Í gjár var Sosialurin á Eiði. Várróður á Norðhavið sær út til at vera ein veruleiki aftur, og tá eru ofta avbygdarmenn, ið nýta hús í bygdini at gista í, so leingi róðurin varðar. Niðri á kaiini møttu vit nøkrum suðuroyingum, sum júst vóru komnir aftur. Teir beittu okkum beinanvegin niðan í eini hús í bygdini, har nakrir tvørámenn gista.
- Anders Viberg hevur okkurt at siga við tykkum, sigur ein teirra.
Ætlanin var at tosa eitt sindur um, hvussu tað er at fara heimanífrá soleiðis at búgva og rógva út, men tað vildi Anders Viberg, útróðrarmaður, als ikki.
- Hetta er ikki lív. Prísurin er farin í eina helvt í mun til vanligt, og hann plagar at lækka út í aprílmánað eisini, so hækkar hann ikki, so hevur mann ikki fyri olju, hóast hon er bíligari nú, enn hon hevur verið, men kanska mann skuldi farið á universitetið í Hovi at lært til pedagog, tí fiskur loysir seg í hvussu so er ikki, og pedagogar eru so nógv uppi í tíðini, er tað fyrsta hann sigur, tá vit kom inn í lítlu húsini á Brekku á Eiði, beint við gomlu dansistovuna.
Hinir menninir í lítla køkinum eru Beinir Midjord og Andrias Ludvig. Andrias Ludvig er komin niðan at fáa sær ein bita. Hann gistir vanliga umborð á bátinum. Beinir Midjord svevur hinvegin í húsunum, men tá hann sær myndatólið, er hann skjótur at rýma upp á loftið.
Sil og livur
Nógv tos hevur verið um at gagnnýta allan fiskin, og hetta hevur Anders Viberg eina avgjørda hugsan um.
- Hasir klóku í Havn hava so nógv at siga um at brúka allan fiskin. Enntá fiskivinnumálaráðharrin snakkar um at fáa menn á skeið at læra seg at brúka sil og livur. Men hvat hendur, tá til stykkis kemur? Sjálvandi er ongin, sum vil taka ímóti tí. Tað er tað sama við øllum hasum í Havn. Og føroyingar mugu bara halda seg til at vera pedagogar, tí fiskiskapur loysir seg ikki, sum er, og fer at loysa seg enn verri, so hvørt sum fólk undirmeta veiðina meira.
Hinvegin sær 64 ára gamli tvørámaðurin ein loysn.
- Vit kunnu gera sum á flakavirkjunum. Har brúka tey bara filipinarar og útlendingar, og tað verður nokk tað sama við fiskivinnuni, heldur hann.
Fiskifrøðingar
Tað nyttar heldur onki at spyrja hann um tilráðingarnar frá ICES.
- Høvdu politikararnir lurta eftir Nóatúni, so høvdu nógvir pengar verið mistir. Slett ikki tað, teir uppi í Nóatúni eru fittir og alt, men tað er rættiliga langt út á sjógv frá Nóatúni. Eg skal ikki siga, at teir ikki hava verið á seiðabergi, men tað er langt millum teori og praksis, og teir raka altíð minst eitt á við síðurnar av, sigur hann avgjørdur. Hann leggur afturat, at tað bestemt ikki verður ein húsmóður, sum skal keypa fisk, sum nakrantíð fer at avgera prísin.
- Løgmaður kann tosa so galið hann vil, um at keyparin avgerð prísin, tí ein húsmóðir í Onglandi spyr ikki eftir, um fiskiskapurin er burðardyggur ella ikki, sigur hann.
Dugir bara hetta
Tá hann verður spurdur, hví hann so ikki bara fer í land at arbeiða, so er hann eitt sindur friðarligari.
- Tá mann hevur verið á sjónum í 50 ár, so dugir mann ikki annað. Eg hevði einaferð tvey sertifikatir. Fútin fór við koyrikortinum og skiparsertifikatinum fóru teir eisini við, hóast tað var væl brúkt, sigur Anders Viberg. Hann leggur tó afturat, at hann ikki heldur, at hann hevði valt fisk, um hann slapp at velja umaftur, tí tað er bara stríð. Tað er líka soleiðis at tað melur. Tað gevur í so onki avkast, greiðir hann frá, um fiskiskapin fyri tíðina.
Oljan hjálpir
Sambært Anders Viberg, so er toskaprísurin á einum so lágum støðið, sum hann leingi hevur verið.
- Vit mugu afturum fýrsini fyri at finna verri prís enn hetta. Teir fáa eisini nógv betri prís í øðrum londum, so tað er nokk so undarligt, sigur hann. Men hann leggur tó afturat, at oljan nú er bíligari, og at hetta hjálpir eitt sindur.
- Í nógv ár er prísurin farin niður í helvt í aprílmánaði, og hendir ikki tað í ár, so er okkurt galið. Men sjálvandi, so skal prísurin niður á fýra krónur, so tað vóni eg sjálvandi ikki hendir, greiðir hann frá.
Seinasta árið
Hóast Anders Viberg hevur verið á sjónum í nærum 50 ár, og illa dugir at ímynda sær nakað annað, so er hann greiðir yvir, at hetta helst verður seinasta árið hjá honum.
- Hetta verður nokk seinasta árið hjá mær. Mann blívur móður, alt blívur so tungt, tá mann eldist, sigur hann.
Í gjár fekk Anders Viberg 800 pund við Sjófaranum, og hann er farin útaftur í morgun.
Hann hevur verið á Eiði síðan 7. mars, tá hann kastaði fyrstu ferð, men hann er bara á fimta túrinum í dag.