Tað er stuttligt at koma inn á barnadeildina á Landssjúkrahúsinum nú. Teir annars so hvítu veggirnir hava fingið eina kerliga hond við penslinum, sum pedagogurin Esther Djurhuus hevur hildið. Hon hevur við akrylmáling málað langveggirnar á teimum stovunum, soleiðis at tær nú mynda hvør sína árstíð.
- Eg tekni við fríhond. Eg teknaði nógv sum barn, men havi ikki gjørt stórvegis við tað í mínum vaksna lívi, sigur Esther Djurhuus.
Starvsfólkini á deildini hildu hvítu veggirnar vera so keðiligar hjá børnunum at hyggja at, og Esther Djurhuus setti sær tí fyri at mála teir og gera teir meir áhugaverdar at hyggja at.
- Eg byrjaði í 2006, og havi síðan nýtt høvi at mála stovurnar tá tær hava staðið tómar, fyri tað mesta í feriunum.
Íblásturin til veggjamálningarnar hevur hon fingið úr náttúruni, og hevur hon annars málað nakað av tí, hon minnist frá sínum barnaárum. Tað er náttúran og djórini, ið eru dominerandi í myndunum, og smáar detaljur sum ein brúnur hundur gongur aftur í myndunum á hvørjari stovu, og í einum vindeyga situr ein ketta og hyggur út á fjørð. Kavi við kavamonnum og jólamonnum, eitt dunnupar við ungunum í eini á og tveir hestar, ið Esther Djurhuus eina ferð sá úr stovuvindeyganum á barnadeildini, eru millum djórini, ið síggjast kunnu á veggjunum.
- Eg veit at bæði foreldur og børn eru sera fegin um veggirnar. Foreldrini kunnu nýta myndirnar á vegginum til at siga børnunum søgur. Onkur hevur nýtt kavamannin til at fáa dóttrina at eta. Hvørja ferð gentan fekk eina skeið av mati, skuldi kavamaðurin eisini hava eina, sigur hon við einum smíli.
Listaverkini vera nokk ongantíð liðug, heldur Esther Djurhuus. Hon kann blíva við at tekna okkurt afturat, og vísir á eina á, sum hon kundi hugsað sær rann í haganum millum fuglarnar og tey spælandi smálombini.
- Bara børnini eru glað, so eri eg eisini glað.










