Hallstein Sigurðsson, sum situr í Tórshavnar býráð fyri Elina Lindenskov, ið er í farloyvi, ætlar á fundi í sosialu nevnd í dag at krevja Heðin Mortensen út. Hallstein metir Heðin vera ógegnigan at sita í sosialu nevnd, tá ið málið um barnaansingina í Sjónleikarhúsinum er fyri á fundi.
Heðin Mortensen sigur í Dimmalætting seinasta leygardag, at hann hevur fingið ein løgfrøðing at vátta, at hann er gegnigur. Í svarinum sigur løgfrøðingurin, at Heðin kann taka lut í viðgerðini av málinum og avgerðini um barnaansing verður í Sjónleikarhúsinum ella ikki.
? Eg meti Heðin vera ógegnigan. Løgfrøðisliga eri eg ikki skikkaður at siga, um hann er gegnigur ella ógegnigur, men moralskt er hann avgjørt ógegnigur. Tað er klárt, at talan er um samanfallandi áhugamál hjá Heðini. Eg siti ikki á fundi í sosialu nevnd saman við formanninum í Havnar Sjónleikarfelag og viðgeri áhugamál hjá honum sum formanni í felagnum. Dugir Heðin ikki sjálvur at síggja, at hann er ógegnigur, leggi eg tað fyri nevndina at atkvøða um fyri at fáa hann út. Málið er fyri á fundi í dag og tí krevji eg, at tað verður lagt fyri fundin, áðrenn málið verður tikið upp til viðgerðar, sigur Hallstein Sigurðsson.
Forðing
? Eg stúri ikki so nógv fyri, um eg vinni málið ella ikki, tí andstøðan, sum hevur meirlutan í sosialu nevnd í løtuni, møtir so illa upp á fundi. Hendir tað, at eg ikki fái hetta ígjøgnum, krevji eg gegnið hjá Heðini Mortensen fyri á býráðsfund. Og tað merkir, at málið steðgar og tí kann tað ikki viðgerðast, sigur Hallstein Sigurðsson.
? Eg meti avgjørt, at Heðin Mortensen er ein forðing í at fáa málið viðgjørt uppá ein sømiligan máta. Vit hava øll áhuga í at loysa trupulleikan á barnaansingarøkinum og tað hava vit havt leingi. Men tað sum hendir er, at persónarnir, sum skulu arbeiða við málinum, hava størri áhuga í at føra seg fram heldur enn at seta seg niður at tosa um, hvussu trupulleikin verður loystur. Fyri Heðin er tað av størri týdningi at koma fram í fjølmiðlunum og markera seg við hesum málinum heldur enn at arbeiða seriøst við tí og loysa tað. Hann fór út í fjølmiðlarnar við málinum, áðrenn nakað sum helst kanningararbeiði varð farið ígongd. Umsitingin hevur í fyrstu atløgu mælt frá, at barnagarður verður í Sjónleikarhúsinum. Hóast støðan er akutt ? og tað er hon ? kann kommunan ikki gera vánaligar loysnir. Tí skal eitt ávíst forarbeiði gerast. Eg skilji ætlanina hjá Havnar Sjónleikarfelag at gera barnagarð í húsinum meiri sum eina útbygging hjá felagnum heldur enn eina loysn á barnagarðstrupulleikanum í Havn, sigur Hallstein Sigurðsson.
Vil tað siga, at tað er eitt givið høvi hjá Havnar Sjónleikarfelag at fáa eina inntøku?
? Tað er ikki óhugsandi, og tað mugu børnini í Havn svíða fyri. Møguliga klutrar tað málið enn meir við at krevja Heðin av fundi, tá ið hetta málið er til viðgerðar. Men prinsipielt kann eg ikki sita og viðgera málið saman við Heðini. Og tá skulu vit minnast til, at Heðin hevur arbeitt á henda hátt fyrr. Taka vit verkætlanina um Tórsvøll, sat hann sum formaður í Mentamálanevndini og legði málið fyri býráðið og hefti tað fyri 4 mill. krónur umframt kostnaðin fyri lendið. Tá ið hann ikki finnur út av, nær hann er farin ov langt, mugu onnur hjálpa honum.
Hallstein Sigurðsson metir, at kommunan má taka onnur stig til at loysa stóra trupulleikan á barnaansingarøkinum enn tað, ið fer fram í løtuni.
? Sum býráðslimir eru vit ógvuliga fegnir um, at Havnin veksur og at fleiri skattakrónur koma í kassan. Trupulleikin er bara, at vit ikki kunnu tryggja øllum børnunum í kommununi ansingarpláss. Tí mugu vit brúka meiri pengar til at fáa trupulleikan loystan. Sum er sleppa vit ikki at gera tær stóru nýíløgurnar. Spurningurin er, um býráðið ikki er noytt at taka málið í egnar hendur og byggja út. Tað kann verða neyðugt, men so verður tað kommunan sjálv, sum skal rinda íløgurnar, og tí sleppur landið undan teirri ábyrgd, tað annars hevur.
? Tað væl útbúna fólkið, sum ætlar at koma heim aftur eftir lokna útbúgving, setist aftur um tey ikki fáa børn síni ansað. Nógv ítøkilig dømi um eru um tað. Fólk, sum eru rímiliga væl fyri við at fáa arbeiði koma ikki heimaftur uttan nakað. Tað skal vera nakað at koma heimaftur til. Og tí er neyðugt at gera nakað sum munar á barnaansingartrupulleikanum, sigur Hallstein Sigurðsson.