Hóast ætlanin var, at metseljandi Millenium-røðin skuldi halda fram sum sjónvarpsrøð, er nú greitt, at allar bøkurnar verða filmsgjørdar til biografsýningar Tey, sum vórðu púra seld til Lisbeth Salander og Mikael Blomkvist í filminum ?Menn, sum hata kvinnur?, kunnu nú gleða seg.
Báðar framhaldsbøkurnar verða nevniliga biograffilmar, og ikki ein sjónvarpsrøð. Hetta var annars upprundaliga ætlanin: at fyrsti partur skuldi standa einsamallur sum biograffilmur, meðan hinar báðar bøkurnar skuldu gerast til sjónvarpsrøð í fleiri pørtum.
Sambært Sydsvenska Dagbladet hevur almenna svenska public service sjónvarpið, SVT, nú givið seg, eftir miklan ágang frá áskoðarum og samstarvspartnarum.
Upptøkurnar til framhaldini eru longu gjørdar, men skulu nú lagast til biograffilm og ikki stuttir sjónvarpspartar. Hetta merkir, at klippingin verður tættari, og at hvør filmur verður umleið tveir tímar og tíggju minuttir til longdar.
Nordisk Film roknar við, at ?Gentan, sum spældi við eld?, verður frumsýndur um miðjan september, og ?Sprongda luftkastellið? síðst í november.