hoyrdi útlendingar byrja at siga tað og bleiv spurdur av journalistum um fiskin, so byrjaði eg at hugsa meira um, at hetta var nakað heilt serligt. Tá eg so seinni aftur fór uttanlands at vera gestakokkur, sá [...] hugsar, at tað at heingja kjøt upp, byrjaði av tilvild fyri nógvum árum síðani. – Eg kann ímynda mær, at friðleysir norðmenn komu til Føroya við báti. Teir hava ikki havt salt, so teir royndu at hanga kjøtið [...] er kendur um allan heimin fyri at vera serliga góður, og Leif minnist væl, tá hann legði merki til høgu góðskuna. – Tá eg var kokkur uttanlands, var eg ikki greiður um, at vit høvdu so góðan fisk. Men tá
í FCK, og tískil fekk hann heldur ikki spælt mikukvøldið. At Óli Johannesen í vikuskiftinum var heima í Føroyum og hjálpti til so at siga at seta Slovenia upp á pláss á Svangaskarði tóktist mikukvøldið [...] so smátt við at lyfta seg fram ímóti niðurflytingarstrikuni. Sunnudagin skal Herfølge til Gladsaxe at spæla ímóti AB. Zuma skoraði Todi Jónsson sat saman við 13.952 áskoðarum og hugdi at, tá AB var i Parkini [...] ímóti Brøndby av, at Todi Jónsson skuldi ikki spæla. Lærskaðin, sum Todi fekk undir skotvenjing á Svangaskarði fríggjakvøldið, versnaði so mikið tíðliga í 2. hálvleiki ímóti Slovenia, at Todi fyrrapartin
hvussu at læra allatíðina, altíð. Og innanfyri sama evni, vil Valentin vera við, at meðan teknikkur, innanfyri tónleikaspæl, hevur nógv at siga, so hevur ein annar partur minst líka nógv at siga. Tann parturin [...] tónleikari og fer óiva altíð, at hava okkurt við tónleik at gera. Hann fortelur, at hann altíð hevur verið umringaður av tónleiki. Vinir og kenningar hava allir havt okkurt við tónleik at gera. Blokkfloyta var [...] hevur við sær, at hann er noyddur at vera uppá fartin meginpartin av tíðini. Hetta er neyvan nakað luksuslív, men, sum hann sigur tað, »I have to travel«. Og hann greiðir víðari frá, at tónleikur altíð
leyk skipsføraraprógv. Síðani sigldi hann í nøkur ár kring so at siga allan heimin við skipum hjá Lauritzen. Jukim plagar at taka til, at hann var í Indiska havinum á veg til Kina, tá ið hann fekk telegramm [...] doktarabátinum Reyða Krossi. Hann kendi seg hava møguleika at fáa og missa, um hann so valdi at halda fram at sigla, ella um hann legðist heima og fór at sigla við doktarabátinum. Jukim valdi Reyða Kross, og [...] var í 1951. Hetta árið var Jukim við Polo. Hann plagar at taka til, hvussu hugaligt tað var hetta summarið at rógva út við Killaranum í Íslandi og at hava Edvard og Pedda úti á Hædd sum bátsfelagar. Veturin
vn. Men hesi hølini vístu seg at vera púra óegnað, sigur Tryggvi Johansen. Og tað, sum verri var, var, at hendan ognin stóð til at fara á tvingsilssølu við tí úrsliti, at allur tann peningur, sum savnaður [...] ferðamannanevndini, sum sat fyrst í 80?unum. »Tá var tað soleiðis, at tú tordi næstan ikki at nevna orðið »turismu«, tí tað varð uppfatað meira ella minni sum eitt banniorð,« minnist Tryggvi Johansen. »Tað [...] ógvuliga ringt at fáa politikkarar at skilja tá, at hetta kundi gerast ein inntøkukelda hjá føroyingum. Eisini var Tryggvi Johansen við, tá føroyingar av fyrstan tíð fóru út um eingjargarðarnar at kanna møg
eitt sindur striltið at gera fólki greitt týdningin av einum slíkum felag. Deils var tað óttin fyri arbeiðsgevarum, at fólk kom at missa síni arbeiðspláss. Tí, sum tað bleiv sagt, at nú vóru arbeiðararnir [...] okkara at fáa innivist vóru ógvuliga vánaligir. Vit vóru noyddir at flyta úr stað í stað. - Men vit fingu tó eitthvørt av skafti. Umframt at arbeiða í lesiringum, høvdu vit nógvar fundir. Eg minnist serliga [...] brævi til SUF, at hann dugdi ikki at lesa føroyskt, og visti sostatt ikki hvat Dimmalætting merkti, men helt, at tað var best hóskandi ið merkti dimmelim. Til »Krossin« svaraði hann, at um allir kundu
sum tá var formaður í havnarnevndini at vita, hvat hann helt. Jú, eitt sera gott hugskot. Tvær vikur seinni ringdi Tórfinn Smith at siga, at nú varð avgjørt, at bryggjan eitur »Skansabryggjan« eftir uppskoti [...] dámdi slett ikki gongdina við, at allar vinnufyritøkurnar verða seldar av landinum, fyri at onkur skal tjena skjótar pengar, men hevði ein serliga skemtiligan máta at siga tað uppá, sjálvt um hann meinti [...] na at finnast at. – Hatta er ikki Kongabrúgvin! Hon er hinumegin. Hatta er Evensensbrúgv, segði hann erpin, tí staðarnavnið er eftir langabba hansara, J. P. Evensen, handilsmann. Poul Mohr helt, at blaðstjórin
til ábyrgdar fyri sínar gerðir. Tískil sleppa ABC-flokkarnir at siga hvat sum helst, geva øðrum skuldina fyri egin mistøk og egna ómegd og at tosa beint ímóti sínum egnu gerðum. Ábyrgdin liggur altíð hjá [...] og samráddust út á náttina. Vit trúðu veruliga, at nú var onkur sosial sál vaknað og onkur, sum tordi at taka undir við uppskotunum frá Tjóðveldi um, at tey vælbjargaðu mugu gjalda meira, meðan veikastu [...] Gerhard Lognberg fer í bløðini og fær fría talutíð á Rás2 at skelda um avgerðirnar og tosar um at verja tey lágløntu í Føroyum. Men hann sat sjálvur trúliga og atkvøddi saman við øllum javnaðarflokkinum
Ougaard. Hann fekk at vita, at Finn Ougaard var á fundi inni í húsinum, og hann stillaði seg uttan fyri at bíða. Við Finn Ougaard segði hann, at nú gjørdi hann seinastu royndina at melda Almannastovuna [...] harðskap og harðskap móti tænastumanni, við tað at hann stakk varafútan Finn Ougaard í lærið. Tann skuldsetti noktaði at hava roynt at drepa, men hann viðgekk at hava stungið við knívi. Illur inn á Almannastovuna [...] til ta niðurstøðu, at einasta loysn var at fara eftir varafútanum, geva honum ein hvøkk og harvið ein møguleika aftrat. - Tað var ikki persónligt men hevði nakað við hansar arbeiði at gera, segði tann
skilir, er ætlanin at arbeiða víðari við hesum so at fleiri útoyggjar fáa sama møguleika. ? At hesi viðurskiftini eru í lagi kann avgjørt gera sítt til at eggja fólki at flyta út í útoyggj at búgva. Og í tí [...] komið burturúr. ? Er tað so, at politikararnir í veruleikanum ikki eru sinnaðir at varðveita útoyggjarnar, eiga teir at vera so mikið ærligir, at teir siga tað greitt so at tey, sum búgva í útoyggj, ikki [...] víst seg at vera trupult, sigur samskiparin hjá Útoyggjafelagnum. ? Tað vísir seg, at kemur peningur upp í, vísir tað seg at verða sera trupult. Hon sigur, at tað einasta, sum annars er hent, er, at útoyg