málið. Men hann fer at reisa tað í Løgtinginum sum ein fyrispurning til landsstýrið um ætlanin er at fáa slíkar treytir í bankapakkan
allastaðni, líkamikið um talan er um støðuna í stóra USA ella í lítla Íslandi? Jú, í Føroyum boðar sjálvur formaðurin hátíðarliga frá suðuri í Skálavík, at neyðugt er við, haldið tykkum fast, nýggjari [...] løgtingsins fíggjarlóg, tað er ikki bara sum at siga tað, og eftir øllum sólarmerkjum at døma við minkandi MVG inntøkum hjá landinum og fallandi skatti hjá kommunum og landi, er ikki ringt at rokna út, at [...] seta okkum? Sporini ræða... Hvat er so svarið hjá Tjóðveldinum upp á hesa sera álvarsligu fíggjar- og búskaparstøðu, sum vit og heimurin allur júst eru í, og sum sjálvsagt er fremsta kjakevni á politiska
stuttleika: »Tá ein persónur er klókur, er hann farligur, og er hann so afturat ein kúllur, er hann lívsfarligur«! – So flentu vit at tí. Í Dimmalætting nr. 56 seinasta fríggjadag er samrøða við hann. Samrøðan [...] tættir skulu vit hava í huga. Tann fyrri, at hetta er donsk lóg, so leingi hon ikki er føroysk, sum skal fyrisitast sum so, hitt er, at ein útlendingalóg er gjørd fyri at verja okkara land og fyri at fáa fatur [...] vóru illa viðfarin, hetta er sjálvandi fest í dagbók, var veruliga simpul. Hesin hugburður ger helst eisini, at Føroyar ikki eru komnar longur. Ilt er at skilja, at ein lóg er ein lóg. Onkur kendi onkran
Songrødd. Farna leygarkvøld var fyrsta umfarið, og varð tað hildið í Virkinum á Sandi. Hóast lítla undirtøku á Sandi, so er Ársins Songrødd sum heild sera væl móttikið ímillum føroyingar. - Ótrúliga nógv hava [...] verður tað í Badmintonhøllini í Klaksvík. Fyrireikarar eru sera spentir til Klaksvíkar umfarið. - Tað er fult sett í Klaksvík, so væntandi verður tað eitt mega show, sigur James Olsen, fyrireikari av Ársins [...] verða fimm innleiðandi umfør, og at enda verður finalan í høllini á Kambsdali leygarkvøldið 2. mai. Enn er møguleiki at melda seg til kappingina, og tað verður gjørt umvegis heimasíðuna hjá kappingini www.
Tað er stuttligt at koma inn á barnadeildina á Landssjúkrahúsinum nú. Teir annars so hvítu veggirnir hava fingið eina kerliga hond við penslinum, sum pedagogurin Esther Djurhuus hevur hildið. Hon hevur [...] hon fingið úr náttúruni, og hevur hon annars málað nakað av tí, hon minnist frá sínum barnaárum. Tað er náttúran og djórini, ið eru dominerandi í myndunum, og smáar detaljur sum ein brúnur hundur gongur [...] vegginum til at siga børnunum søgur. Onkur hevur nýtt kavamannin til at fáa dóttrina at eta. Hvørja ferð gentan fekk eina skeið av mati, skuldi kavamaðurin eisini hava eina, sigur hon við einum smíli. Listaverkini
gerandisdegi, har øll hava rætt til markleysa lívið, er ongin ivi um, at persónligar hugsanir og avgerðir okkara seta mørk. Havi tó hug at spyrja, um nakað er, vit kunnu kalla markleysa lívið. Kanska eisini [...] Maria er ein av sera fáum børnum, sum eru fødd, sum veruliga ikki átti at verið tað. Vanliga eigur kroppurin hjá mammuni at stoyta eitt fostur, við so stórum breki, burtur. Tó hendi hetta ikki. Lítla gentan [...] og mangan strævið, tá ið likamliga brekið er so stórt. Tí hava fólk, sum hava verið um hana, havt stóran týdning fyri menning hennara. Hon sigur sjálv: “Tað er deiligt, tá fólk sum hava kent meg eina tíð
Hóast ætlanin var, at metseljandi Millenium-røðin skuldi halda fram sum sjónvarpsrøð, er nú greitt, at allar bøkurnar verða filmsgjørdar til biografsýningar Tey, sum vórðu púra seld til Lisbeth Salander [...] hvør filmur verður umleið tveir tímar og tíggju minuttir til longdar. Nordisk Film roknar við, at ?Gentan, sum spældi við eld?, verður frumsýndur um miðjan september, og ?Sprongda luftkastellið? síðst í
nevndur “Skammikrókurin”. Tað er júst hesin sami skammikrókurin, ið kemur til hugs, tá tú stígur inn í ársins Várframsýning, ið øll sum hon er, er átøk einum bad-taste-party, ið nú er sloppið at breiða seg uppiá [...] umhvarvslinju kring figurin, er hin sama. Gula myndin av álvarsliga listamanninum við blóðflekkutum andliti er í mongum lík gomlum, katólskum pínslarváttarlýsingum, sum eisini er prýdd við ljómandi gulum og [...] eru annars so findarglað, av tí at framsýningin er øðrvísi enn hon plagar (tað vil siga minus landslagsmyndir), og tí at Listaskálin ikki longur bert er fyri tey innbodnu, ella “ein afturlatin veitsla”
etymologisku stavsetingina, har vit fóru aftur til fornmálið at finna stavingarháttin, sum sigraði. Hetta er júst orsøkin til, at skriftmál okkara hóskar so væl – sum tað nú einaferð ger – til allar dialektir [...] hoyra vit sagt, at V. U. Hammershaimb var úr Sandavági. Tað passar eisini í ein ávísan mun, tí helst er hann føddur í Sandavági, har pápi hansara, Jørgen Frants Hammershaimb, var tann seytjandi og seinasti [...] tey fyrr kallaðu »heima í Havn« - uttan iva tí, at júst tann norðrasti parturin av Gongini í Havn er elsta búseting í býnum. Edward Mitens skrivar í bókini »V. U. Hammershaimb – Lívssøga og virki hans«
tosa eitt sindur um, hvussu tað er at fara heimanífrá soleiðis at búgva og rógva út, men tað vildi Anders Viberg, útróðrarmaður, als ikki. - Hetta er ikki lív. Prísurin er farin í eina helvt í mun til vanligt [...] hon er bíligari nú, enn hon hevur verið, men kanska mann skuldi farið á universitetið í Hovi at lært til pedagog, tí fiskur loysir seg í hvussu so er ikki, og pedagogar eru so nógv uppi í tíðini, er tað [...] kemur? Sjálvandi er ongin, sum vil taka ímóti tí. Tað er tað sama við øllum hasum í Havn. Og føroyingar mugu bara halda seg til at vera pedagogar, tí fiskiskapur loysir seg ikki, sum er, og fer at loysa