Markleysa lívið

Lívsáskoðan okkara er sterkasta vápnið og kann hava kollveltandi ávirkan á, hvussu vit liva lívið

Hetta, saman við vísdómi at síggja út um persónligar avmarkingar, kann geva okkum møguleika at gera dreym - markleysa lívið - til veruleika. Tað hevur óivað stóran týdning, at vit droyma stórt og hava visiónir og vilja - at vit læra at síggja avmarkingarnar sum møguleika at vaksa sum menniskja.

 

Tá vit hugsa um hugtakið markleyst, kunnu vit seta tað upp ímóti hugtakinum avmarkað. Vit eru øll tarnað og avmarkað á ymiskan hátt, og sjálvt um vit eru virkin í einum gerandisdegi, har øll hava rætt til markleysa lívið, er ongin ivi um, at persónligar hugsanir og avgerðir okkara seta mørk.

 

Havi tó hug at spyrja, um nakað er, vit kunnu kalla markleysa lívið. Kanska eisini peika á møguleikan, at vit út frá givnum mørkum, tó kunnu liva eitt markleyst lív. Alt markleyst verður tá innan givin mørk.

 

Fótnota

“Eingin segði nakað. Í somu løtu sum jarðarmóðirin sá meg, ballaði hon meg inn í eitt klæði og tók meg inn í eitt annað rúm. Hetta hevði eingin væntað, at eg ikki fór at síggja út sum børn flest”. Soleiðis byrjar bókin “Fodnoter”, sum Lena Maria Klingvall hevur skrivað um lív sítt.

 

Lena Maria varð fødd uttan armar og við breki í beininum. Hetta var sjálvandi ein skelkur fyri øll. Spurningurin var fyrst og fremst, um hon fór at liva og síðani, hvussu lív hennara fór at eydnast.

 

Lena Maria var tríggjar dagar, tá ið foreldrini fyrstu ferð sóu hana. Fyrstu dagarnir vóru, sum vera man, vónleysir, kanska sýntist alt heldur meiningsleyst fyri foreldur hennara. Onki givið svar var at finna ella nøkur lukkulig dagsskrá. Hóast fleiri ráðførdu foreldur hennara um at lata gentuna á heim fyri børn við breki, valdu tey at lata hana vaksa upp heima.

 

Læknarnir leitaðu leingi eftir orsøk til brekið, tó gjørdust teir sannførdir um, at Lena Maria er ein av sera fáum børnum, sum eru fødd, sum veruliga ikki átti at verið tað. Vanliga eigur kroppurin hjá mammuni at stoyta eitt fostur, við so stórum breki, burtur. Tó hendi hetta ikki. Lítla gentan, sum varð fødd í svenska býnum Jønkøping í 1967, slapp av eini ella aðrari grund at liva.

 

Brek til egnan fyrimun

Hóast fleiri trupulleikar og vónbrot, valdu tey so við og við heldur at síggja brek hennara sum eina avbjóðing og ikki eina ómøguliga uppgávu. Tá Lena Maria ikki hevði armar, lærdi hon at nýta føturnar sum hendur - at skriva, at seyma, at spæla klaver og at svimja. At liva markleysa lívið.

 

Sjálvandi hevur lívið hjá Lena Maria verið krevjandi og mangan strævið, tá ið likamliga brekið er so stórt. Tí hava fólk, sum hava verið um hana, havt stóran týdning fyri menning hennara. Hon sigur sjálv: “Tað er deiligt, tá fólk sum hava kent meg eina tíð, læra at síggja meg og brek mítt, sum eg sjálv síggi tað. Vanliga gloyma tey brekið”.

 

Síggja møguleikar, heldur enn forðingar

Í dag livir Lena Maria sum sangari, listakvinna og rithøvundur. Við vilja av stáli og lívsgleði hevur Lena Maria vent trupulleikunum bakið og nýtir í dag brekið til egnan fyrimun.

 

Markleysa lívið liggur óivað í tí, sum hon sjálv sigur: “Eg gleðist um tað, sum eg eri før fyri at gera og syrgi ikki tað, sum eg ikki eri før fyri”. Vit kunnu øll, út frá givnum mørkum, tó liva eitt markleyst lív. Markleysa lívið, tá vit brúka tað, vit hava og síggja møguleikar heldur enn forðingar. Alt markleyst er tí sjálvandi innan givin mørk. Tað hevur óivað stóran týdning, at vit droyma stórt og hava visiónir og vilja - at vit læra at síggja avmarkingarnar sum møguleika at vaksa sum menniskja.