Norðoyingar royna seg sum sangfuglar

Leygarkvøldið fer annað umfarið av Ársins Songrødd 2009 av bakkastokki, og hesaferð verða tað norðoyingar, ið skulu sýna síni kynstur Leygarkvøldið verður annað umfarið av Ársins Songrødd, og verður tað í Badmintonhøllini í Klaksvík. Fyrireikarar eru sera spentir til Klaksvíkar umfarið.

- Tað er fult sett í Klaksvík, so væntandi verður tað eitt mega show, sigur James Olsen, fyrireikari av Ársins Songrødd.

 

Farna leygarkvøld var fyrsta umfarið, og varð tað hildið í Virkinum á Sandi. Hóast lítla undirtøku á Sandi, so er Ársins Songrødd sum heild sera væl móttikið ímillum føroyingar.

 

- Ótrúliga nógv hava meldað seg til kappingina, og vit eru sera fegnir um undirtøkuna, sigur James Olsen við Planet.

 

Ársins Songrødd 2009 hevur sum kunnugt víðka um konseptið, og íalt verða fimm innleiðandi umfør, og at enda verður finalan í høllini á Kambsdali leygarkvøldið 2. mai.

 

Enn er møguleiki at melda seg til kappingina, og tað verður gjørt umvegis heimasíðuna hjá kappingini www.songroddin.com