Krevur at bankarnir skulu lækka rentuna

Høgni Hoydal vil hava politikiska myndugleikan at krevja, at bankarnir lækka rentuna og hann fer nú at taka málið upp bæði í Løgtinginum og í Fólkatinginum

- Nú eigur politiski myndugleikin at krevja av bankunum, at teir lækka rentuna.

Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður og fólkatingsmaður.

Hann átalar bankarnar tí hann heldur, at teir gera sær dælt av kreppuni í samfelagnum til at tiltuska sær størri vinning.

Bankarnir hava fingið almenna hjálp tvær ferðir og samstundis hevur Tjóðbankin lækkað rentuna.

Men Høgni Hoydal heldur ikki at føroyski bankarnir hava lækkað rentuna nóg nógv.

- Føroysku peningastovnarnir hava ikki lækkað rentuna samsvarandi rentulækkingini hjá Tjóðbankanum og harafturat hava teir økt um rentumarginalin so at útlánsrentan er lækkað minni enn innlánsrentan.

- Sostatt hava bankarnir brúkt hetta sum eitt høvi til at økja um vinningin.

Høgni Hoydal sigur, at hann skilir fullvæl bankarnar, at teir royna at økja um vinningin, har tað ber til.

Men hann heldur, at tað eigur at vera eitt treytaleyst krav frá politikarunum til bankarnar, at lántakarin eisini fær nóg stóran ágóða av tí almenna stuðuli, sum bankarnir hava fingið og av rentulækkingunum, sum hava verið.

So vítt, hann hevur fingið upplýst, hava bretskir og týskir myndugleikum kravt av bankunum har, at teir lækka rentuna, so at vanliga fólkið eisini fær ágóðan av teimum, so at teir ikki.

- Tað líkist ongum, at almennu bjargingarpakkarnir í stóran mun verða brúktir at økja um vinningin hjá bankunum, sigur hann


Lántakarin skal hava ágóðan

Hann hevur ikki roknað út, hvussu nógv ov høg rentan í Føroyum er.

Men hann heldur, at skulu bankarnir hava nakað úr almennu bjargingarpakkunum, eigur ein treyt at fylgja við og tann treytin skal vera, at hetta eisini kemur vanliga lántakaranum til góðar.

Sostatt heldur hann, at tað eigur at verða eitt krav til bankarnar, sum fáa lut í almennu bankapakkunum, at teir eisini lækka rentuna tilsvarandi.

- Eg haldi ikki, at bankarnir í Føroyum hevur lækkað rentuna í tilsvarandi mun, sum Tjóðbankin hevur gjørt og tað eigur politiski myndugleikin at áleggja teimum.

- Tað er vanligi lántakarin, sum er sperdur og tí eigur hann at fáa fullan ágóða av, at bankarnir nú fáa almennan stuðul.

Sum heild heldur Høgni Hoydal annars ikki, at treytirnar til bankarnar eru nóg strangar.

Hann sigur, at politiski myndugleikin hevur vissa sær so lítla trygd í teirri hjálp, sum bankarnir fáa, at tá ið gongdin vendir aftur, er stórur vandi fyri, at onki sum helst gjøgnumskygni er í, hvør tað nú var, sum fekk ágóðan av hjálpini.

- Tað er vandi fyri, at tað hjá bankunum liggja nakrir stórir vinningsmøguleikar í hesum bjargingarpakkunum, sum als ikki vóru tilætlaðir.


Tekur málið upp

Høgni Hoydal sigur, at hann fer nú at taka málið upp bæði í Løgtinginum og í Fólkatinginum.

Hann staðfestir, at lógarverkið er danskt og tí kann Løgtingið onki gera við málið. Men hann fer at reisa tað í Løgtinginum sum ein fyrispurning til landsstýrið um ætlanin er at fáa slíkar treytir í bankapakkan.

Hann fer eisini at reisa málið í Fólkatinginum sum ein fyrispurning til donsku stjórnini fyri at vita um ætlanin er at seta bankum, sum fáa úr bjargingarpakkanum, treytir um at lækka rentuna fyri vanliga lántakaran.

Hann vísir aftur, at hetta er politisk upp í legging í raksturin hjá bankunum

- Sjálvandi skulu politikarar ikki áseta bankarentuna. Men tá ið bankarnir koma illa fyri og mugu hava almenna innspræning fyri at klára seg, má politiski myndugleikin eisini tryggja sær, at hendan almenna hjálpin ikki fer í skeivar lummar, men at vanligu løntakarin eisini fær ágóðan av hjálpini, sigur Høgni Hoydal.

Men nú hava bankarnir ført fram, at tað er blivið dýrari hjá teimum at læna pengar og tí er neyðugt at økja um vinningin.

- Sjálvandi kunnu orsøkirnar verða sakligar, men vit eiga at binda um heilan fingur, so at bankarnir í mest møguligan mun lata vanliga lántakaran merkja ágóðan av teirri almennu kreppuhjálp, bankarnir fáa.