Hann gav okkum skriftmálið

Eingin hevur sum V. U. Hammershaimb ávirkað føroyska málið og harvið føroysku mentanina. Móðurmálið hevði vallað vunnið valdið, gingu vit ikki leið hansara. Mikudagin eru 190 ár liðin, síðani Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð føddur

HUGLEIÐING

 

Á mariumessu, mikudagin í næstu viku, eru 190 ár liðin, síðani Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð borin í heim á Steigargarði í Sandavági. Tá var tað valla nakar, sum grunaði, at hesin lítli drongur, sonur seinasta løgmannin á Steig, Jørgen Frants Hammershaimb, skuldi fáa so stóran týdning fyri mál og mentan okkara, sum tíðin skuldi vísa.

Eingin hevur sum hesin maður havt ávirkan á mál okkara og førleikar okkara at samskifta á móðurmálinum. Onkur heldur, at hann hevur fingið størri heiður, enn hann átti, tí ein íslendingur hjálpti honum, men tað lata vit fara hesaferð.

Vit kunnu í øllum førum bara vera takksom fyri, at vit fingu skriftmálið – og uttan stríðið hjá Hammershaimb, so vóru vit helst ikki komin har til, vit eru í dag – og so var tað júst leiðin hjá Hammershaimb við at brúka ta etymologisku stavsetingina, har vit fóru aftur til fornmálið at finna stavingarháttin, sum sigraði. Hetta er júst orsøkin til, at skriftmál okkara hóskar so væl – sum tað nú einaferð ger – til allar dialektir í Føroyum. Valdu vit eitt nú ta fonetisku leiðina hjá Dr. Jakobsen, har orð vórðu skirvað, eins og tey vóru framborin, so hevði skriftmálið fingið eina óhepna lagnu, sum hevði kvalt allar dialektir, og tað hevði verið stór synd.

Ofta hoyra vit sagt, at V. U. Hammershaimb var úr Sandavági. Tað passar eisini í ein ávísan mun, tí helst er hann føddur í Sandavági, har pápi hansara, Jørgen Frants Hammershaimb, var tann seytjandi og seinasti løgmaðurin á Steigargarði. Løgmansembætið varð niðurlagt, tá amtstíðin byrjaði í 1816. Jørgen Frants Hammershaimb sat á garðinum nøkur ár eftir hetta, men doyði, tá lítli Vensil var um eitt ára aldur.

V. U. Hammershaimb varð føddur á mariumessu, 25. mars, í 1819.

Men barnaskógvarnar hevur V. U. Hammershaimb traðkað í Havn – ella rættari sagt í Gongini. Mamma hansara, Armgard Maria, fødd Egholm, var úr Havn. Tá hon flutti av Steigargarði í 1822, fluttu hon inn til móður sína, Helene Christine Egholm í Nýggjustovu í Havn.

Um hetta mundið var abbi Vensils, navnin V. U. Hammershaimb, fúti í Føroyum, og hann búði í Fútastovu hinu megin Gongina.

Í dag høvdu vit uttan iva sagt, at Hammershaimb var »havnarmaður við stóra h...«

Hann var úr hjartanum í høvuðsstaðnum, úr tí býlinginum, tey fyrr kallaðu »heima í Havn« - uttan iva tí, at júst tann norðrasti parturin av Gongini í Havn er elsta búseting í býnum.

Edward Mitens skrivar í bókini »V. U. Hammershaimb – Lívssøga og virki hans« um lívið hjá Vensili Hammershaimb. Hann greiðir frá, tá løgmanseinkjan, Armgard Maria, flutti av garðinum við tveimum smábørnum, Vensili og Mariu Louisu:

 

»Vit eru í Sandavági ein vakran summarmorgun umleið 1822. Ein kona fór leiðandi tvey smábørn, ein drong og eina gentu, frá garðinum á Steig í Sandavági oman til strondina. Har lá ein bátur, ið skuldi flyta tey til Havnar. Ein hópur av bygdarfólkinum fylgdi teimum oman til bátin at siga farvæl. Konan var Armgard Maria Hammershaimb. Drongurin, hon leiddi, var sonurin Vensil, og gentan dóttir hennara Maria Louisa.

 

Vensil var ikki meiri enn trý ára gamal. Pápin, Jørgen Hammershaimb, ið var seinasti løgmaður í Føroyum, var deyður fyri tveimum árum síðan, og nú skuldi løgmansgarðurin býttast sundur.

 

Tað fyrsta, ið V. U. Hammershaimb mintist úr barnaárinum, var henda sjón: Mamman leiðandi børnini oman at sjónum, fylgd av teimum syrgjandi vinfólkunum í bygdini.«

 

Bókin hjá Edward Mitens kom út í 1916 – bara sjey ár eftir, at V. U. Hammershaimb doyði.

Um lívið í Havn skrivar Mitens, at tað var nakað annað enn á Steig, har ikki treyt teimum nakað:

 

»Í Havnini haraftur ímóti mátti nú sparast. Vensil treivst tó væl. Hann vann sær nógvar vinir millum havnardreingir. Ein gomul kona, »Birta á Kletti«, kom javnan at vitja fólkini í Nýggjustovu. Hon sat so ofta og bant og segði dreingjunum frá søgum. Teir sótu í ring um hana og lýddu á. Tá dámdi Vensili væl at hoyra søgur um trøll og annað slíkt, og pilturin fekk kærleika til hesa søgur, og kærleikin vaks á somu tíð, sum pilturin, og sum maður savnaði hann ein hóp av føroyskum søgum og fekk tær prentaðar og harvið goymdar, so tær ikki kunna gloymast.«

 

Tá Vensil var seks ára gamal, lærdi abbin, fútin, hann at lesa – og fór skjótt at lesa latín við honum. Fyrsti maður á amtsskrivstovuni, tann sera væl gávaði hvalbingurin, Jens Davidsen, lærdi dreingin at skriva, og hann var settur í Havnarskúla.

Presturin í Havn, Kristen Pram Gad, sum seinni bleiv verfaðir hansara, las eina tíð við Vensili.

Hammershaimb hevði sjálvsagt eisini samband við ommubeiggjan, Jens Christian Svabo, sum tá var gamal og sjúkligur. Men hann fekst tó framvegis við at skriva upp føroysk orð og føroysk kvæði. Hóast Vensil bert var fimm ára gamal, tá Svabo doyði, segði hann seg væl minnast ommubeiggjan siga frá.

Í 1831, tá Vensil var 12 ára gamal, fór hann til Keypmannahavnar at ganga í skúla. 20. oktober 1831 fara hann og mamman avstað við kongiliga handilsskipinum.

Men ferðin var drúgv. Ódnarveður brast á, og skipið mátti fleiri ferðir leggja inn, og tað kom ikki leiðina fram til Danmarkar fyrr enn 26. februar 1832 - góðar fýra mánaðir seinni.

Hammershaimb fór fyrstu ferð heim til Føroya at ferðast í 1841. Hann ferðaðist saman við Pløjen, amtmanni, um landið og savnaði saman føroysk fólkaminni.

Í 1855 gjørdist V. U. Hammershaimb prestur í Kvívík.

Í 1862 flutti hann inn á Nes í Eysturoy og gjørdist próstur í 1867. Í 1863 lat hann nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði teknað.

Hann sat á Løgtingi í trý skeið og flutti í 1878 við konuni til Danmarkar at búgva.

Men hann vildi fegin vitja oyggjarnar aftur, og í 1893 sigldi hann sína síðstu føroyaferð fyri at vitja vinir og skyldfólk aftur. Hann ferðaðist runt landið, og allastaðni møtti honum stórur blíðskapur.

Í Havn var hann við til ein fund um »Broyting«, men annars legði hann seg ikki út í tað stríð um skriftmálið, sum tá stóð á.

Áðrenn Hammershaimb fór aftur til Danmarkar, varð boðið til eina stóra veitslu í Havnar Klubba, har fleiri av landsins bestu monnum hildu røðu fyri honum.

Dagurin upprann, tá ið Hammershaimb skuldi fara. »Laura« lá á vágni. Politistarnir buðu sær til at føra Hammershaimb umborð, men so komu løgtingsmenninir og vístu honum ta æru, at rógva hann út til skipið. Ein rúgva av bátum fylgdi, og fólk fór upp á skipið fyri eina ferð enn at siga farvæl. Frá bátinum varð sungin yrking eftir Jóannes Patursson:

 

»Vensil legði at Føroya landi

morgun ein so blíðan,

nú vil hann aftur í havið halda,

sigla tann streymin stríða«.

 

Hetta var seinasta fer Hammershaimb í Føroyum.

Hann doyði 8. apríl 1909 í Keypmannahavn - 90 ára gamal.

 

 

 

FAKTA UM:

Venceslaus Ulricus Hammershaimb

Føddur 25. mars 1819 í Sandavági

Deyður 9. apríl 1909 í Keypmannahavn

Foreldur: Jørgen Frantz Hammershaimb og Armgarð Maria Egholm.

Uppvaksin í Gongini í Havn

Fór til Danmark í skúla í 1831

Gav í 1854 fyrstu føroysku mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina.

Gjørdist í 1855 prestur í Kvívík

Gjørdist í 1862 prestur á Nesi í Eysturoy, próstur frá 1867. Her lat hann í 1863 nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði teknað.

Sat á Løgtingi trý skeið

Flutti í 1878 við konuni til Danmarkar at búgva.

Hann vitjaði fyri seinastu ferð í Føroyum í 1893

Í Sandavági varð minnisvarði reistur í 1919, V.U. Hammershaimb til heiðurs

Hevur givið út:

Í 1852: Færøske Kvæder, København; 2. útgáva, Føroyar 1969

Í 1891: Færøsk Anthologi I. Tekst samt historisk og grammatisk Indledning, København; 2. útgáva, Tórshavn 1969